top of page
Søg


Alzheimerfelagið varpaði ljós á demens
September er altjóða Alzheimer mánaður, har varpað verður ljós á demens kring heimin. Eisini her hjá okkum var nógv gjørt burturúr. Saman við Jensjáku Hansen og øðrum stuðlum, var skipað fyri tiltaki á torginum í SMS, har felagið hevði bás, og tey sum tordu, kundu royna at klintra upp eftir veggi ella at síða frá einari hædd til aðra. Somuleiðis var møguleiki at fáa eitt prát og signeraða bók frá Hannu D. Andreassen og Flemming Østergaard (Don Ø) í Rit og Rák. Tey bæði hava n
22. okt.


Áheitan til landsstýriskvinnuna í Almanna- og bústaðarmálum um at broyta tvingsilslógina
Í august sendi Alzheimerfelagið eitt skriv til landsstýriskvinnuna í Almanna- og bústaðarmálum, Margit Stórá, við eini áheitan um at broyta tvingsilslógina, so lættari gerst, at ein persónur við demenssjúku og familjan rundanum kunnu kenna seg so tryggan sum gjørligt í gerandisdegnum, uttan at meiri verður lagt upp í sjálvsavgerðarrættin enn neyðugt. Í svari frá aðalráðum verður víst á, at tað er eitt økið, sum landsstýriskvinnan nú ætlar at raðfesta, og at sjónarmiðini, sum
8. okt.


Tøgnin fekk eina rødd
"Tøgnin fekk eina rødd" er nýggja bókin, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað um Alzheimerfelagið, - við livandi og persónligum søgum frá teimum, ið slóðaðu fyri. Felagið var stovnað í 2001, og stundir hava ikki altíð verið at bíða eftir myndugleikum og skipanum. Tí var lagt var til brots við at lata upp eina demenslinju, at stovna egið dagtilhald og at útbúgva demenssamskiparar. Síðani er áhaldandi varpað ljós á tað í vantar, og soleiðis hevur Alzheimerfelagið givið tøgnini e
8. okt.


Sigrun Mohr heiðurslimur í Alzheimerfelagnum
Sigrun Mohr og Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum Á ráðstevnuni um demens, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum á altjóða Alzheimerdegnum 21. september, var eisini 25 ára stovningardagur hjá felagnum heiðraður. Í hesum sambandi hevði nevndin tikið avgerð um, at Sigrun Mohr skuldi gerast heiðurslimur í felagnum. Sigrun slóðaði fyri í 2001, tá felagið var stovnað. Hon var í nógv ár forkvinna, og seinnu árini samskipari, innan hon í fjør valdi at t
22. sep.


Alzheimerfelagið fyllir 25 ár
Í ár eru liðin 25 ár síðani Alzheimerfelagið varð stovnað. Hesi árini hevur felagið verið ein týðandi rødd hjá fólki við demenssjúku og teirra avvarðandi, og nógv er hent síðan byrjanina, tá vitanin um sjúkuna var avmarkað í Føroyum. 25 ára dagurin verður hátíðarhildin við stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum á altjóða Alzheimerdegnum 21. september. Eisini verður ein spennandi bókaútgáva løgd fram á degnum, sum varpar ljós á søguna hjá felagnum, upprunan og tey fólk, sum lø
17. sep.


Spennandi tiltak í SMS 19. sept. - Samla minni til teirra, sum gloyma
Leygardagin 19. september frá kl. 10.00 til 16.00 verður tiltak á Torginum í SMS í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá Alzheimerfelagnum. Í oktobur fer Jens Jákup Hansen aftur til Nepal, at klintra á fjallinum Ama Dablam. Ferðin er samstundis ein innsavning til frama fyri Alzheimerfelagið. Á Torginum kunnu børn og ung royna at klintra og síða undir tryggum umstøðum. Føroya Fjallabjargarafelag hjálpir til. Jens Jákup greiðir eisini frá ferðini, venjingini og frá, hví hann hev
15. sep.


Umboð fyri Alzheimerfelagið á limafundi í Brússel
Á skrá vóru raðfestingar, felags átøk og framtíðarætlanir innan demensøkið í Europa.
10. sep.


Bókaútgáva: Babba og gloymskan – ein persónlig frásøgn um demens
Óløf Tungá, Leif Petersen, Naina Túgvustein, forkvinna, Hanna Andreassen, og Jóhan Pauli Helgason, tá bókin bleiv handað Alzheimfelagnum í farnu viku. Í farnu viku fekk forkvinnan í Alzheimerfelagnum, Naina Túgvustein, handað nýggju bókina hjá Hannu D. Andreassen, Babba og gloymskan, sum lýsir gerandisdagin, tá demenssjúka gerst partur av lívinum. Í bókini greiðir Hanna erliga og nærverandi frá teimum avbjóðingum, sum stinga seg upp, tá pápi hennara fær staðfest demens. Hon
31. aug.


Stór ráðstevna um demens í september
Í sambandi við, at Alzheimerfelagið í Føroyum hevur 25 ára stovningardag, verður áhugaverd ráðstevna í Norðurlandahúsinum á altjóða Alzheimerdegnum 21. september. Lív Mikkelsen fer at leiða ráðstevnuna, sum er býtt upp í tveir partar. Tann fyrri er um dagin, og tann seinni er um kvøldið. Kostnaður um dagin er 615 kr. Kostnaður um kvøldið er 215 kr. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á demensøkið – bæði faklig og persónlig viðurskifti, sum lýsa avbjóðingar, málburð, o
25. aug.
Stóra takk fyri
- Jonhard og tit øll, ið stuðlaðu! Heili 16 umfør ella 107,3 km rann Jonhard Larsen til Backyard Ultra í Havnardali í farnu viku. Samstundis bar til at stuðla honum pr. rundu. Jonhard hevði frammanundan víst á, at stuðulin fór at vera latin Alzheimerfelagnum, ið tilsamans bleiv til væl omanfyri 30.000 kr. - og vit eru sjálvsagt ovurfegin. Tað hevur alstóran týdning fyri sjálvbodna virksemið hjá felagnum, at fáa fígging á ymsan hátt, tí vit eru ikki á fíggjarlóg. Somuleiðis hø
19. jul.


Limaskap í Alzheimer Europe
Alzheimerfelagið hevur í dag fingið limaskap í Alzheimer Europa. Alzheimer Europe er ein non-profit felagsskapur, ið virkar sum paraply fyri 44 ymisk Alzheimerfeløg úr 39 evropeiskum londum. Endamálið við felagsskapinum er millum annað at seta demens á politisku skránna í Evropa, at tryggja rættindi hjá fólki, ið eru rakt av demenssjúku, at niðurbróta stigmatisering og økja tilvitan um ein sunnan heila. Harumframt at arbeiða fyri gransking innan demensøkið í limalondunum og
30. jun.


Minnisbonkur á Sandi
Minnisbonkurin á Sandi hevur nú funnið varðandi stað við gamla handilin hjá Fornminnafelagnum, Niðri á Hamri. Har stendur hann væl í friðarligum umhvørvi við avbera góðum útsýni, og bjóðar til at seta seg eina stilla løtu, ella at fáa eitt prát við onkran. Alzheimerfelagið hevur latið framleitt fleiri minnisbeinkir við endamáli at varpa ljós á demens og lívið við demenssjúku. Á beinkjunum er ein QR kota, sum vísur til heimasíðuna hjá Alzheimerfelagnum, har kunning og tilfar u
8. jun.


Ársaðalfundur
Í farnu viku var ársaðalfundur í Alzheimerfelagnum. Lív Mikkelsen, nevndarlimur, bar seg undan afturvali, og fyri hana var valdur Jóhan Pauli Helgason. Alexander Samuelsen legði fram roknskapin og Naina Túgvustein, forkvinna, greiddi frá virkseminum í felagnum í 2025. Hon nevndi ma. at størstu framstigini vóru savnan av demensøkinum hjá kommununum og nýggja denenssamskiparaútbúgvingin “Demensvinarlig viðgerð og røkt” sum Setrið nú bjóðar. Harumframt at kanningin av støðuni hj
30. apr.


Norðurlendskur netverksfundur í Føroyum
Alzheimerfelagið hevur hesa vikuna verið vertur fyri netverksfundin hjá norðurlendsku Alzheimerfeløgunum. Fundurin verður hildin í einum av norðurlondunum á hvørjum ári, og endamálið er at m.a. at deila vitan og styrkja norðurlenska samstarvið á demensøkinum. Í ár vóru tey luttakandi úr Danmark, Norgi, Svøríki, Islandi og Føroyum. Elsa Berg, borgarstjóri í Havn setti fundin við røðu, har hon vísti á týdningin av arbeiðnum feløgini fremja, og greiddi frá demensætlanini fyri Tó
21. apr.


Heilsan til nýggju samgonguna
Alzheimerfelagið ynskir nýggju samgonguni góða eydnu við arbeiðinum komandi fýra árini. Vit fegnast um, at samgonguskjalið leggur dent á ábyrgd, felags loysnir og breiðar semjur. Hetta eru týðandi fortreytir fyri at menna eitt samfelag, har øll kunnu liva eitt virðiligt lív – eisini fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi. Alzheimerfelagið fegnast um nógvu og góðu ætlanirnar í samgonguskjalinum, sum eisini koma fólki við demenssjúku og teirra avvarðandi til góðar. Vælferðar
11. apr.


Áheitan til floksformenn í samband við samgongusamráðingar
Alzheimerfelagið ynskir øllum afturvaldum og nývaldum løgtingslimum hjartaliga tillukku. Meðan samgongusamráðingarnar fara fram, bíða fólk við demens og avvarðandi teirra eftir at hoyra, hvørjar ambitiónir verða settar fyri demensøkið. Alzheimerfelagið heitir tí á tykkum, sum nú skriva samgonguskjalið, um at minnast til tey 1000, sum dagliga liva við einari demenssjúku, - og teirra avvarðandi. Alzheimerfelagið vónar inniliga at komandi samgonga og Løgting vil: ➡️Fáa til vega
1. apr.


Aðalfundur í Alzheimerfelagnum
Alzheimerfelagið hevur ársaðalfund 21. apríl 2026 kl. 18.30. Stað: hølini hjá Starvsfelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9 í Tórshavn. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Eftir aðalfundin er fyrilestur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eisini ber til at tekna seg sum lim. Nevndin
31. mar.


1.000 føroyingar við demens – hvør er politiska ætlanin?
Áleið 1.000 føroyingar liva í dag við demenssjúku, og uml. 4.000 nærstandandi eru rakt av avleiðingunum. Hetta talið fer at vaksa komandi árini ájavnt við demografisku broytingarnar við nógv fleiri eldri fólkum í landinum, og samfelagið má fyrireika seg nú, um vit skulu megna avbjóðingina. Alzheimerfelagið heitir tí á øll valevni til komandi løgtingsval um at greiða frá, hvat tey ætla at gera fyri at tryggja, at Føroyar gerast eitt demensrúmligt og inkluderandi land, har fólk
19. mar.


Human Forever - 2 sýningar í Føroyum
Ein søga um kærleika til mannaættina, sum menniskju við demenssjúku hava fortalt. Nógv umrøddi filmurin við avbera góðu ummælunum verður nú at síggja í Føroyum – og framleiðararnir báðir, Teun Toebes og Jonathan de Jong, vera við og fara at presentera filmin, eins og høvi verður at seta spurningar, aftaná at filmurin er vístur. Ungi humaniteri aktivisturin, Teun Toebes (25 ár í dag), hevur eina missjón: – At betra um lívið hjá fólki, sum liva við demenssjúku. Í heili trý ár h
15. feb.


Nýggir avvarðandi bólkar byrja í mars
Ert tú avvarðandi til fólk við demensi, so ert tú hjartaliga vælkomin til at tekna teg til avvarðandibólk hjá Alzheimerfelagnum. Aftur í ár verður nevniliga skipað fyri avvarðandibólkum, ið byrja 10 mars. Talan er um hjálp til sjálvhjálp, tí okkara royndir vísa, at tað kann vera gott at tosa og deila vitan við onnur, ið kenna til støðuna sum avvarðandi. Til hvørt kvøld verður eitt upplegg um eitt viðkomandi evni. Aftaná ber til at seta spurningar, deila vitan og práta um tað
14. feb.
Tíðindi
bottom of page
