top of page

Ráðgeving

Tá demenssjúka rakar, hava avvarðandi tørv á vitan um sjúkuna og ráðgeving og stuðul frá fakfólkum til at handfara sjúkuna gjøgnum alla sjúkugongdina. 

Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum

Á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum starvast Landsdemenssamskiparar, ið ráðgeva og vegleiða, tá demenssjúka er staðfest. Teir kunnu vísa á viðgerðartilboð og møguleikar í samfelagnum. Teir virka eisini sum bindilið til kommunurnar, og vísa víðari til teirra.

Demensklinikkin bjóðar leypandi undirvísing um demens til avvarðandi.

Kommunalir demenssamskiparar

Nakrar kommunur hava demenssamskiparar í starvi, sum virka sum kontaktpersónar og veita ráðgeving, tilboð og hjálp til fólk við demensi og avvarðandi. 

Hygg inn á heimasíðuna hjá staðbundnu kommununi,ella set teg í samband við kommununa.

Demenslinjan     78 80 12

Demenslinjan er telefonráðgevingin hjá Alzheimerfelagnum.

Tú kanst ringja til Demenslinjuna hvørt týskvøld kl. 18-20 og ráðføra teg um alt, sum er viðkomandi innan demens.

Tey, ið taka telefonina, eru sjálvboðin fakfólk ella avvarðandi knýtt at Alzheimerfelagnum, við royndum og hollari vitan um lívið við demensi.
Tú kanst verða dulnevnd/ur, um tú ynskir.

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page