Góð ráð
Busta tenn
Fólk við minnissvinni kunnu fáa vitanarórógv, ið ger, at tey, tá ið tey busta tenn, busta sama staðið ella somu tenn, og teimum fellur tað tvørligt at finna runt í munnholuni. Tí eiga avvarðandi ella røktarfólk at taka sær av at busta tenninar. Tað er betri at fáa allar tenninar bustaðar væl eina ferð um samdøgrið enn bara sum best ber til einar tvær ferðir um samdøgrið.
Koyrikort
Teimum, har minnissvinn er á byrjanarstigi, fellur tað vanliga ikki torført at handfara rattið, pedalirnar og girini. Men í teimum førum, tá ið nógv hendir skjótt, og ein skal taka eina skjóta avgerð, kann tað ganga galið. Tað kann t.d. henda, tá ið ferðslan er nógv ella ein skal velja eina av fleiri farbreytum.
At tosa saman
Øll hava tørv á at samskifta við onnur menniskju. At siga frá okkara tørvi, ynskjum og kenslum er lívsneyðugt – ikki bert fyri lívsdygd, men eisini fyri at varðveita samleikakensluna.
Les meira
Fíggjarlig viðurskifti
Tíðin kemur, tá støða skal takast til hvør skal umsita tey fíggjarligu viðurskiftini og taka neyðugar fíggjarligar avgerðir í hesum sambandi. Neyðugt verður møguliga eisini at taka persónligar avgerðir.
Hesa uppgávu kann m.a. hjúnafelagin, eitt av børnunum, eitt vinfólk ella advokatur átaka sær. Tó ber ikki til at átaka sær uppgávuna, uttan at hava fingið heimild fyri hesum.
Heimild kann fáast til vega, antin við fulltrú frá tí persóni, ið tørvar hjálpina ella við, at avgerð verður tikin um verjumál. Tað er Familjufyrisitingin, ið umsitur verjumál.
Kommunu og løgtingsval
Tá val nærkast, kann tað vera ein avbjóðing hjá fólki við demens at útinna sín demokratiska rætt.
Soleiðis kanst tú handfara støðuna:
-
Tosa við persónin um valið
Fólk við demens eru eisini áhugað í politikki og samfelagsviðurskiftum, og hava eina meining um politikarar. -
Bjóða tær at fylgja persóninum til valstaðið
At ferðast í almenna rúminum kann vera torført fyri ein persón við demens, og tí kan vera trupult at koma á valstaðið. -
Hjálp við brævatkvøðu
Fleiri velja at brævatkvøða, men fólk við demens kunnu hava trupult við at fylgja mannagongdini fyri brævatkvøðu. Tí er hent at hjálpa. -
Ger valdagin hátíðarligan – eisini á ellis- og røktarheimum
Tað eru mong, ið gera nógv burturúr valdegnum, eitt nú at pynta við fløggum osf. Hetta kann vera ein hátíðardagur, eins og allir aðrir serligir dagar. -
Fortel øðrum hví fólk við demens eisini hava atkvøðurætt
Hóast fólk hava eina demensdiagnosu, eru tey ikki ómyndug. Tey hava eins stóran rætt at hava ávirkan, sum øll onnur. Atkvøðurætturin er tryggjaður í grundlógini.
