
Heilivágur
2 sløg av góðkendum heilivági
Í løtuni eru tvey sløg av góðkendum heilivági, sum kann veitast Alzheimer sjúklingum:
”kolinesterase-tarnarar” , sum fevnir um sløgini Donepezil, Rivastigmin og Galantamin, og Memantin.
Fyrra slagið minkar týningina av atlátsevninum acetylkolin (signalstoffum) í heilanum og bøtur um sambandið millum nervakyknur.
Memantin, verjir nervakyknur frá skaðiligari ávirkan av einum øðrum atlátsevni, sum verður nevnt glutamat, tí memantin setir seg á glutamatmóttakararnar sum ein tarnari, sum tarnar virknaðin av glutamati. Hesi sløgini av heilivági kunnu eisini nýtast sum viðgerð fyri Levy body demens og demens av Parkinson sjúku á lættari og miðal stigi.
Kolinesterasu-tarnarar
Trupulleikin við serliga Alzheimer er ein yvirframleiðsla av signalstoffinum glutamat, sum eisini hevur við sær ov nógvar glutamatmótttakarar (reseptorar) í heilanum.
Hetta kann hava við sær neurotoksisk árin (eitran), tí yvirframleiðslan av glutamati drepur heilakyknur.
Fyrri slagið av heilivági, kolinesterase-tarnarar, minkar um emzymið kolinesterase í heilanum. Kolinesterase niðurbrýtur azetylkolin, sum er signalstoff, ið tarnar glutamatframleiðslu.
Við alzheimer vilja vit hava meiri azetylkolin, tí tað tarnar glutamatframleiðslu, sum vit vilja hava minni av. Við at tarna kolinesterasu, fáa vit sostatt meira azetylkolin og minni glutamat í heilanum,
Vánaligt blóðrensl
Viðgerð fyri demens, ið stavar frá vánaligum blóðrensli, fer fram við fyribyrgjan av fleiri blóðtøppum og fyribyrgjan av æðrakálking í heilanum.
Hetta kann gerast við at veita heilivág, sum er blóðtynnandi, setur blóðtrýstið niður, minkar um kolesterol í blóðinum, umframt við rørslu, heilsugóðum kosti, at tapa seg um neyðugt, og at gevast við at roykja.
Heilivágur fyri demens av øðrum ávum
Viðgerð fyri demens av øðrum ávum, er treytað av orsøkini, sum eitt nú kann vera hormonviðgerð fyri stofskiftissjúku ella vitaminískoyti fyri B12 vitamin mangul.
Týdningarmikið at fylgja við heilivágnum
Bæði sjúklingar og avvarðandi eiga at vera upplýst um ofta avmarkaða virknaðin av heiliváginum, og um møgulig hjáárin. Somuleiðis eigur ein avtala um ætlan fyri uppfylging at fyriliggja.
Persónar við demenssjúku, sum hava torført við at halda skil á teirra heilivági, eiga at fáa hjálp frá einum umsorganarpersóni.
Mælt verður til at fylgja væl við, hvørt batar eru av medisininum og hvørji møgulig hjáárin eru, soleiðis at til ber at taka støðu til um viðgerðin skal halda áfram framyvir.
Kelda: Videnscenter for demens

