top of page
Viðtøkur

Viðtøkur felagsins
Alzheimerfelagið var sett á stovn í 2001. Sí viðtøkur felagsins, sum vóru samtyktar á stovnandi aðalfundinum í Tórshavn hin 9. septembur 2001:

§1
Navn felagsins er Alzheimerfelagið, og heimstaður er Tórshavn.
§2
Endamál felagsins er at:
● Stuðla og hjálpa minnisveikum (demenssjúkum) og avvarðandi teirra.
● Upplýsa og kunna um minnissjúku (demens) yvirhøvur.
● Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.
● Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
● Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
● Vera við í altjóða samstarvi.
§3
Limir: Øll kunnu gerast limir.
§4
Limagjald: Aðalfundurin ásetir limagjaldið.
§5
Stýrið
Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum valdir á ársaðalfundinum.
● Av teimum 5 nevndarlimunum eiga 3 umboð at vera fyri avvarðandi og 2 umboð viðfakligari útbúgving á økinum.
● Annar tiltakslimurin eigur at umboða tey avvarðandi og annar eigur at hava fakligaútbúgving á økinum.
● Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.
Formaður og kassameistari saman tekna felagið.
● Formaðurin kallar inn til nevndarfundar, 2 nevndarlimir kunnu altíð krevja nevndarfund.
Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta og nevndin er viðtøkufør tá tríggjir limir erumøttir.
● 2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur standa fyri vali líka ár, ólíka ár verða hinir 3 limirnir og 1tiltakslimur valdir.
Fyrsta nevndin situr í tvey ár.
§6
Limafundir: Skipað verður regluliga fyri limafundum og almennum tiltøkum.
§7
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki. Aðalfundurin skal vera hildin áðrenn 30. apríl.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá 1/5 av limunum ella ein meiriluti av nevndini krevur tað. Eykaaðalfundur verður hildin
innan 4 vikur, frá kravið er sett fram.
Boð um aðalfund verður lýst í føroysku fjølmiðlunum 3 vikur fyri fundin.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi minst 8 dagar fyri fundin.
Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum.

Aðalfundurin viðger hesi mál:
● Val av orðstýrara.
● Ársfrágreiðing felagsins.
● Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar.
● Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár.
● Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara.
● Verkætlan fyri komandi ár.
● Innkomin mál.
● Ymiskt.


§8
Roknskapur
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Felagið heftir bert við ognum sínum. 
§9
Lógarbroyting
Uppskot til lógarbroyting av viðtøkunum skulu vera nevndini í hendi seinast 2 vikur fyri aðalfundin.
§10
Felagið kann avtakast við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum, tá ið boðað er til aðalfundar ella eykaaðalfundar við hesum á skránni, og hvat gerast skal við møguligar ognir. Tekur aðalfundurin 14 dagar eftir tann fyrra undir við at avtaka felagið, verður hetta at fremja við einum av nevndini tilnevndum avtøkustjóra.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn hin 9. septembur 2001.

Fundarstjóri: Hans Trygvi Teirin/sign

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page