Phd og kanningar innan demens
Phd ritgerð um avvarðandi at fólki við demensi
Barbara Egilstrøð (2025)
Støðan hjá avvarðandi at persónum við demenssjúku í FO (2025)
Maria Skaalum Petersen og Sára Reinert
Støðan hjá avvarðandi at persónum við demens (2020)
Maria Skaalum Petersen
Títtleikin av demensi á eldrabýlum í Føroyum kannaður (2018)
Maria Skaalum Petersen
Títtleikin av demens í Føroyum (2018)
Maria Skaalum Petersen v.fl.
Phd ritgerð um ALS og Alzheimers (2023)
Malan Johansen
Ílegur og Alzheimers sjúka í Føroyum (2022)
Grein úr European Journal of Neurology
Malan Johansen v.fl.
Gransking
Alzheimerfelagið stuðlar gransking innan demens
í Føroyum

Demensætlanir
Demensvinarligar Føroyar 2025
Framløga hjá Demensklinikkini
Demensvinarligt samfelag 2015
Demensætlan fyri Føroyar 2015 mælir til at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Fyritreytir fyri hesum eru at geva fólki og myndugleikum vitan og innlit í viðurskifti, sum gera at fólk við demensi áhaldandi kunnu verða ein partur av samfelagnum.
Framferðarætlanin lýsir í stuttum, hvørjar avbjóðingar arbeiðsbólkurin metir eru á demensøkinum í Føroyum í dag, og gevur tilmæli til tiltøk, sum skulu til fyri at fremja átøkini.
Framferðarætlanin vísir á sjey øki, sum viðvíkja demens, har tað í dag eru avbjóðingar, og vísir á, hvørji øki kunnu mennast.
Tey sjey innsatsøkini eru hvør sær týdningarmiklir partar í viðgerð og røkt av fólki við demensi fyri at tryggja ein samanhangandi og effektivan innsats. Tað er heildin, fyribyrging, heilsufremjan og rehabilitering, sum skal tryggja ta góðu sjúklingagongdina. Hervið meinast tíðliga uppsporan.
