Hvat er demensur
Demens er heitið á tí støðu, ein kemur í, tá ið mentalu førleikarnir vikna orsakað av heilasjúku. Vanligasta orsøkin til demens er Alzheimers sjúka, sum minst helvtin av teimum við demens eru plágað av. Harumframt er vaskuler demens (blóðrensldemens) vanligt, men t.d. Lewy-body-demens, demens í sambandi við Parkinson og frontotemporal demens er ikki so vanligt. Tó eru fleiri enn 200 ymsar sjúkur, ið kunnu elva til demens.
Demens stendst av sjúku – ikki elli
Vandin fyri demens veksur við aldrinum, og demens stendst altíð av sjúku. Tað er ein mýta, at demens er natúrlig fylgja við aldrinum. Bert fáar av teimum sjúkum, ið hava demenseyðkenni við sær, kunnu lekjast, men fleiri av sjúkunum kunnu í størri ella minni mun viðgerast. Tí er týdningarmikið at fáa nágreinað, hvør sjúka hevur elvt til demens, og leggja eina viðgerðarætlan.
Sjúkueyðkenni
Flestu fólk við demens fáa minnistrupulleikar, men eisini aðrir mentalir førleikar verða raktir.
Tað kann vera:
• Áræði og virkiskraft
• Evnini at finna orð og nevna lutir við navni
• Evnini at finna veg (staðarsansur)
• Rokniførleiki
• Yvirlit og at kunna loysa trupulleikar
• Evnini at minnast nøvn á fólki
Eisini samveran við onnur kann gerast øðrvísi við demenssjúku. Sosialu førleikarnir og kenslulívið kunnu broytast, og persónsmenskan kann verða ávirkað. Tað merkir, at fólk við demens kunnu fáa tað truplari at skyna á sínámillum samspæli, eins og tey kunnu missa førleikan at liva seg inn í tankarnar hjá øðrum. Hjá summum versnar eisini plikenslan. Øll fólk uppliva viðhvørt, at minnið svíkur, ella at tey ikki klára at hava yvirlit, men trupulleikarnir skulu ávirka førleikan at klára seg í gerandisdegnum, áðrenn orsøk er at hava illgruna um demens.
Sjúkugongdin
Sjúkugongdin er treytað av orsøkini. Flestu demenssjúkur versna so líðandi og kunnu ikki lekjast. Sjúkugongdin kann
fevna um alt frá fáum árum til áratíggju.
Ættarbregði
Demenssjúkur eru í høvuðsheitum ikki arvaligar. Tá ið tað snýr seg um Alzheimers sjúku, eru bara 2-3% av sjúkutilburðunum beinleiðis arvur, orsøkin til restina av tilburðunum av Alzheimers sjúku er meira óviss.
Frontotemporal demens er felagsheitið fyri flokk av rættiliga sjáldsomum sjúkum, sum bara telja 5-10% av øllum við demenssjúkum. Frontotemporal demens bregður oftari í ættina, tí umleið 40% av tilburðunum eru ílegutreytaðir.
Viðgerð
Viðgerðarvánirnar eru treytaðar av, hvør sjúka er orsøk til demens. Ráðgeving saman við ítøkiligum stuðli og umlætting eru týdningarmestu partarnir í viðgerðini. Síðan síðst í 1990-unum hava læknar kunnað útskrivað heilivág, sum fyribils kyrrar sjúkueyðkennini um eitt nú Alzheimers sjúku. Tá ið tað snýr seg um vaskuler demens, ið kann stava frá blóðtøppum í heilanum, hevur viðgerðin til endamáls at fyribyrgja, at fleiri blóðtøppar kunnu taka seg upp.
Hugsa um framtíðina
Jú, meira ein veit um demenssjúkuna, ein hevur, jú betri fortreytir hevur ein fyri at taka avgerðir um framtíðina.
Neyðugt kann t.d. verða at flyta í annan bústað, og ynskið um at skriva testamenti kann eisini koma.
Verður tørvur á stuðulsátøkum og hjálpartólum, kann vera skilagott at vísa til hesi tíðliga í sjúkugongdini.
Allar kommunur hava demensvegleiðarar og demenssamskiparar, sum kunnu ráðgeva um møguleikar.
Neyv og skjót diagnosa er týdningarmikil
Nakrar av sjúkunum, ið hava demenseyðkenni við sær, kunnu lekjast. Tað er t.d. galdandi fyri eitt nú evnaskiftissjúkur, tunglyndi og hjáárin av heilivági ella við skeiva heilivágsnýtslu. Tí er altíð týdningarmikið at gera greitt, hvør orsøkin til eyðkennini er. Alzheimers sjúka kann sum nevnt ikki lekjast, men viðgerðin at kyrra sjúkueyðkennini skal helst í gongd skjótast gjørligt. Tí er eisini týdningarmikið at fáa diagnosuna staðfesta tíðliga.
Tak niður sum pdf her.
Kelda:
Býtið á demenssjúkum

Tað finnast omanfyri 200 ymsar sjúkur, sum kunnu hava við sær demens.
Tær mest vanligu av hesum sjúkunum eru vístar á myndini omanfyri. Alzheimer er orsøk til 62% av øllum demenstilburðum. Felags fyri hesar sjúkur er, at kognitivir førleikar hjá sjúklingunum vikna.
Alzheimer, Lewy body og frontotemporalur demensur hoyra allar til bólkin av demenssjúkum við týðiligum og varandi sjúkueyðkennum. Hetta eru sjúkur, sum týna ávísar heilakyknur, soleiðis at týdningarmiklar funktiónir í heilanum farast.
Vaskulærur demensur kemur av, at blóðrenslið til heilan verður avmarkað, orsakað av blóðtøppum, bløðingum ella trongum blóðkørum í heilanum. 17% av demenssjúkunum stava frá avmarkaðum blóðrensli í heilanum.
