top of page
Tilboð til fólk við demenssjúku
Tá demenssjúka rakar, kann tað verða torført at fáa greiðu á, hvørji tilboð eru til fólk við demensjúku í Føroyum.
Í Føroyum er talan serliga um tilboð sum:
-
Dagtilhald
-
Búpláss á røktarheimi
-
Umlætting
-
Heimarøkt og sjúkrarøkt til persónliga røkt, sjúkrarøkt og praktiska hjálp
Ymisk tilboð kring landið
Tað eru kommunurnar, sum varða av fólki við demenssjúkum.
Tað er ymiskt, hvørji tilboð kommunurnar hava til fólk við demenssjúkum og teirra avvarðandi. Ávísar kommunur hava kommunalar demenssamskiparar, sum virka sum kontaktpersónar og veita ráðgeving.
Nakrar kommunur hava tilboð til heimabúgvandi, sum eru tíðliga í demenssjúkuni, so sum gongubólkar, CST-bólkar v.m.
Neyvari kunning um ymsu tilboðini finnist á heimasíðunum í staðbundnu kommununi.
bottom of page
