
10 tekin um demens
1. Viknað minni
Tað er vanligt at gloyma eina avtalu ella eini boð, og koma í tankar um tað aftur seinni. Tó er ikki vanligt at gloyma, hvar ein er ávegis, ella hvønn ein fyri løtu síðani hevur tosað við.
2. At hava torført við at fremja vanligar uppgávur
Tað er vanligt at gloyma at tendra kaffimaskinuna, tá ein ætlar at gera kaffi. Tað er tó ikki vanligt at seta termokannuna á kókiplátuna á komfýrinum.
3. Avbjóðingar við málburði
Tað er vanligt, at tað av og á kann vera trupult at finna rætta orðið. Tó er tað ikki vanligt at gloyma eitt orð, og í staðin nýta eitt orð, sum onga meining gevur fyri samanhangin.
4. At hava trupult við at halda skil á tíð og stað
Tað er vanligt, at ein av og á ikki minnist hvør dagur tað er, ella at hava trupult við at finna veg í ókendum umhvørvi. Tað er ikki vanligt at misskilja klokkutímar á kvøldi, sum var tað morgun, ella at villast í kendum umhvørvi.
5. Minkandi førleika at meta um
Tað er vanligt, at ein ikki altíð letur seg í eftir veðrinum. Tað er ikki vanligt at lata seg í okkurt, sum er heilt burturvið í mun til árstíðina.
6. Torført við at hugsa úrtøkiliga (abstrakt)
Tað er vanligt at hava torført við at skilja eitt orðatak. Tað er ikki vanligt at skilja eitt orðatak heilt bókstaviliga.
7. At leggja ting, har tey ikki hoyra heima
Tað er vanligt at gloyma, hvar ein hevur lagt brillur ella lyklar. Tað er tó ikki vanligt at leggja brillur ella lyklar í køliskápið.
8. Broyting í lyndi og atburði
Tað er vanligt at gerast í ringum lag ella ráðaleystur, tá lyndið broytist. Tað er tó ikki vanligt, at ein broytist fullkomiliga, og beinanvegin gerst ørkymlaður, illgrunasamur ella óður.
9. Broyttan persónleika
Tað er vanligt, at sjónarmið og fatan broytist við aldrinum, og at umbera seg, um ein er farin um mark. Tað er tó ikki vanligt at siga sína hugsan, púrasta uttan fyrilit fyri kenslunum hjá øðrum.
10. Minkandi virkisandi
Tað er vanligt at hava ein dag, har ein ikki rættiliga fær tikið seg saman til at gera nakað. Tað er ikki vanligt, at vera óvirkin hvønn dag, og hava tørv á eggjan og stuðli fyri at koma í gongd.
kelda:alzheimer.dk
