
Avvarðandibólkar
Alzheimerfelagið skipar javnan fyri samrøðubólkum fyri avvarðandi hjá fólki við demenssjúkum. Bólkarnir eru bæði fyri makar og vaksin børn hjá fólki við demenssjúkum.
Bólkarnir eru frá mars fram til november, og hittast tey luttakandi 8 ferðir í hesum tíðarskeiðnum.
Málið við bólkunum er at:
-
fáa kunnleika um demens
-
fáa hent ráð um almenn tilboð
-
finna stuðul og styrki til at megna gerandisdagin
-
viðgera kenslur
-
fáa hjálp til at bróta sosiala avbyrging
-
fáa hugskot til samveru við tann demenssjúka
-
fyrireika tey avvarðandi til nýggjar avbjóðingar, sum sjúkan kann hava við sær
Hvussu kunnu avvarðandibólkarnir hjálpa?
Avvarðandi hjá fólki við demenssjúku eru í eini truplari lívsstøðu. Tá ein í familjuni fær demens, verður øll familjan rakt, og tá er týðandi fyri avvarðandi at fáa kunnleika um sjúkuna og stuðul frá øðrum, sum kunnu skilja, hvussu ein hevur tað.
At verða partur av samrøðubólki fyri avvarðandi er ikki eitt viðgerðartilboð. Men tað er eitt trygt stað, har tú kanst tosa við fólk í líknandi støðu, og har tit kunnu deila vitan og royndir og saman finna loysnir.
Bólkarnir verða stuðlaðir av fakfólki innan demensøkið.
Bæði luttakarar og fakfólk er áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum. Ofta hevur eitt fakfólk ella ein avvarðandi eitt lítið upplegg á fundunum um eitt relevant evni.
Avvarðandibólkar hittast í hølum hjá MEGD, har Alzheimerfelagið eisini heldur til. Lýst verður á heimasíðuni og facebooksíðuni hjá felagnum, tá skipað verður fyri samrøðubólkum fyri avvarðandi.
Kostnaðurin er kr. 300,-
