top of page
kærlighed

Stuðla okkum

Alzheimerfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum stava frá limagjaldi, testamentariskum gávum og gávum frá einstaklingum og feløgum.

Stuðla við gávu
Ynskir tú at lata felagnum eina gávu, ella hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Alzheimerfelagið. 

Felagið hevur konti í hesum føroysku peningastovnum:

Bank Nordik: 6460-163.404.8
Betri Banki:   9181-133.447.8

Tú kanst eisini tekna teg sum lim, og stuðla felagnum við árligum limagjaldi.

 

Gávur í samband við jarðarferð

Í Alzheimerfelagnum eru vit sera takksom og eyðmjúk um, at fólk ynskja at lata peningagávu til felagið í samband við jarðarferð.

Tá ið Alzheimerfelagið fær peningagávur í samband við jarðarferð, verður takkarbræv sent til avvarðandi. Í brævinum stendur samlaða upphæddin, sum var veitt felagnum og nøvnini á øllum teimum, ið lótu eina gávu.

Umráðandi er tí at viðmerkja navnið á viðkomandi, ið ferð til gravar. 
 

Alzheimerfelagið hevur kontu í hesum peningastovnum:

Betri Banki:                        9181-133.447.8
BankNordik:                      6460-163.404.8

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page