Kommunulækni
Um illgruni er um demens, er fyrsta stigið at fara til tín kommunulækna, sum kann ávísa til Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum, sum tekur sær av útgreining fyri demens.
Fyri summi kann tað vera eitt stórt stig at fara til kommunulækna. Men jú fyrr sjúkan verður staðfest, tess skjótari kann viðgerð setast í verk, og tað kann hava týdning fyri sjúkugongdina og lívsgóðsku.
Útgreining á Landssjúkrahúsinum
Á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum verða kanningar og útgreiningar fyri demens framdar. Endamálið er at staðfesta hvørt talan er um demens, hvat slag av demensi, talan er um, og at útloka aðrar sjúkur, ið kunnu hava somu sjúkueyðkennir, sum demensur – eitt nú strongd og tunglyndi. Les meira um útgreining her
Harafturat veitir Demensklinikkin kunning og ráðgeving til sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk.
Útgreinandi kanningar
Tað er ymiskt, hvørjar kanningar tørvur er á, fyri at kunna seta eina diagnosu.
Kanningar, ið kunnu koma fyri, eru blóðroyndir, EKG kanning av hjartanum, skanningar, neuropsykologiskar kanningar, samrøður, lumbalpunktur og fysisk kanning hjá serlækna.
Tá neyðugu kanningar eru framdar og greinaðar, verður ein diagnosa møguliga sett.
Er talan um eina demensdiagnosu, greiðir læknin frá viðgerðarmøguleikum bæði viðvíkjandi medisini, sum møguliga kann stimbra minnið, men eisini møguleikum fyri sálarligum, fysiskum og praktiskum stuðli.
Harafturat verður greitt frá møguleikum og fyrimunum við at broyta livihátt.
Heilivágur
Tað finst ongin lekjandi viðgerð fyri demens, men tað finst heilivágur, sum kann seinka sjúkueyðkennir í eina tíð. Heilvágurin er sostatt ikki viðgerð fyri sjálva sjúkuna, men hevur ein fyribils virkna, sum kann stabilsera kognitiva funktiónsstøðið, praktiskar virkisførleikar í gerandisdegnum og almennu støðuna annars hjá sjúklinginum.

