top of page
Fakta um fyribyrging av demensi

Orsøkin til demenssjúkur er ikki bara ein, men fleiri. Aldur, ættarbregði, lívsstílur og umhvørvi samvirka og hava árin á vandan fyri at fáa demens. Demensváðin økist viðaldrinum, og aldur er tískil hin mest týðandi vandaorsøkin.

Bert fá prosent av demenstilburðunum eru beinleiðis ættarbregði.
 

Lívsstílur

Ein røð av lívsstílsorsøkum er knýtt at øktum demensvanda. Fólkakanningar vísa á hagfrøðiligan samanhang millum t.d. rørslu- og kostvanar alt lívið og vanda fyri

demens í aldurdóminum. Eingin veit, um nakað beinleiðis samband er.
 

Rørsla

Reglulig rørsla og likamligt virksemi alt lívið tálma demensváðanum. Tað nýtist ikki at vera strævin og streingjandi rørsla. Tríggir gongutúrur um vikuna á umleið 40 minuttir við góðari ferð gera mun. Fólkakanningar benda á, at tey, ið halda seg væl fyri kropsliga, minka umdemensvandan við 28 %.
 

Royking

Roykjarar eru hagfrøðiliga sæð í størri vanda fyri at fáa demens, tá ið teir gerast eldri. Sambært fólkakanningum er vandin fyri Alzheimers sjúku 70-80 % størri, um ein hevur roykt í fleiri ár. Kanningarnar benda eisini á, at vandin hjá fyrrverandi roykjarum at fáa demens minkar

við tíðini, so munurin javnast. Mælt verður altíð til at gevast at roykja.
 

Alkohol

Stór nýtsla av øli, víni og brennivíni skaðar heilan og kann í ávísum førum elva til demens. Harafturímóti hevur alkohol í smánýtslu eitt sindur gagnligt árin á heila og heilsu.

Reglulig smánýtsla av alkoholi hevur lægri demensváða  við sær. Men minst til ráðini frá heilsumyndugleikunum: í mesta lagi 7 alkoeindir um vikuna til kvinnur og í mesta lagi 14 til menn.
 

Tunglyndi

Afturvendandi tilburðir við miðaltungum ella heilt tungum tunglyndi gjøgnum lívið hava við sær eitt sindur øktan demensváða. Ein ræður ikki fyri, hvørt ein fær tunglyndi ella ikki, men kennir ein á sær eyðkenni við tunglyndi, er týdningarmikið at fáa køna útgreining og viðgerð. Hevur ein havt tunglyndi, eigur ein eisini at hava ans fyri møguleikanum at fyribyrgja afturvendandi tunglyndistilburðum.
 

Heilsuligar vandaorsakir

Ov høgt blóðtrýst, ov høgt kolesterol í blóðinum, fiti og illa tálmað sukursjúka hava við sær eitt sindur øktan demensváða. Somu orsakir økja eisini um vandan fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur. Tað, ið er skaðiligt fyri hjartað, er eisini skaðligt fyri heilan. Við sínum lívsstíli hevur

ein sostatt møguleika at minka um vandan fyri at fáa demens. Hevur ein eyðkenni um ov høgt blóðtrýst, ov høgt kolesterol ella sukursjúku er týdningarmikið við útgreining og viðgerð.
 

Heilafimleikur og sosial samvera

Eldri, ið fáast við ítriv, ið krevur nakað av skilinum, sum t.d. at lesa, spæla kort ella borðspøl, leggja putlispøl v.m., eru eftir øllum at døma í minni vanda fyri at fáa demens.

Sosial samvera, felagsarbeiði, sjálvboðið arbeiði og eitt virkið felagslív hava kanska sama  virknað.


Hvat kann eg gera?

Sunnur lívsstílur er kortini eingin trygd fyri, at ein ikki fær demens, men ein kann helst minka um demensváðan við at:

• vera likamliga virkin fleiri ferðir um vikuna

• lata vera við at roykja

• eta fjølbroytt, grønt og ikki ov nógv

• drekka alkohol við máta

• fáa útgreining og viðgerð, um tekin eru um depressión

• fyribyrgja ov høgum blóðtrýsti, ov høgum kolesteroli í blóðinum, fiti og sukursjúku

• halda heilan í gongd

• vera millum fólk
 

Kelda:

www.videnscenterfordemens

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page