top of page

Endamál felagsins

DALL·E-2023-09-01-21.15.53-a-single-forget-me-not-flower-with-white-background.png
Endamálini hjá Alzheimerfelagnum eru sambært viðtøkunum at:
  • Stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra.

  • Upplýsa og kunna um demenssjúkur yvirhøvur.

  • Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.

  • Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.

  • Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.

  • Vera við í altjóða samstarvi.

Glad portræt
Soleiðis arbeiða vit við at fremja endamálini í verki:

Vit stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi:

  • M.a. gjøgnum avvarðandibólkar og Demenslinjuna. 

 

Vit upplýsa og kunna um demenssjúkur:

  • Gjøgnum heimasíðuna og facebooksíðuna hjá Alzheimerfelagnum, á kunningartiltøkum og við at skipa fyri fyrilestrum og ráðstevnum.

  • Á altjóða Alzheimerdegnum, 21. september, skipar felagið fyri stórum tiltaki, har tað ofta eru fyrilestrar á skrá. Eisini vísir Kringvarp Føroya filmar og/ella sendingar um demens og Mylnan selir ofta minniskøkur, har inntøkan fer til felagið.

  • Harumframt ger felagið nógv burturúr aðalfundi felagsins, sum vanliga er í mars. Ársfrágreiðing verður gjørd á hvørjum ári, um virksemið hjá felagnum.

 

Vit upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar við:

  • at hava javnt og persónligt samskifti við politikarar.

  • at skriva hoyringssvar til lógaruppskot, lesarabrøv v.m.

  • at hava gott og regluligt samskifti við myndugleikar á demensøkinum. Eitt nú er árligur fundur við Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum, eins og felagið tekur stig til fundarvirksemi við avvarðandi myndugleikar eftir tørvi.

 

Vit stuðla gransking og menning innan demenssjúkur við at:

  • seta í verk kanningar og granskingarverkætlanir

  • stuðla granskingarverkætlanum fíggjarliga

 

Vit verja rættartrygdina hjá demenssjúkum við at:

  • tala at, tá borgarar við demenssjúku eru fyri órætti

  • upplýsa um rættindi hjá demenssjúkum og teirra avvarðandi

 

Vit eru við í altjóða samstarvi á hendan hátt:

  • Alzheimerfelagið samstarvar við alzheimerfeløgini í Norðurlondum, eitt nú við at luttaka á árligum norðurlendskum fundi. 

a-forget-me-not-flower-and-two-people-holding-hands-with-white-and-light-background-768x76

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page