top of page

Hjálpartekin

Ein hjálpandi hond 2.jpg
ein hjálpand hond.jpg

“Ein hjálpandi hond” er eitt tekin, sum tú kanst hava
uppi á tær, um tú hevur demens. Endamálið við
hjálparmerkinum er, at varpa ljós á tørvin hjá borgarum
við demenssjúkum fyri eini hjálpandi hond. Hendurnar
vísa, at øllum menniskjum tørvar eina hjálpandi hond,
og serliga borgarar við demensi, sum í mongum førum
hava brúk fyri meiri tíð og at víst verður størri tolsemi
og vinsemi.

Um tú sært ein persón við demensmerkinum, so eru trý
góð ráð, sum eru ein hjálpandi hond fyri okkum øll.
Tá ið tú setur teg í samband við fólk við demensmerkinum,
eigur tú at:

  • smílast og nærkast blídliga

  • spyrja ein spurning í senn

  •  seta ferðina niður, og gjarna vísa teimum vegin

 

Í pakkanum eru fýra lutir við merkinum á: nál, lyklaringur, klisturmerki og lyklaband við korti.

Merkið “Ein hjálpandi hond” fæst við at seta teg í samband við til Alzheimerfelagið.

Fylgjarakort

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page