top of page

At tosa saman

Vit hava lyndi til at hugsa, at samskifti er at tosa, men tað er so nógv meira enn tað. Ein stórur partur av okkara samskifti er uttan orð, tað sum hendir gjøgnum handabrá, andlitsbrá og verumáta. Samskifti uttan orð er serliga týdningarmikið, tá ið persónurin missir evnini at tosa. Tað kann eisini merkja, at persónurin við demens uppførir seg á ein hátt, sum tey, ið eru um hann, hava trupult við at tulka, tá ið royna at úttrykkja eitthvørt.
 

Demens og málið

Eitt tekin, sum ofta sæst tíðliga, tá ein persónur er raktur av demens, er, at tað er trupult at finna tey røttu orðini. Persónurin sigur orðini skeivt, ella kann sum heild hava trupult at finna orðini.  Hetta kann vera ørkymlandi bæði fyri persónin og hansara kæru, men skyldast sjúkuni. Onnur fyribrigdi kunnu eisini ávirka málsliga førleikan hjá persóninum sum t.d pína, tregi, sjúka og hjáárin av heilivági. Um tú hevur illgruna um tað, so tosa við kommunulæknan. Um neyðugt kanna um glasstyrkin á brillunum er hóskandi, hoyritólini í lagi og tenninar passa.
 

Trupulleikar við samskiftinum kunnu vera ørkymlandi fyri persónin við demens og hansara nærmastu, men tað eru fleiri mátar, sum kunnu hjálpa, so tað gerst lættari at skilja hvør annan.
 

Tá ið tú tosar við ein persón við demens

Áðrenn tú tosar:

  • Um møguligt, tá ið tú hevur skund ella kennir teg strongdan, tak eina løtu at sissa teg

  • Hugsa um, hvat tú ynskir at tosa um. Tað kann vera hent at hava eitt evni klárt, ella at spyrja teg sjálvan, hvat tú ynskir at náa við samtaluni

  • Tryggja tær, at tú hevur hansara fulla uppmerksemi

  • Tryggja tær, at persónurin sær teg

  • Royn at fáa eygnasamband. Tað kann hjálpa persóninum at síggja teg

  • Lat minst møguligt óljóð órógva, so sum útvarp, sjónvarp ella tos frá øðrum


Hvussu skal ein tosa?

  • Tosa týðiliga og róliga

  • Tosa heldur seint og loyv steðgum ímillum setningarnar, so persónurin fær tíð at fata, hvat tú sigur, og fær tíð at svara aftur. Hetta kann kennast sum ein keðiligur? ”óbehagiligur” steðgur fyri teg, men er av alstórum týdningi fyri at stuðla persóninum at tosa

  • Ikki tosa ov hart, tí tað kann ørkymla persónin. Hugsa um tónalagið.

  • Nýt stuttar, einfaldar setningar

  • Ikki tosa um fólk við demens, sum um tey ikki vóru har, ella tosa við tey, sum tú hevði tosað við eitt barn. Vís virðing og ver tolin

  • Skemt kann hjálpa at føra tykkum nærri hvør øðrum og lættir trýstið. Royn og flenn at misskiljingum og mistøkum – tað kann hjálpa.

  • Royn og inkludera persónin í samtaluna við onnur. At verða inkluderaður í sosialar bólkar kann hjálpa persónum við demens at varðveita teirra samleika. Tað kann eisini minka um kensluna av at vera uttanfyri (eksklusión) og at vera avbyrgdur.


Hvat skal ein siga?

  • Ver jaligur

  • Ikki spyrja ov nógvar beinleiðis spurningar. Fólk við demens kunnu gerast ørkymlaði, um tey ikki kunnu svara spurningunum. Um tú noyðist at spyrja, so spyr ein spurning í senn, og orða setningin, so hann kann svarast við ja ella nei.

  • Forða fyri, at persónurin skal taka torgreiddar avgerðir. At geva øðrum eitt val er av týdningi, um tey kunnu megna tað, men ov nógv val kunnu verða ørkymlandi og ”streingjandi”.

  • Um persónurin ikki skilir, hvat tú sigur, royn at umformulera setningin og spyr á ein annan hátt, heldur enn at endurtaka sama spurning.

  • Sum demensurin versnar, kann persónurin hava trupult at vita, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Um persónurin sigur okkurt, sum tú veitst er skeivt, royn so at stýra samtaluni í rættan rættning heldur enn at mæla ímóti. Royn at fáa fatur í meiningini handan orðini og kenslunum, sum tey luta?
     

At lurta

  • Lurta væl eftir, hvat persónurin sigur, og gev teimum nógva tilstuðlan/eggjan/uppmuntran.

  • Um tú ikki skilir til fulnar, so sig persóninum, hvat tú hevur skilt, og spyr, um tú hevur skilt tað rætt.

  • Um persónurin hevur trupult at finna tey røttu orðini ella at enda ein setning, so bið tey greiða frá á annan hátt. Lurta eftir ábendingum. Legg eisini merki til teirra kropsmál. Andlitsbráið og soleiðis, sum tey hátta sær og fara fram, kann geva tær greiðar ábendingar um, hvussu tey hava tað.

  • Um persónurin er keddur, so lat hann geva til kennar sínar kenslur, uttan at royna at fáa tey ”upp við flagginum”. Onkuntíð er tað besta, tú kanst gera, at lurta og vísa, at tú hevur umsorgan.
     

Kropsmál og fysisk kontakt

  • Ein persónur við demens avlesur títt kropsmál. Bráðligar rørslur og eitt spent andlitsbrá kann vera orsøk til órógv og strongd og kann gera samskiftið truplari.

  • Tryggja tær, at tað er samsvar ímillum títt kropsmál og tað, tú sigur.

  • Statt ikki ov nær ella uppiyvir teimum, tú tosar við. Tað kann kennast ræðandi. Virða ístaðin teirra mørk, og ver í eygnahædd. Hetta gevur teimum kensluna av at hava tamarhald.

  • Nýt møguliga fysiska kontakt at vísa tína umsorgan og ugga. Undirmet ikki tann ugga, tú kanst veita við at halda í hondina, – um tað kennist gott. Tó skal ein vera tilvitaður um, at fysisk kontakt kann virka bæði hóttandi og uggandi.

 

Kelda: Alzheimer UK: www.alzheimers.org.uk


1 Hygg eftir menniskjanum aftan fyri sjúkuna
Fólk við demens eru líka so ymisk sum øll onnur og hava uppiborið somu virðing og ans, sum tú vanliga hevur mótvegis menniskjum, tú møtir. Set tí í miðdepilin allar teir persónligu eginleikar, sum persónurin við demens framvegis hevur.

2 Halt sambandið við líka
Sosialt samspæl við onnur hevur eina jaliga ávirkan á, hvussu fólk við demens annars klára at liva við sjúkuni. Royn og halt sambandið við líka, sjálvt um tað ikki ber til at vera saman uppá sama máta sum áður.

3 Ver nærverandi í persónligu løtunum
Demenssjúkan hevur avbjóðingar viðvíkjandi at minnast, og framtíðin kann vera trupul at hava yvirlit yvir. Støðan her og nú hevur tí avgerandi týdning. Hon gevur tær møguleika at lurta og vera umhugsin. Samveran hevur á henda hátt týdning fyri báðar partar.

4 Tosa beint fram um demens
Ver opinskáraður um sjúkuna. Tað fremur størri góðsemju í familjuni, millum vinir og starvsfelagar. Opinleiki ger tað eisini lættari at taka ímóti hjálp og stuðuli, sum fólk í umhvørvinum koma við.

5 Gloym ikki títt egna lív
Tá tú ert tætt uppá eitt menniskja við demens, krevur tað orku frá tær. Fyri at varðveita orkuna er tað sera týdningarmikið, at tú eisini hevur rúm og tíð fyri tær sjálvum.

6 Tú skalt ikki finnast at
Ábreiðslur hava ofta við sær tvídrátt og ørkymlan. Royn heldur at leggja dent á tað, sum framvegis er gott – og á tað, sum viðkomandi við demens hevur fingist við gjøgnum lívið. Tað eru vit, sum eru frísk, sum mugu flyta okkum. Tann sjúki kann ikki.

7 Leita tær vitan um demens
Meira, tú veitst um demens, betri vilt tú vera før fyri at hjálpa einum menniskja við demenssjúku. Ger tí tær sjálvum og tí sjúka eina tænastu við at ogna tær meiri vitan um demens.

Leita tær vitan á t.d. alzheimer.dk og videnscenterfordemens.dk

7 góð ráð um samskifti

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page