Alzheimerfelagið varpaði ljós á demens

September er altjóða Alzheimer mánaður, har varpað verður ljós á demens kring heimin. Eisini her hjá okkum var nógv gjørt burturúr.
Saman við Jensjáku Hansen og øðrum stuðlum, var skipað fyri tiltaki á torginum í SMS, har felagið hevði bás, og tey sum tordu, kundu royna at klintra upp eftir veggi ella at síða frá einari hædd til aðra.
Somuleiðis var møguleiki at fáa eitt prát og signeraða bók frá Hannu D. Andreassen og Flemming Østergaard (Don Ø) í Rit og Rák. Tey bæði hava nýliga útgivið hvør sína bók um gerandisdagin, tá demensur rakar í familjuni.
Harumframt var skipað fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum.
Fakliga skráin umhandlaði støðuna á demensøkinum, málburð innan demens og nýggjari gransking á økinum.
Kvøldskráin legði dent á persónligar lívssøgur, har Flemming Østergaard (Don Ø) greiddi frá lívinum saman við konu síni, sum fyri stuttum doyði av Alzheimer sjúku. Somuleiðis søgdu Stanley Samuelsen og kona hansara, Merete Messman, frá gerandisdegnum við Alzheimer.
Stanley fekk staðfest Alzheimer fyri fimm árum síðani, men er framvegis virkin á tónleikapallinum. Jensjáku Hansen greiddi eisini frá um demens í síni familju.
Eisini var vístur heimildarfilmurin um Biritu, sum sonur hennara Búi Egason Dam hevur leikstjórnað.
Ráðstevnan savnaði nógv fólk og fekk stóran ans í miðlunum, og dagin eftir varð demensøkið eisini umrøtt í Løgtinginum.
Alzheimerfelagið gav eisini út bókina “Tøgnin fekk eina rødd” í farna mánaði, sum inniheldur bæði søguligar lýsingar og persónligar frásagnir um menningina á demensøkinum farnu árini. Hon lýsir, hvussu felagið hevur verið við til at bróta tøgnina og verið ein rødd hjá teimum, sum hava havt tørv á vitan og hjálp, tá demensur rakar.
Sostatt var eitt av mest týðandi málunum fyri september sum Altjóða Alzheimer mánaður rokkin -, nevnliga at økja um kunnleika og tilvitan hjá almenninginum um demens og Alzheimer sjúku.
