Áheitan til floksformenn í samband við samgongusamráðingar
- for 5 timer siden
- 1 min læsning

Alzheimerfelagið ynskir øllum afturvaldum og nývaldum løgtingslimum hjartaliga tillukku.
Meðan samgongusamráðingarnar fara fram, bíða fólk við demens og avvarðandi teirra eftir at hoyra, hvørjar ambitiónir verða settar fyri demensøkið.
Alzheimerfelagið heitir tí á tykkum, sum nú skriva samgonguskjalið, um at minnast til tey 1000, sum dagliga liva við einari demenssjúku, - og teirra avvarðandi.
Alzheimerfelagið vónar inniliga at komandi samgonga og Løgting vil:
➡️Fáa til vega ein landsfevnandi demenspolitikk, sum borgar fyri einum demensvinarligum samfelag.
➡️Tryggja, at tað gerst ein lógarfestur rættur hjá øllum, sum fáa eina demenssjúku, at fáa ein demenssamskipara knýttan at familjuni.
➡️Tryggja fleiri heilsu- og røktarstarvsfólk við útbúgving
➡️ Raðfesta fyribyrging og gransking


