Heilsan til nýggju samgonguna
- 11. apr.
- 2 min læsning

Alzheimerfelagið ynskir nýggju samgonguni góða eydnu við arbeiðinum komandi fýra árini. Vit fegnast um, at samgonguskjalið leggur dent á ábyrgd, felags loysnir og breiðar semjur. Hetta eru týðandi fortreytir fyri at menna eitt samfelag, har øll kunnu liva eitt virðiligt lív – eisini fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi.
Alzheimerfelagið fegnast um nógvu og góðu ætlanirnar í samgonguskjalinum, sum eisini koma fólki við demenssjúku og teirra avvarðandi til góðar.
Vælferðartøkni og tøknilig frambrot
Í samgonguskjalinum stendur: “Vit skulu gagnnýta tøkniligu frambrotini, eitt nú í vælferðartøkni.”
Hetta er serliga týdningarmikið fyri demensøkið. GPS, sensorar, hurðarvarnarar og onnur trygdartøkni kunnu økja um frælsi, tryggleika og lívsgóðsku hjá fólki við demens.
Tí er tað týdningarmikið, at tvingsilslógin verður meira smidlig og minni umsitingarlig tung, so vælferðartøkni kann økja um trygd, við at nýtast proaktivt og fyribyrgja óhapp.
Rættindi og samanhangandi sjúklingagongd
Um evnini stendur í samgonguskjalinum, at ætlanin er:
at styrkja lággáttartænastur
at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir
at borgarin skal vera í miðdeplinum
at styrkja vælferðina og dygdargóðar tænastur
Fólk við demens og teirra avvarðandi hava tørv á greiðum rættindum, eitt nú innan útgreining, samskipaða hjálp, avvarðandi stuðul og atgongd til samanhangandi tænastur. Hetta er ein fortreyt fyri tryggari og virðiligari røkt.
Førleikamenning og útbúgving
Samgonguskjalið nágreinar at: “Saman við heilsustarvsfólkum skulu vit orða eina heildarætlan fyri førleikamenning og víðari útbúgving.”
Demensøkið krevur væl útbúgvin og kvalifiserað starvsfólk við serkunnleika. Dygdargóð og trygg røkt- og umsorgan krevur fakliga vitan, førleikar og tíð.
Tí er tað týdningarmikið, at útbúgving og førleikamenning innan demensøkið verður raðfest sum ein týðandi partur av heildarætlanini fyri heilsuverkið.
Manning og starvsfólkaviðurskifti
Í samgonguskjalinum stendur: “Eitt minstamark eigur at vera sett á talið á starvsfólkum.”
Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri góðari demensrøkt. Alzheimerfelagið hevur nýliga víst á, at nøktandi tal av starvsfólkum á demensdeildum er beinleiðis tengt at lívsgóðsku hjá borgarum og arbeiðsumhvørvinum hjá starvsfólkum. Trygg og virðilig røkt krevur bæði rættan førleika og nøktandi tal av starvsfólkum.
Alzheimerfelagið gleðir seg at samstarva við nýggja løgtingið og landsstýrið um at menna eitt samfelag, har fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi fáa ta hjálp, tey hava tørv á – til rætta tíð, á rætta stað og við virðing fyri tí einstaka.
