Stór ráðstevna um demens í september
- for 9 timer siden
- 1 min læsning

Í sambandi við, at Alzheimerfelagið í Føroyum hevur 25 ára stovningardag, verður áhugaverd ráðstevna í Norðurlandahúsinum á altjóða Alzheimerdegnum 21. september. Lív Mikkelsen fer at leiða ráðstevnuna, sum er býtt upp í tveir partar. Tann fyrri er um dagin, og tann seinni er um kvøldið.
Kostnaður um dagin er 615 kr.
Kostnaður um kvøldið er 215 kr.
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á demensøkið – bæði faklig og persónlig viðurskifti, sum lýsa avbjóðingar, málburð, og hvussu øll familjan verður ávirkað, tá ið sjúkan rakar. Men eisini, hvussu tilveran við demenssjúku framvegis kann vera góð, tá ið umstøðurnar eru góðar.
Ráðstevnan hevur spennandi skrá til bæði fakfólk, avvarðandi, politikarar og øll við áhuga fyri demensøkinum. Sí skrá og keyp atgongumerkir her.
