top of page

Stóra takk fyri

  • 19. jul.
  • 1 min læsning

- Jonhard og tit øll, ið stuðlaðu!

Heili 16 umfør ella 107,3 km rann Jonhard Larsen til Backyard Ultra í Havnardali í farnu viku. Samstundis bar til at stuðla honum pr. rundu.


Jonhard hevði frammanundan víst á, at stuðulin fór at vera latin Alzheimerfelagnum, ið tilsamans bleiv til væl omanfyri 30.000 kr. - og vit eru sjálvsagt ovurfegin.


Tað hevur alstóran týdning fyri sjálvbodna virksemið hjá felagnum, at fáa fígging á ymsan hátt, tí vit eru ikki á fíggjarlóg.


Somuleiðis høvdu Spf. Drangarnir og Koyriskúlin við Jóhan Sjóstein latið tveir vinningar at trekkja lutakast millum teirra, sum stuðlaðu renningini.

Lutakastið var drigið “live” fríggjadagin, og niðanfyri her, kanst tú síggja, hvør vann.



Enn einaferð av ❤️ TAKK!😊

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page