top of page

Ársaðalfundur

  • for 1 dag siden
  • 1 min læsning

Í farnu viku var ársaðalfundur í Alzheimerfelagnum. Lív Mikkelsen, nevndarlimur, bar seg undan afturvali, og fyri hana var valdur Jóhan Pauli Helgason.


Alexander Samuelsen legði fram roknskapin og Naina Túgvustein, forkvinna, greiddi frá virkseminum í felagnum í 2025.

Hon nevndi ma. at størstu framstigini vóru savnan av demensøkinum hjá kommununum og nýggja denenssamskiparaútbúgvingin “Demensvinarlig viðgerð og røkt” sum Setrið nú bjóðar.

Harumframt at kanningin av støðuni hjá avvarðandi at persóni við demenssjuku var endurtikin i 2025.

Úrslitini vístu, at støðan ikki er batnað nóg nógv, og tí er hetta eitt øki, sum framhaldandi krevur raðfesting.


Síðani fortaldi Jensjáku Hansen um komandi ferðina uppá fjallið Ama Dablam og endamálinum hjá sær við samstundis at stuðla Alzheimerfelagnum.


Hetta fegnast vit sjálvsagt almikið um, tí uttan fíggjarligan stuðul, hevði ikki borið til hjá felagnum at fyriskipa tiltøk og varpa ljós á demenssjúkur.


Á aðalfundinum vóru eisini framløgur, har nøkur teirra, sum hava tikið nýggju útbúgvingina á Setrinum løgdu fram.

Tað hevur alstóran týdning, at útbúgvingin verður bjóðað í Føroyum, tí hon økir bæði um fakligu førleikarnar og røktina til fólk við demenssjúkum.


Týsdagin var fyrsti nevndarfundur aftaná aðalfundin, har nevndin skipaði seg.

Naina Túgvustein heldur fram sum forkvinna, Unn Justinussen sum varaforfólk, Guðrið Hovsgarð, kassameistari og Jóhan Pauli Helgason bleiv skrivari.

Óløf Tunga heldur á sum nevndarlimur og varalimir eru Hilmar Augustinussen og Leif Petersen.


Nevndarfundur er einaferð um mánaðin, og í løtuni verður arbeitt við størri tiltakið í

Norðurlandahúsinum í september, tá Alzheimerfelagið hevur 25 ára stovningardag.


Til ber at lesa ársfrágreiðingina her.⬇️

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page