top of page

Nýggir avvarðandi bólkar byrja í mars

  • 14. feb.
  • 1 min læsning

Opdateret: 6. mar.



Ert tú avvarðandi til fólk við demensi, so ert tú hjartaliga vælkomin til at tekna teg til avvarðandibólk hjá Alzheimerfelagnum.

Aftur í ár verður nevniliga skipað fyri avvarðandibólkum, ið byrja 10 mars. Talan er um hjálp til sjálvhjálp, tí okkara royndir vísa, at tað kann vera gott at tosa og deila vitan við onnur, ið kenna til støðuna sum avvarðandi.

Til hvørt kvøld verður eitt upplegg um eitt viðkomandi evni. Aftaná ber til at seta spurningar, deila vitan og práta um tað at verða avvarðandi og avbjóðingar, ið standast, tá demenssjúka rakar.

Vit hittast í hølunum hjá Alzheimerfelagnum, Íslandsvegur 10c í Havn (í Megd-húsinum). Eftir ætlan verða bólkararnir býttir upp í ávikavist makar og vaksin børn at fólki við demensi aftaná uppleggið.Fakfólk innan demensøkið standa fyri og skipa kvøldini. SKRÁ 2026

Týsdag – 10. mars Kunning um demenssjúkur, útgreinan, viðgerð, umsorgan og røkt.Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur, master í geriatriskari sjúkrarøkt og demenssamskipari

Hósdag  – 9. apríl Hvørja ávirkan hevur demensur á sansirnar, og hvussu kunnu vit við sansunum kveikja og stimbra tann demenssjúka. Kirstin Ellingsgaard, ergoterapeutur

Hósdag – 7. maj Familjufyrisitingin kunnar um verjumál og framtíðarfulltrú.Monika Hjelm Rasmussen

Hósdag – 18. juni At vera avvarðandi hjá fólki við demens.Anna Vilhelmsen, neuropsykologur Summarsteðgur Hósdag – 27. august Um at vera avvarðandi – vaksin børn siga sínar søgu. Týsdag – 22. september Um at vera avvarðandi – makar siga sína søgu.

Hósdag – 22. oktober Stjørnuløtur í bíðisorgHanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur Týsdag – 24. november LívssøgurPoula Sørensen

Tilmelding fer fram á alzheimer@alzheimer.fo innan 7. mars 2026. Viðmerk um tú ert maki ella barn at fólki við demenssjúku, og hvar í landinum tú býrt. Kostnaður er 300kr.

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page