top of page

Áheitan til landsstýriskvinnuna í Almanna- og bústaðarmálum um at broyta tvingsilslógina

for 3 timer siden
4 min læsning

Í august sendi Alzheimerfelagið eitt skriv til landsstýriskvinnuna í Almanna- og bústaðarmálum, Margit Stórá, við eini áheitan um at broyta tvingsilslógina, so lættari gerst, at ein persónur við demenssjúku og familjan rundanum kunnu kenna seg so tryggan sum gjørligt í gerandisdegnum, uttan at meiri verður lagt upp í sjálvsavgerðarrættin enn neyðugt. Í svari frá aðalráðum verður víst á, at tað er eitt økið, sum landsstýriskvinnan nú ætlar at raðfesta, og at sjónarmiðini, sum Alzheimerfelagið hevur lagt fram, verða tikin við í arbeiðinum. Hetta fegnast vit um, og vóna at arbeiðið fer at ganga skjótt og væl. Les skrivið her: Áheitan til landsstýriskvinnuna í Almanna- og bústaðarmálum um at broyta tvingsilslógina  Ein høvuðsuppgáva hjá Alzheimerfelagnum er at virka fyri, at fólk sum liva við demensi kunnu liva eitt so trygt, frítt og virðiligt lív sum gjørligt, og at teirra avvarðandi kunnu kenna seg trygg við tær umstøður sum demsrakt liva undir. Alzheimerfelagið vil við støði í hesum vísa á eina avbjóðing í galdandi løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin. Tryggleiki fram um drúgva málsviðgerð Eftir galdandi lóg skal myndugleikin (t.e. leiðslan á einum ellisheimi/eldrasamstarvi) í hvørjum einstøkum føri leggja tilmæli fyri Føroya Kærustovn, áðrenn ávaringar- ella peilingarskipan kann takast í nýtslu hjá einum persóni við týðandi sálarligum virkistarni. Málsviðgerðin kann sambært lógini vara upp til 30 dagar. Talan kann til dømis vera um GPS, ávaringarskipanir og aðra tøkni, sum ger tað møguligt at varnast, tá ein persónur við demensi er komin í eina støðu, har hjálp er neyðug. Fyri fólk sum liva við demensi og teirra avvarðandi er hetta ikki ein spurningur um tøkni ella fyrisiting. Tað er ein spurningur um trygd, frælsi og lívsgóðsku. Ein GPS kann til dømis gera tað møguligt hjá einum persóni við demensi framvegis at ganga túrar og liva eitt fríari lív, tí viðkomandi kann finnast aftur, um hann villist. Uttan slíka tøkni kann alternativið í summum førum vera størri avmarkingar – at persónurin ikki kann fara út einsamallur, krevur støðugt eftirlit ella kemur í eina vandastøðu. Í praksis er tað soleiðis, at fólk við demenssjúku av somu orsøk liva handan læstar dyr á ellis- og røktarheimum. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri avvarðandi, sum ofta bera eina stóra umsorganarbyrðu og kunnu liva við støðugum ótta fyri, at tann, tey eru góð við, villist, kemur til skaða ella tað, ið verri er. Sama ger seg galdandi fyri rørsluvarnarar, sum í stóran mun kunnu fyribyrgja, at persónur við demenssjúku dettur og brýtur seg sundur og oftani ikki kemur fyri seg aftur. Fólk við demenssjúku eru í 50% størri vanda fyri at detta enn onnur, og er hetta ein beinleiðis orsøk til ein hægri deyðstíttleika. Rørsluvarnarar kunnu tryggja, at starvsfólk klára at koma til hjálpar stundisliga um persónur við demenssjúku t.d. leitar sær upp um náttina, og ikki sjálvur er førur fyri at koma trygt út á vesi og aftur í song. Tey flestu fallóhappini henda seinnapart/kvøld og á náttartíð. Hetta eru eisini tá fægst starvsfólk eru á vakt. Tí eru varnarar ein neyðugt hjálp. Hjá fólki við demenssjúku kann tørvurin á hjálp íkoma brádliga, eins og hann broytist javnan. Tí er neyðugt við einari smidligari og effektivari skipan, sum kann setast í verk beinanvegin, tá tørvur er á tí, og sum lættliga kann tillagast skiftandi tørvinum. Til dømis er hetta neyðugt um ein persónur júst er skurðviðgjørdur, og ikki má fara úr seingini uttan hjálp. Persónar, sum ikki vita ella minnast hetta, hava tørv á einum rørsluvarnara ella boðmáttu, sum eigur at kunna takast í nýtslu uttan hóvasták sum eitt fyribils trygdarátak. Og tá slíkt fyribyrgjandi eftirlit ikki er neyðugt longur, verður trygdartøknin tikin burtur aftur. Alzheimerfelagið metir tí, at tað er neyðugt at tillaga lógina, so trygdartøkni í størri mun kann takast í nýtslu á demensøkinum sum eitt fyribyrgjandi átak, áðrenn skaðin er hendur. Skipanin í okkara grannalondum Í Danmark er lóggávan á økinum skipað øðrvísi. Har er ávís trygdarskapandi vælferðartøkni beinleiðis ásett í kunngerð, eitt nú tøkni til rørsulueftirlit, ávaring og staðseting/sporing. Á demensøkinum er serlig atgongd til at nýta slíka tøkni, tá talan er um fólk við staðfestari demenssjúku. Um persónurin, framtíðarfulltrúi ella verji ikki mótmælir, kann tøknin undir ávísum treytum nýtast, uttan at serstøk myndugleikaavgerð fyrst skal fyriliggja. Verður mótmælt, krevst ein ítøkilig avgerð. Samstundis eru greið mørk sett fyri at verja privatlívið. Til dømis eru reglur um, at ávíst ljóð-, mynd- og videotilfar ikki kann takast upp ella goymast. Eisini norsku heilsumyndugleikarnir leggja dent á, at lokaliseringstøkni kann geva fólki við demensi størri trygd, sjálvbjargni og frælsi, samstundis sum hon kann økja um tryggleikan hjá avvarðandi. Norska Helsedirektoratet vísir á, at alternativið ofta er, at persónurin ikki kann fara út einsamallur, má hava støðugt fylgi ella er í vanda fyri at villast. Og tað er júst tann støðan sum er galdandi í Føroyum í dag orsaka av stirvnu lógini á økinum. Ein einfaldari og tryggari skipan Alzheimerfelagið tekur fult undir við, at fólk við demensi skulu hava sterka rættarvernd, og at tøkni ikki skal nýtast óneyðugt ella sum ógrundað eftirlit. Men rættarvernd eigur ikki at hava við sær, at einfaldar og lutfalsliga lítið inntrívandi loysnir, sum kunnu økja um bæði trygd og persónligt frælsi, verða so tungar at seta í verk, at hjálpin verður seinkað, ella als ikki verður sett í verk. Alzheimerfelagið mælir tí til, at reglurnar verða endurskoðaðar, og at gjørd verður ein føroysk skipan eftir sama meginleisti sum aðrastaðni, har: • ávís, neyvt skilmarkað trygdarskapandi tøkni, kann nýtast á demensøkinum uttan frammanundan at søkja um loyvi í hvørjum einstøkum føri, • ein faklig og individuell meting altíð verður framd, • persónurin og avvarðandi verða tikin uppá ráð, • greið mørk verða sett fyri eftirliti og varðveitslu av persónsupplýsingum, og • mál, har persónurin ella umboð hansara mótmælir, framvegis fáa serliga myndugleikaviðgerð. Endamálið er ikki at gera tað lættari at nýta tvingsil. Endamálið er tvørturímóti at gera tað lættari at nýta trygdarskapandi loysnir, sum kunnu fyribyrgja nýtslu av fysiskari makt/tvingsli, vandastøður, og samstundis geva fólki við demensi størri frælsi og lívsgóðsku. Tað eigur at vera eitt grundleggjandi mál, at ein persónur við demenssjúku – og familjan rundan um viðkomandi – kann kenna seg so tryggan sum gjørligt, uttan at meira verður lagt upp í sjálvsavgerðarrættin enn neyðugt er. Alzheimerfelagið

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page