top of page

Sigrun Mohr heiðurslimur í Alzheimerfelagnum

for 12 timer siden
1 min læsning

Sigrun Mohr og Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum
Sigrun Mohr og Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum

Á ráðstevnuni um demens, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum á altjóða Alzheimerdegnum 21. september, var eisini 25 ára stovningardagur hjá felagnum heiðraður.

Í hesum sambandi hevði nevndin tikið avgerð um, at Sigrun Mohr skuldi gerast heiðurslimur í felagnum.

Sigrun slóðaði fyri í 2001, tá felagið var stovnað. Hon var í nógv ár forkvinna, og seinnu árini samskipari, innan hon í fjør valdi at trekkja seg.

Uttan hennara áhaldandi ágrýtni innan demensøkið, hevði felagið neyvan ment seg til ein so týðandi aktør í samfelagnum í dag, har størsta uppgávan er at varpa ljós á avbjóðingar, og at ávirka á politiskum støði.

Sigrun sat millum áhoyrarnar í gjárkvøldið, og var tikin av bóli av heiðrum. Hon takkaði fyri og nevndi, at hon hevði onki megnað einsamøll, men havt nógv góð fólk afturat sær.

Vit ynskja Sigrun hjartaliga tillukku við serstaka limaskapinum og takka fyri stóra innsatsin hesi 25 árini.


 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page