top of page

Limaskap í Alzheimer Europe

  • for 2 dage siden
  • 1 min læsning

Alzheimerfelagið hevur í dag fingið limaskap í Alzheimer Europa.

Alzheimer Europe er ein non-profit felagsskapur, ið virkar sum paraply fyri 44 ymisk Alzheimerfeløg úr 39 evropeiskum londum.


Endamálið við felagsskapinum er millum annað at seta demens á politisku skránna í Evropa, at tryggja rættindi hjá fólki, ið eru rakt av demenssjúku, at niðurbróta stigmatisering og økja tilvitan um ein sunnan heila. Harumframt at arbeiða fyri gransking innan demensøkið í limalondunum og í evropiskum høpi, og at veita eins atgongd til diagnosu, viðgerð, røkt og stuðul.


Alzheimer Europa hevur ein arbeiðsbólk við fólki, ið sjálvi eru rakt av demenssjúku, ið tryggjar teimum eina rødd í arbeiðnum.


Í Alzheimerfelagnum takka vit Alzheimer Europe fyri limaskapin og høvið at luttaka á evropiskum fundum og tiltøkum, ið vónandi verður til gagns fyri føroyingar, ið liva við demenssjúku og teirra avvarðandi.


🇬🇧 A heartfelt thank you to Alzheimer Europe for grating us membership.

The Faroese Alzheimer Association is honored to join the Alzheimer Europe community, and we look forward to collaborating, sharing knowledge, and contributing to our shared goals.

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page