top of page

Norðurlendskur netverksfundur í Føroyum

  • for 4 timer siden
  • 1 min læsning

Alzheimerfelagið hevur hesa vikuna verið vertur fyri netverksfundin hjá norðurlendsku

Alzheimerfeløgunum. Fundurin verður hildin í einum av norðurlondunum á hvørjum ári, og endamálið er at m.a. at deila vitan og styrkja norðurlenska samstarvið á demensøkinum.

Í ár vóru tey luttakandi úr Danmark, Norgi, Svøríki, Islandi og Føroyum.

Elsa Berg, borgarstjóri í Havn setti fundin við røðu, har hon vísti á týdningin av arbeiðnum feløgini fremja, og greiddi frá demensætlanini fyri Tórshavnar kommunu.


Elsa Berg, borgarstjóri og Lív Mikkelsen, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum
Elsa Berg, borgarstjóri og Lív Mikkelsen, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum

Eins og á hvørjum fundi, hevði hvørt luttakandi land eina framløgu um tað, sum arbeitt hevur verið við seinasta árið, umframt annað virksemi.

Á skrá vóru eisini fýra føroyskir fyrilestrar, ið greiddu frá avbjóðingum og framstigum í Føroyum.

Harumframt kjakaðust tey luttakandi um ymisk evnir, eitt nú:

- avbjóðingar í samband við góðkenning og implementering av nýggjum demensheilivági

- Strategi og avbjóðingar við at verkseta triðja sektorin og økja tilfeingi innan demensøkið

- lyklaspurningar og framtíðar samstarv

Samanumtikið komu luttakarnir um nógv ymisk evnir, og hvussu tey vera handfarin í ymsu londunum. Tað gevur íblástur og hentar keldur at heita á, tá vit í Føroyum vilja fremja átøk ella styrkja økir, sum skullu vera til fyrimuns fyri føroyingar við demenssjúkum.

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page