top of page

Minnisbonkur á Sandi

  • for 1 dag siden
  • 1 min læsning

Minnisbonkurin á Sandi hevur nú funnið varðandi stað við gamla handilin hjá Fornminnafelagnum, Niðri á Hamri.

Har stendur hann væl í friðarligum umhvørvi við avbera góðum útsýni, og bjóðar til at seta seg eina stilla løtu, ella at fáa eitt prát við onkran.

Alzheimerfelagið hevur latið framleitt fleiri minnisbeinkir við endamáli at varpa ljós á demens og lívið við demenssjúku.

Á beinkjunum er ein QR kota, sum vísur til heimasíðuna hjá Alzheimerfelagnum, har kunning og tilfar um demens er tøkt.

Beinkirnir eru serstakir, og lættir at kenna aftur, tí teir hava lilla litað rund bein, og so er áskrift á teimum, sum ikki er eins á øllum beinkjunum.

Fleiri kommunur hava keypt minnisbeinkir, sum nú standa ymsastaðni kring landið.


 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page