top of page

Umboð fyri Alzheimerfelagið á limafundi í Brússel

for 13 timer siden
1 min læsning

Forkvinnan og næstforkvinnan í Alzheimerfelagnum hava júst luttikið á limafundi hjá Alzheimer Europe fyri fyrstu ferð, síðani felagið gjørdist limur. Fundurin savnar limafeløg úr øllum Evropa, avvarðandi umboð og fólk við demenssjúku.

Á skrá vóru raðfestingar, felags átøk og framtíðarætlanir innan demensøkið í Europa.

Eisini luttóku umboðini á einari verkstovu, har tað nýggjasta innan evropeiskan demenspolitikk og felags ávirkanararbeiði varð lagt fram.

Ymsu londini høvdu framløgur, løgdu fram gransking  og greiddu frá ymsum avbjóðingum og átøkum úr teirra londum. Afturvendandi fyri flestu londini var, hvussu umráðandi tað er at sjónliggera demenssjúku, og at arbeiða meiri við yvirskipaðum demenspolitikki og ítøkiligum ætlanum. Lyklaorð vóru opinleiki, forstáilsi og inklusjón.


Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum
Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum
Politikarar úr Europa Parlamentinum ið stuðla einum virknum europeiskum demenspolitikki
Politikarar úr Europa Parlamentinum ið stuðla einum virknum europeiskum demenspolitikki

Umboð fyri Alzheimerfelagið fingu eisini áhugaverda kunning um European Alzheimer´s Alliance, ið er eitt politiskt netverk, samansett av limum í Europa parlamentinum og øðrum áhugapørtum, ið virkar serliga fyri at ávirka ES-politikk innan demensøkið í Europa.

Fundurin var samstundis sum framsýningin Shaping Europe’s Response to Dementia var sýnd í Evropa-parlamentinum, har endamálið var at styrkja politiska tilvitan og arbeiðið við hægri raðfesting av demens innan fólkaheilsu í Evropa.


Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum, og Trevor Salomon, úr Onglandi, sum er nevndarlimur í Alzheimer Europa.
Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum, og Trevor Salomon, úr Onglandi, sum er nevndarlimur í Alzheimer Europa.

Føroyski limaskapurin í Alzheimer Europa gevur okkum eina rødd í evropeiskum samanhangi, og skapar nýggjar møguleikar fyri samstarvi, vitanardeiling og ávirkan á framtíðar demenspolitikk.

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page