Bókaútgáva: Babba og gloymskan – ein persónlig frásøgn um demens
- for 2 dage siden
- 2 min læsning

Í farnu viku fekk forkvinnan í Alzheimerfelagnum, Naina Túgvustein, handað nýggju bókina hjá Hannu D. Andreassen, Babba og gloymskan, sum lýsir gerandisdagin, tá demenssjúka gerst partur av lívinum.
Í bókini greiðir Hanna erliga og nærverandi frá teimum avbjóðingum, sum stinga seg upp, tá pápi hennara fær staðfest demens. Hon lýsir, hvussu ábyrgdin spakuliga økist og flytur seg yvir á tey nærmastu, samstundis sum minni og førleikar hjá pápanum vikna.
„Tá babba fekk demens, broyttist alt.“ Hesi orðini hjá Hannu kunnu ivaleyst fáa mong av teimum, sum hava upplivað demens á nærmastu leið, at kenna seg aftur. Tá demensur gerst ein partur av gerandisdegnum, kann hann venda tilveruni á høvdið og broyta bæði sambond, leiklutir og framtíðarvónir.
Við kærleika, eyðmjúkleika og djúpari virðing fyri pápanum setir Hanna orð á torføru avgerðirnar og truplu støðurnar, sum lívið við demensi hevur við sær. Hon lýsir eisini, hvussu støðan ávirkar tey avvarðandi, bæði kensluliga og likamliga.
„Eitt skifti misti eg eisini svøvnin,“ skrivar hon og leggur afturat, at hon hevði ynskt, at onkur hevði sagt við hana: „Tú ert ikki einsamøll.“ Tí soleiðis kendist tað ofta. Bókin snýr seg eisini um týdningin av at fáa møguleikan at vera til staðar sum familja við nærveru og samveru, heldur enn at gerandisdagurin verður merktur av umsorganaruppgávum.
Babba og gloymskan lýsir veruligar støður, sum nógvar familjur kenna aftur, tá demensur rakar. Hon lýsir sorgina, sum fylgir við, tá ein spakuliga missir eitt menniskja til gloymskuna, hóast viðkomandi framvegis er til staðar.
„Bókin er persónlig og lýsir bæði góðar og truplar løtur. Eg havi skrivað hana, meðan eg sjálv eri mitt í hesum, og babba enn livir. Eg havi valt at siga frá veruleikanum, sum hann er – eisini frá løtum, sum ikki altíð eru lættar at seta orð á. Vónin er, at onnur avvarðandi kunnu kenna seg aftur og kenna seg minni einsamøll.“
Hanna D. Andreassen
Hetta er helst ein tann fyrsta bókin av sínum slag, ið er skrivað av einum avvarðandi um lívið við demensi í Føroyum. Føroyskt tilfar um demens og avvarðandi leiklutin er framvegis avmarkað, og tí hevur útgávan heilt serligan týdning.

Í Alzheimerfelagnum fegnast vit stórliga um, at Hanna varpar ljós á eitt so týdningarmikið evni. Demensur er framvegis tengdur at tabu og stigmatisering í samfelagnum, og tí kann tað vera torført hjá bæði sjúkum og avvarðandi at tosa opið um støðuna. Við síni frásøgn ger Hanna sítt til at skapa størri vitan, betri fatan og meira opinleika.
Í Føroyum liva umleið 1.000 fólk við demensi. Roknað verður við, at í miðal fýra avvarðandi onkursvegna eru um hvønn persón við demensi. Tað merkir, at umleið 4.000 føroyingar liva við einum gerandisdegi, har demenssjúku ávirkar tilveruna á ymsan hátt.
Alzheimerfelagið takkar fyri bókina og ynskir Hannu D. Andreassen hjartaliga tillukku við útgávuni.
Tað er forlagið Sprotin, sum gevur bókina út. Hon verður at fáa bókhandlum kring landið frá í morgin 1. september og kostar 248 krónur.

