
Vaskuler demens stavar frá ólagi í blóðveitingini í heilanum. Vaskuler demens verður eisini rópt blóðtøppsdemens ella blóðrensltreytað demens.
Sjúkueyðkennini
Sjúkueyðkennini við vaskuler demens eru ymisk frá einum fólki til annað og eru treytað av, hvørji støð í heilanum eru rakt. Eins og við Alzheimers sjúku kunnu koma fyriminnisloysi, trupulleikar við at hugsavna seg og ilt við finna orðini ella finna veg. Sjúklingurin kann eisini vikna ella gerast lamin í aðrari síðuni og fáa føliólag og skerda sjónarvídd. Onnur vanlig sjúkueyðkenni eru vantandi áræði, seinar rørslur ella seint snurrandi sinni. Ilt við at ganga, óviljað vatnlát, gleðiloysi og tunglyndi koma ofta fyri. Kenslulívið kann broyta seg, so sjúklingurin lætt verður rørdur ella sker út í grát.
Vanligasta sjúkugongdin
Gongdin við vaskuler demens er sera ójøvn. Um støðan stavar frá einum blóðtøppi ella eini heilabløðing, taka sjúkueyðkennini seg brádliga upp. Um fleiri blóðtøppar ella bløðingar eru gjøgnum longri tíð, koma sjúkueyðkennini í stigum. Bráð versnan kann skifta við tíðarbil, har støðan er støðug ella merkt av smáligum bata. Um støðan stavar frá einum stigvísum stongsli av smáu blóðæðrunum í heilanum, koma sjúkueyðkennini seint og sníkjandi. Longdin á sjúkugongdini er ógvuliga ymisk.
Útbreiðsla
Næst eftir Alzheimers sjúku er vaskuler demens mest útbreidda demensslag. Júst, hvussu vanligt tað er, er óvist. Vaskuler demens í óspiltum hami (ren form)verður hildin at telja 17% av øllum demenstilburðum, og blandingssløg av vaskuler demens og Alzheimers sjúku telja kanska gott og væl 10%. Granskarar halda, at á leið 140 fólk hava vaskuler demens og 80 fólk hava blandingsdemens.
Orsøkin
Fleiri orsakir kunnu vera til vaskuler demens. Blóðtøppar í heilanum eru vanligasta orsøk. Sjálvt ein einstakur blóðtøppur kann elva til demens, um hann ávirkar nøkur av teimum avgerandi støðunum í heilanum.
Aðrar orsakir til vaskuler demens kunnu vera:
• Bløðingar í heilanum
• Sjúka í teimum smáu, djúpliggjandi æðrunum í heilanum
• Ólag á blóð- og súrevnisveitingini til heilan, t.d. tá ið hjartað steðgar
Vandaorsakir
Vandaorsakirnar til vaskuler demens eru á leið tær somu sum til hjarta- og æðrasjúkur:
• Ov høgt blóðtrýst og/ella ov høgt kolesterol í blóðinum
• Blaktran av hjartaupprúminum
• Royking
• Vantandi rørsla
• Yvirvekt
• Sukursjúka
• Blóðtøpp ella bløðing í heilanum áður
Lívsstílur okkara elvir til vandaorsakirnar. Týdningarmikið er at vera virkin, eta heilsugott og lata vera við at roykja, tí tað bæði minkar um vandan fyri hjarta- og æðrasjúkum og vaskuler demens. Um ein hevur sukursjúku ella ov høgt blóðtrýst, er týdningarmikið at koma í viðgerð.
Ættarbregði
Vaskuler demens er ikki arvalig sjúka í sær sjálvum. Nakrar vandaorsakir til vaskuler demens eru lutvíst arvaligar, men verða í stóran mun ávirkaðar av lívsstíli.
Viðgerð
Vaskuler demens kann ikki lekjast, men nógv kann verða gjørt fyri at sleppa undan, at sjúkan versnar. Fyribyrgjandi viðgerðin snýr sær móti vandaorsøkunum. Læknin kann t.d. fyriskipa blóðtrýstjavnandi, blóðtynnandi ella kolersterollækkandi heilivág, eins og møgulig sukursjúka skal vera væl røkt. Læknin kann stuðla fólki í sjálvt at gera nakað munagott, tá ið hugsað verður um heilsugóðan mat og rørslu. Nakrar viðgerðir halda á alt lívið. Av tí at vandaorsakirnar eru ymiskar, skiftir fyribyrgjandi viðgerðin eisini frá fólki til annað.
Kelda:www.videnscenterfordemens.dk
Tak niður sum pdf her.
