Takk fyri stuðulin
- 4. jan.
- 1 min læsning

Alzheimerfelagið hevur móttikið eina upphædd sum stuðul í samband við bókina hjá Hilmar Jan Hansen um Stanley Samuelsen.
Tá bókin varð skrivað, avgjørdi Hilmar Jan í samráð við Stanley, at Einslistir, sum er forlagið hjá Hilmar Jan, skuldi lata Alzheimerfelagnum 20 krónur fyri hvørja selda bók.
Alzheimerfelagið fær ikki almennan stuðul á fíggjarlógini, og tí verður áhaldandi arbeitt við at fáa fígging til vega til virksemi hjá felagnum, sum umfatar m.a. avvarðandi bólkar, demenslinju, skeiðsvirksemi, upplýsandi tiltøk og annað, sum hevur til endamáls at stuðla fólk við demens og teirra avvarðandi.
Slíkt virksemi viðførur útreiðslur, og tí kemur stuðulin frá bókini um Stanley sera væl við.
Bókin fæst framvegis í bókhandlunum kring landið, ella beinleiðis frá forlagnum.
Alzheimerfelagið takkar hjartaliga fyri stuðulin


