top of page

ST viðurkennir demens sum eina kroniska sjúku og ein av størstu heilsuavbjóðingum í heiminum.

  • 29. sep. 2025
  • 1 min læsning

Opdateret: 16. feb.

Á aðalfundi í ST tann 25. september um fyribyrging og eftirlit av ikki-smittandi sjúkum, var avgjørt at framhevja demens sum ein av størstu heilsuavbjóðingum í heiminum.ST viðurkennir harvið demensjúkur, sum ein av størstu avbjóðingum fyri alheims fólkaheilsuna. 

Avgerðin viðførur, at demenssjúkur framyvir fáa ein av mest týðandi raðfestingum innan altjóða fólkaheilsu á støði við hjartasjúkum, varandi andaleiðsjúkum og krabbasjúkum.

Avgerðin er tikin við støði í nýggjum forsøgnum, ið vísa, at demens fer at blíva triðjstørsta deyðsorsøk í heiminum í 2040.

Felags vandatættir

Innan aðalfundin hjá ST, hevði sjúklingafelagið Alzheimer’s Diesease International saman við WHO ein netfund. Har nýttu serfrøðingar innan demens og aðrar ikki-smittandi sjúkur høvi til orðaskifti um, hvussu samstarvið millum sjúklingafeløg innan ymsar sjúklingabólkar kann styrkjast, og hvussu til ber at orða felags boðskapir um fólkaheilsu, serliga við fokus á at minka um sjúkuvandan.


Sambært serfrøðingum bendir gransking á, at áleið 45% av demens tilburðum kring heimin kunnu seinkast ella møguliga fyribyrgjast.


Av tí at fleiri ikki-smittandi sjúkur hava felags vandatættir, er týðandi at heilsumyndugleikar skilja fyrimunin við at tvinna saman heilsukunning og upplýsandi átøk tvørturum landamørk.

Kelda: National Videnscenter for Demens








 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page