Nevndin heldur fram, men Sigrun Mohr takkar fyri seg
- 17. apr. 2025
- 1 min læsning

Nevndin í Alzheimerfelagnum varð afturvald á ársaðalfundinum 26. mars. Á nevndarfundi 15. apríl varð avgjørt, at nevndin skipar seg eins og áður.
Forkvinna er Naina Túgvustein.Hinir nevndarlimirnir eru:Unn Justinussen, næstforkvinna, Guðrið Hovsgarð, kassameistari, Lív Mikkelsen, skrivari Óløf Tungá, nevndarlimur. Varalimir eru: Hilmar Augustinussen, Leif Petersen, Sigrun Mohr, sum stovnaði Alzheimerfelagið í 2001, hevur valt at gevast í leiklutinum sum samskipari aftaná 24 ár í felagnum.
Í hesum sambandi vísti Naina Túgvustein á, at Sigrun øll árini hevur stríðst fyri og gjørt vart við tørvin hjá fólki við demenssjúku og teirra avvarðandi. Hon takkaði Sigrun fyri megnar avrik og úrslit, sum hava fingið varandi ávirkan á samfelagið og legði afturat, at Sigrun hevur ikki bara arbeitt hart – hon hevur arbeitt við hjartanum.
Nýggjur samskipari í Alzheimerfelagnum er Katrin Joensen.


