top of page

Luttak í nýggju spurnakanningini hjá Alzheimerfelagnum og Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum

  • 11. jun. 2025
  • 2 min læsning

Opdateret: 15. feb.


Á aðalfundinum hjá Alzheimerfelagnum 26. mars 2025 varð nýggj spurnarkanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demensi skotin í gongd. Til ber at svara kanningini longri niðri á síðuni.

Alzheimerfelagið ynskir at vita, hvussu avvarðandi at persónum við demens hava tað. Tí verður á øðrum sinni skipað fyri talgildari spurnakanning, sum er dulnevnd, við heitinum: ”Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demens” í samstarv við Mariu Skaalum Petersen, professara og leiðara á Heilsugranskingareindini og Sáru Reinert, MSc, Deildini fyri Heilsu-og Sjúkrarøktarvísindi á Setrinum.

Alzheimerfelagið heitir á øll avvarðandi um at svara kanningini

Endamálið við kanningini, sum er onnur kanning av sínum slag millum avvarðandi at persónum fólk við demensi í Føroyum, er at lýsa, hvussu gerandisdagurin í familjum, sum eru raktar av demenssjúku, verður ávirkaður av demensinum – harundir hvørjar fíggjarligar, sosialar og heilsuligar avleiðingar avvarðandi uppliva sum fylgju av demenssjúku. Eisini er endamálið at lýsa nøgdsemi við tilboðum sum avvarðandi fáa.

Alzheimerfelagið heitir á øll avvarðandi at persónum við demenssjúku um at svara hesum spurnablaði. Tá vit snakka um avvarðandi, hugsa vit um persónar, sum eru um fólk við demens, ikki bert familju. Vit vilja fegin, at fleiri frá somu familjum svara, tí tað er ikki vist, at øll uppliva støðuna eins. Jú fleiri svara, jú betri og rættvísari fáa vit lýst støðuna hjá avvarðandi. So tí vil Alzheimerfelagið heita á tykkum um at taka tykkum tíð at svara. Tað tekur bert uml. 10-15 min. at svara

Vilja kanna støðuna í dag og møguligar broytingar

Alzheimerfelagið metir, at tað er av alstórum týdningi at seta sjóneykuna á støðuna hjá avvarðandi at fólki við demensi. Demenssjúka hevur eisini avleiðingar fyri tey avvarðandi, og eru tey ofta ein gloymdur bólkur. Kanningin, sum varð gjørd í Føroyum í 2020 vísti m.a., at seks av tíggju avvarðandi svara, at leikluturin sum avvarðandi ávirkar teirra heilsustøðu negativt, og fjórði hvør avvarðandi sigur, at arbeiðslívið er ávirkað. Felagið ynskir at endurtaka hesa spurnakanning til tess at kanna núverandi støðuna í Føroyum og at kanna, um broytingar eru hendar, soleiðis at til ber at kunna politisku skipanina, og at geva myndugleikum og stovnum neyðugu vitanina um støðuna hjá avvarðandi fyri at kunna gera neyðugu raðfestingarnar.

Spurnarkanningin kann svarast her

Tú kanst svara spurnablaðnum talgilt við at fara á hesa leinkjuna.

Spurnarblaðið kann eisini prentast út

Tú kanst eisini taka spurnarblaðið niðanfyri niður, prenta tað út, svara tí, og senda okkum tað á adressu: Alzheimerfelagið, Íslandsvegur 10C, 100 Tórshavn.

 
 

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page