Alzheimerfelagið varpar ljós á avbjóðingar innan demensøkið
- 9. sep. 2025
- 1 min læsning
Í farnu viku var Alzheimerfelagið á fundi við landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen.
Naina Túgvustein, forkvinna, greiddi frá avbjóðingum, ið fólk við demenssjúkum og teirra avvarðandi hava, tá sjúkan gerst partur av gerandisdegnum.
Eitt nú var gjørt vart við, at demenssjúkur fáa ikki somu raðfesting, sum aðrar sjúkur, hóast demens er fjórðstørsta deyðsorsøk í Danmark. Helst eru tølini áleið tey somu í Føroyum, og á fundinum var víst á, at framvegis er ongin geriatari í føroyska heilsuverkinum.
Eisini var greitt frá tørvinum á einum “demenspakka” við einsháttaðari tilgongd fyri útgreining, har farið verður fram á sama hátt, óansæð hvønn kommunulækna ein hevur ella hvar í landinum ein býr.
Forkvinnan vísti somuleiðis á tørvin fyri demensvinarligum sjúkrahúsi. Higartil hevur ikki verið nógv fokus á hetta í Føroyum.
Harumframt var greitt frá øðrum avbjóðingum, sum Alzheimerfelagið mælir til, at politiska skipanin raðfestir.
Vitanareind sett á stovn
Landsstýriskvinnan greiddi frá, at nú er Vitanareindin sett á stovn í Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, eins og mælt var til í Demensætlanini frá 2015.
Vitanareindin kemur at miðla nýggjastu vitanina umvegis heimasíðuna hjá Landssjúkrahúsinum, við kunningartilfari um demens, um mannagongdir fyri útgreining, viðgerð og hvørji tilboð eru.
Somuleiðis vísti hon á, at Vitanareindin saman við Fróðskaparsetur Føroya er farin undir at skipa fyri eftirútbúgving innan demens, sum byrjar í heyst.
Tað verður landsstýriskvinnan, sum setur tiltakið altjóða Alzheimerdagin 21. september, sum í ár verður hildin í Suðuroy. Les meira um tað tiltakið aðrastaðnis á hesi síðuni.


