Hjálpartól
Hjálpartól frá Almannaverkinum
Hjálpartól kunnu vera hent amboð hjá teimum, sum eru rakt av demenssjúku, tí tey kunna stuðla undir størri sjálvbjargni og stuðla undir ein tryggari gerandisdegi.Á deildini Hjálpartól hjá Almannaverkinum ber til at søkja um at læna ella leiga hjálpitól til borgarar. Ávís hjálpitól kunnu økja um tryggleikan og veita tí demenssjúka eitt størri frælsi. Tað er umráðandi at kenna tørvin hjá tí einstaka.
Dømi um tól, sum kunnu lætta um gerandisdagin
Tól sum GPS’arar, alarmskipanir, komfýrvarnarar, tyngdar- og kúludýnur og serligar telefonir kunnu nýtast til teirra, ið hava demenssjúku. Eisini finnast kalendaratalvur og klokkur, sum vísa dato, klokkuslett og hvørt tað er fyrrapartur ella seinnapartur, sum egna seg serliga til fólk við demenssjúku.
Ein ruggustólur serliga tilætlaður fólki við demensi kann skapa frið, hindra óró og ótryggleika og økja um trivnaðin. Tørvur á sissandi heilvági kann minka. Sama tryggleika og ró kann ein musiksansapúta/dukka eisini hava, hjá summum.
Á appini "Kunnleiki um Demens" er nágreinað hvørji hjálpartól finnast, og hvat tey kunnu nýtast til. Til ber at kann taka appina niður á appstore, um ein hevur eina snildtelefon.
Hvør kann søkja um hjálpartól
Heimabúgvandi
Persónar við niðursettum førleika orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku kunnu søkja um stuðul til hjálpartól frá Almannaverkinum.
Stuðul til hjálpartól kann játtast, um hjálpartólini:
· eru neyðug fyri at vera í arbeiði
· munandi bøta um varandi avleiðingarnar av sjúkuni ella brekinum
· munandi lætta um gerandisdagin í heiminum
Almannaverkið metir um tørvin í hvørjum einstøkum føri, og avgerð, um talan er um hjálpartól ella brúkslut. Brúkslutir er tól, ið borgarin sjálvur heldur útreiðslur fyri.
Búsitandi á bústovni
Tað er vanliga kommunali bústovnurin, sum skipar fyri hjálpartólum til borgarar búsitandi á stovni ella sambýli. Tó ber til at søkja um stuðul á Almannaverkinum til hjálpartól, sum eru persónliga tillagað. Neyðugt er at seta seg í samband við Almannaverkið, fyri at hoyra nærri um treytir fyri stuðul til hjálpartól, tá ein býr á stovni.
Ráðgeving um hjálpartól
Almannaverkið kann veita fakliga ráðgeving um, hvørji hjálpartól eru hent at læna ella leiga til fólk við demenssjúku. Til ber somuleiðis at fáa vegleiðing um, hvussu hjálpartólið virkar, og at fáa tað tillagað til viðkomandi, tá tað verður mett neyðugt.
Heimabúgvandi borgarar, sum nýta dagtilboð, umlætting ella koma til endurvenjing á kommunalum stovni, fáa ofta vegleiðing um hjálpartól frá kommunalu terapeutunum.
Stuðul til bústað
Almannaverkið kann veita stuðul til at innrætta bústað til persón, ið hevur týðandi og varandi skert virkisføri, tá ið broytingin verður mett neyðug, fyri at gera bústaðin betur egnaðan sum tilhald.
Les meira um hjálpartól og finn oyðubløð til umsókn um hjálpartól frá Almannaverkinum her.
Hjálpartólaøkið verður umsitið eftir Lóg um almannatrygd og tænastu
