top of page

SMS: Samla minni til teirra sum gloyma 💜

ley. 19. sep.

|

SMS

Tiltak á Torginum í SMS og í Rit og rák.

SMS: Samla minni til teirra sum gloyma 💜
SMS: Samla minni til teirra sum gloyma 💜

Tíðspunkt og stað

19. sep. 2026, 10:00 – 16:00

SMS, Thorshavn 100, Færøerne

Um tiltakið


SAMLA MINNI TIL TEIRRA, SUM GLOYMA💜✨

Leygardagin 19. september frá kl. 10.00 til 16.00 verður tiltak á Torginum í SMS í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá Alzheimerfelagnum.


Í oktobur fer Jens Jákup Hansen aftur til Nepal, at klintra á fjallinum Ama Dablam. Ferðin er samstundis ein innsavning til frama fyri Alzheimerfelagið.


Á Torginum kunnu børn og ung royna at klintra og síða undir tryggum umstøðum. Føroya Fjallabjargarafelag hjálpir til.

Jens Jákup greiðir eisini frá ferðini, venjingini og frá, hví hann hevur valt at stuðla Alzheimerfelagnum.

Har verður eisini sangur, kaffi og kaka, kappingar og góður møguleiki at stuðla Alzheimerfelagnum.


Del dette event

© 2026 Alzheimerfelagið 

bottom of page