Alzheimers sjúka er ein heilasjúka, ið serliga rakar eldri. Sjúkan eitur eftir týska psykiataranum Alois Alzheimer, sum lýsti sjúkueyðkennini longu í 1906. Sjúkan er vanligasta orsøkin til demens.
Sjúkueyðkennini
Vanligastu sjúkueyðkennini eru minnisloysi og ilt við at finna orðini. Tað kann gerast truplari at minnast nøvnini sjálvt á teimum, ein kennir væl, og á gerandislutum.
Serliga kunnu trupulleikar vera við at minnast tað, sum er hent fyri kortum. Ofta kann vera neyðugt at fáa hjálp til at halda skil á avtalum og arbeiðsuppgávum, eins og førleikin at finna veg, telja smáupphæddir saman og hava yvirlit yvir ymsar gerandis-støður verður ávirkaður.
Sum sjúkan so líðandi versnar, kunnu eisini henda broytingar í kenslulívi, sinnalagi og persónleika. Fólk, sum vanliga eru opin, fyrikomandi og virkin, kunnu gerast grenjut, innisæl og óvirkin, og lagið skiftandi.
Vanligasta sjúkugongdin
Sjúkueyðkennini koma sníkjandi og taka seg spakuliga upp. Í fyrstani er versnaða vitið og skilið ikki serliga eyðsýnt ella lætt at skilja frá vanligari ørkymlan og gloymsku. So líðandi gerast broytingarnar greiðar fyri teimum næstu, familju og vinum, tí sjúkan ger gerandistilveruna trupla. Tað kann gerast ógjørligt at passa arbeiði og trupult at megna gerandisuppgávur sum innkeyp og matgerð.
Við tíðini versna vit og skil og praktiskir førleikar enn meira. Trupulleikar við tíðar- og samdøgursfatan kunnu taka seg upp, soleiðis at nátt og dagur verða endavend.
Útbreiðsla
Sjúkan er vanligasta orsøkin til demens, tí meira enn helmingurin av teimum við demensi eru plágað av Alzheimers sjúku. Tað svarar til einar 900 tilburðir ella 3-4% av øllum eldri oman fyri 65 ár.
Alzheimers sjúka er tætt knýtt at aldri, við tað at vandin økist við aldrinum. Í aldursbólkinum 65-69 ár verður 1% rakt av Alzheimers sjúku, meðan talið er 20% fyri tey, ið eru oman fyri 90 ár.
Orsøkin
Orsakirnar veit eingin, men granskarar kunnu vísa á nakrar av teimum broytingunum, ið fara fram í heilanum:
-
skaðilig upphópan av proteinevnum bæði millum
-
heilakyknurnar (beta-amyloidar skónir) og inni í sjálvum heilakyknunum (tau-samandreivingar).
Sjúkan hevur eisini við sær trot á signalevninum acetylkolin, sum heilakyknurnar brúka í sínámillum samskifti.
Vandaorsakir
Mest týðandi vandaorsøkin til Alzheimers sjúku er høgur aldur, men eisini støður og atferð, ið økja um vandan fyri hjarta- og æðrasjúkum, hava týdning, t.d høgt blóðtrýst, sukursjúka og royking.
Ættarbregði
Læknarnir halda, at 2-3% av Alzheimers tilburðum eru ættarbregði. Teir skyna millum Alzheimer, sum vísir seg tíðliga og seint. Tað brigdið, ið vísir seg eftir 65 ára aldur, er nógv tað vanligasta og ikki arvaligt. Sjáldsamt er, at fólk yngri enn 65 ár fáa Alzheimers sjúku, men tá ið tað hendir, kann orsøkin vera úrbregði (mutatiónir) í ávísum ílegum. Arvalig brigdi av Alzheimer kunnu longu vísa seg um 40 ára aldur.
Viðgerð
Enn kann Alzheimers sjúka ikki lekjast, men heilivágur er, sum kyrrar sjúkueyðkennini fyribils. Vanligasti heilivágurin virkar við at bremsa sundurbrótingini av signalevninum acetylkolin, sum heilakyknurnar brúka í sínum sínámillum samskifti. Heilivágurin betrar møguleikarnar hjá heilanum at endurnýta sítt egna signalevni, acetylkolin. Heilivágurin hevur kortini ikki árin á allar alzheimerssjúklingar og kann ikki vera einasta viðgerð. Ráðgeving saman við ítøkiligum stuðli og umlætting eru týðandi partar í viðgerðini.
Kelda: www.videnscenterfordemens.dk

Tak niður fakta ark sum pdf her
