Felagið

Nevndin

Nevndarlimir í Alzheimerfelagnum

Á aðalfundinum 22. mars 2023 vórðu hesi vald í nevndina:

  • Naina Túgvustein, forkvinna
  • Unn Justinussen, næstforkvinna
  • Guðrið Hovsgarð, kassameistari
  • Lív Mikkelsen, skrivari
  • Óløf Tungá, nevndarlimur.

 

Varalimir

  • Hilmar Augustinussen
  • Leif Petersen

Nevndin í Alzheimerfelagnum er sjálvboðin, og verður vald á aðalfundinum hjá felagnum, sum er um várið á hvørjum ári.

Nevndarfundur er einaferð um mánaðin.

Umboð fyri avvarðandi skulu vera í nevndini, og harumframt hevur hon altíð verið mannað av dugnaligum fakfólkum.

 

Hug til nevndararbeiði?

Ert tú áhugað/ur í at gerast virkin í nevndini, ella vilt tú hoyra meira um nevndararbeiðið? Set teg í samband við Sigruna Mohr, samskipara.

 

 

Um felagið

Afturvendandi tiltøk

Alzheimerfelagið hevur fast hesi tiltøk

  • Altjóða Alzheimerdagur, 21. september
  • Aðalfundur felagsins
  • Demenslinjan
  • Avvarðandibólkar
  • Fyrilestrar, kunningarfundir

 

Kann fáast frá felagnum

Teknið “Ein hjálpandi hond”

Fylgjarakort

 

Samband

Alzheimerfelagið heldur til í hølum hjá MEGD:
Íslandsvegur 10 C í Tórshavn
Tel. +298 788012. 
Telefontíð: hósdag kl. 14.00-16.00
Teldupostur: alzheimer@alzheimer.fo

Samskipari: Sigrun Mohr

Demenslinjan er opin: Týskvøld kl. 18.00-20.00 á tlf. 788012.

Viðtøkur

Les viðtøkurnar hjá felagnum her: Viðtøkur felagsins 

Endamál felagsins

Endamálini hjá Alzheimerfelagnum eru sambært viðtøkunum at: 

  • Stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra.
  • Upplýsa og kunna um demenssjúkur yvirhøvur.
  • Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.
  • Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
  • Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
  • Vera við í altjóða samstarvi.

 

Soleiðis arbeiða vit við at fremja endamálini í verki:

Vit stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi:

  • M.a. gjøgnum avvarðandibólkar og Demenslinjuna. 

 

Vit upplýsa og kunna um demenssjúkur:

  • Gjøgnum heimasíðuna og facebooksíðuna hjá Alzheimerfelagnum, á kunningartiltøkum og við at skipa fyri fyrilestrum og ráðstevnum.
  • Á altjóða Alzheimerdegnum, 21. september, skipar felagið fyri stórum tiltaki, har tað ofta eru fyrilestrar á skrá. Eisini vísir Kringvarp Føroya filmar og/ella sendingar um demens og Mylnan selir ofta minniskøkur, har inntøkan fer til felagið.
  • Harumframt ger felagið nógv burturúr aðalfundi felagsins, sum vanliga er í mars. Ársfrágreiðing verður gjørd á hvørjum ári, um virksemið hjá felagnum.

 

Vit upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar við:

  • at hava javnt og persónligt samskifti við politikarar.
  • at skriva hoyringssvar til lógaruppskot, lesarabrøv v.m.
  • at hava gott og regluligt samskifti við myndugleikar á demensøkinum. Eitt nú er árligur fundur við Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum, eins og felagið tekur stig til fundarvirksemi við avvarðandi myndugleikar eftir tørvi.

 

Vit stuðla gransking og menning innan demenssjúkur við at:

  • seta í verk kanningar og granskingarverkætlanir
  • stuðla granskingarverkætlanum fíggjarliga

 

Vit verja rættartrygdina hjá demenssjúkum við at:

  • tala at, tá borgarar við demenssjúku eru fyri órætti
  • upplýsa um rættindi hjá demenssjúkum og teirra avvarðandi

 

Vit eru við í altjóða samstarvi á hendan hátt:

  • Alzheimerfelagið samstarvar við alzheimerfeløgini í Norðurlondum, eitt nú við at luttaka á árligum norðurlendskum fundi. 
Ársfrágreiðingar

Ársfrágreiðingar
Felagið ger hvørt ár frágreiðing um virksemið hjá felagnum.

Tekna teg sum lim

Tekna teg sum lim í Alzheimerfelagnum, og ver við til at stuðla arbeiðinum at upplýsa og hjálpa teimum, sum hava demens at dragast við í gerandisdegnum.

Átøk hjá felagnum

Avvarðandi- bólkar

Alzheimerfelagið skipar javnan fyri samrøðubólkum fyri avvarðandi hjá fólki við demenssjúkum. Bólkarnir eru bæði fyri børnum og fyri makum hjá fólki við demenssjúkum.

Demenslinjan

Demenslinjan er ráðgevingin hjá Alzheimerfelagnum. Tú kanst ringja til Demenslinjuna týskvøld kl. 18-20 og ráðføra teg um alt, sum er viðkomandi innan demens.

Tey, ið taka telefonina, eru sjálvboðin fakfólk ella avvarðandi knýtt at Alzheimerfelagnum, við royndum og hollari vitan um lívið við demensi. Tú kanst verða dulnevnd/ur, um tú ynskir. 

Fylgjarakort

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran. 

Teknið "Ein hjálpandi hond"

Tú kanst fáa teknið “Ein hjálpandi hond” frá Alzheimerfelagnum. 

“Ein hjálpandi hond” er eitt tekin, sum tú kanst hava uppi á tær, um tú hevur demens. Endamálið við hjálparmerkinum er, at varpa ljós á tørvin hjá borgarum við demenssjúkum fyri eini hjálpandi hond. Hendurnar vísa, at øllum menniskjum tørvar eina hjálpandi hond, og serliga borgarar við demensi, sum í mongum førum hava brúk fyri meiri tíð og at víst verður størri tolsemi og vinsemi.

Um tú sært ein persón við demensmerkinum, so eru trý góð ráð, sum eru ein hjálpandi hond fyri okkum øll. Tá ið tú setur teg í samband við fólk við demensmerkinum, eigur tú at:

  • smílast og nærkast blídliga
  • spyrja ein spurning í senn
  •  seta ferðina niður, og gjarna vísa teimum vegin


Í pakkanum eru fýra lutir við merkinum á: nál, lyklaringur, klisturmerki og lyklaband við korti.

Merkið “Ein hjálpandi hond” fæst við at seta teg í samband við til Alzheimerfelagið.

Stuðla Alzheimerfelagnum

Alzheimerfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum koma frá limagjaldi, testamentariskum gávum og gávum frá einstaklingum og feløgum.