Ársfrágreiðing 2017

Formansfrágreiðingin  fyri 2017/ 2018

Vit skulu í stuttum hyggja aftur á tíðina síðani seinasta aðalfund, sum var 31. mars 2017 –  sama dag, sum tann stóra og væleydnaða ráðstevnan var uppi á Hotel Føroyum.

Í mars í fjør hendi tað gleðiliga, at Skotarók, sum er dagtilhald fyri tey undir 67 ár við alzheimersjúku, opnaði, og har er eisini stórur aktivitetur har uppi. Men tíverri er tað ikki nøktandi enn, tørvurin er størri. Og tað er eisini framvegis ein spurningur, hvør skal koyra tey, sum búgva uttan fyri Havnina? Hetta er eitt mál, sum vit í Alzheimerfelagnum ætla at varpa ljós á….

Í mai mánað runnu Jonhard Larsen og Pól Sundskarð úr Havnini til Klaksvíkar fyri at savna pening til Alzheimerfelagið. Teir byrjaðu túrin av Vaglinum leygarmorgunin 20. mai kl 5. Fitt av fólki vóru møtt upp fyri at fylgja teimum út úr Havnini. Sjálvur borgarstjórin Annika Olsen rann á odda og fekk teir trygt út um Havnina.

Komnir norður til Klaksvíkar, var stór mannamúgva møtt upp fyri at ynskja teimum vælkomnum. Borgarstjórin Jógvan Skorheim tók ímóti teimum við tunnilsmunnan Klaksvíkarmegin og rann saman við teimum til heimið, har mamma Jonhard býr. Har var stór móttøka við tónleiki og røðum. Tað kann ikki sigast annað enn at væl varð runnið: Teir megnaðu at savna 180.000 kr.

Í juni mánað skipaðu Føroyar fyri Norðurlendskum fundi her í Havn. Her høvdu vit vitjan av øllum alzheimerfeløgum í norðanlondum.

21. september – á altjóða alzheimerdegnum, skipaðu vit aftur fyri Alzheimer gudstænastum, hesaferð kring alt landið – í 6 ymiskum kirkjum, har høvuðsinnihaldið var sálmasangur, prædika og ymiskar tónleika- og sangframførslur. Afturmeldingin frá prestunum var, at tað var sera væl eydnað.

Eisini í sambandi við altjóða alzheimerdagin, høvdu við boðið Ritu Knudsen til Føroya at halda fyrilestur um hennara lív saman við Åge, sum var sjúkur av alzheimer. Tað var fitt av fólki, sum var komið út í auluna í Skúlanum á Fløtum at lýða á. Hon greiddi frá, hvussu tað var at liva saman við Åge frá tí hann bleiv sjúkur til hann andaðist, – og hvussu tað var, tá Åge fór á eitt heim at búgva. Eitt, sum eg haldi var gott, sum hon nevndi, var at hon slapp at vera kona hansara, tá hann fór á eitt heim – í mun til at vera eitt røktarfólk fyri mann sín.

Eisini høvdu vit fingið KVF at varpa ljós á evnið hesa vikuna. KVF vísti ymiskar filmar og annað tilfar, sum hevði okkurt við Alzheimer at gera.

31. januar í ár skipaðu vit fyri Alzheimer-kafé í Perluni fyri demenssjúkum og teirra avvarðandi og øðrum áhugaðum. Nógv fólk vóru møtt upp. Endamálið við kvøldinum var fyrst og fremst at hava eitt kafé-kvøld, men eisini at fáa eina hóming av, hvønn tørv fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi hava.

Tað eru nøkur avvarðandi, sum venda sær beinleiðis til Alzheimerfelagið, tí tey eru í dýrastu neyð. Teirra kæru, sum eru sjúk, fáa ikki nøktandi hjálp. Hetta gongur út yvir alla familjuna.

Hetta vilja vit sum felag sjálvandi ikki góðtaka. Vit vildu við hesum fundi fáa fólkið at siga frá, hvussu støðan var kring landið.

Vit høvdu boðið fólki frá demensklinikkini at greiða frá, hvat verður gjørt úti á Demensklinikkini.

Tórshavnar kommuna greiddi frá, hvat tey hava at bjóða borgarum í kommununi, sum eru rakt.

Almannaverkið var eisini við. Vit hoyrdu um dagtilhaldið á Skotarók.

Tað sum kom fram var, at markamótið millum land og kommunur er ein stórur trupulleiki.

Til fólk yngri enn 67 ár hevur Almannaverkið eitt dagtilboð, sum er Skotarók, ið er í Havn. Fólkum, ið búgva í Havn, stendur í boði at blíva heintað og koyrd heimaftur, men hetta tilboðið er ikki galdandi fyri borgarar uttan fyri Havnina, hóast tað eru fleiri fólk yngri enn 67 ár við demenssjúkum kring landið.

Hetta er eitt mál, ið Alzheimerfelagið fer at arbeiða fyri, so allir borgarar eru javnsettir.

Almannaverkið hevur eisini eitt tilboð við umlætting á Sandi í 1 viku í senn. Ætlanin er, at hetta tilboðið skal vera møguligt 1 ferð um mánaðin.

Demensklinikkin fer saman við Almannaverkinum at skipa fyri einum tilboði fyri børnum hjá teimum undir 67 ár.

Sagt var, at arbeitt verður við at skipa fyri felagssangi ella einum demenskóri fyri allar aldursbólkar, Skotarók skipar fyri. Hetta er byrjað og hevur verið einaferð og skal vera aftur 17. Apríl. Jógvan við Keldu og Jógvan Dahl stjórna kórinum.

Fólk við Downs syndromi fáa ofta demenssjúkur á ungum árum, men tað er einki tilboð til teirra.

Tórshavnar kommuna hevur dagtilboð og demenseindir á bústovnum. Ført varð fram, at á dagtilhaldum er arbeiðsmegin ov lítil: Fleiri fólk eru illa fyri og krevja tí nógv av starvsfólkunum. Flutningur er eisini ein trupulleiki í pørtum av Tórshavnar kommunu.

T.K. skipar fyri undirvísing fyri avvarðandi, t.v.s. makum og børnum, men avvarðandi-bólkum verður ikki skipað fyri og er tað stórt spell. Møguliga er hetta nakað, sum vit sum felag kunnu byrja uppá.

Demenssamskipararnir hava stovnað eitt felag. Tey hava sett seg í samband við okkum fyri at vita, um tey møguliga kunnu vera ein “grein” út frá okkum. Tað kann geva okkum onkrar spennandi møguleikar.

Í mars mánað var Vibeke Drevsen Back og helt ein spennandi fyrilestur niðri á Reinsarínum, har hon bjóðaði okkum á hennara rúmdarferð. Hon hevði ein boðskap til okkum øll, avvarðandi og starvsfólk.

Hvør er so avvarðandi? Eru tað ikki vit øll? Er tað ikki ein skylda, at vit royna so vítt møguligt at skilja, hvørjar avbjóðingar, tey hava. Hetta var tað, Vibeke ríkaði okkum við á Reinsarínum.

16. – 18. juni verður norðurlendskur fundur í Keypmannahavn og fara vit sjálvandi við. Vit hava  boðið fólkum við Alzheimer og avvarðandi at vera við okkum. Tórmóður Stórá kemur eisini við okkum at halda ein fyrilestur.

Fríðgerð Heinesen, sum var í hálvum starvi hjá Alzheimerfelagnum, valdi ikki at halda fram eftir eitt ár.

Vit hava sett Sigrún Mohr í starv 10 tímar um vikuna fram til 1. mai. Tá skal starvið eftirmetast og støða takast til, hvat vit víðari gera.

Fyri tveimum árum síðani fór Maria Skaale í holt við eina gransking/kanning fyri Alzheimerfelagið. Hon skuldi kanna, hvussu nógv fólk, ið búgva á eldrabústovnum, hava eina demenssjúku. Anna Rubeksen varð sett at fara út á teir ymisku bústovnarnar og gera kanningararbeiðið har.

Nú er liðið so væl við arbeiðinum, at Maria leggur síðstu hond á arbeiðið. Spennandi verður at frætta og eisini taka støðu til, hvat vit kunnu brúka úrslitið til.

Hvørjar ætlanir liggja so fyri framman?

25. apríl fara vit suður til Suðuroyar at hava eina Alzheimerkafé eftir sama leisti sum tann, vit høvdu í  Perluni fyrr í ár.  Ætlanin er,  so hvørt sum tíð verður til tess,  at skipa fyri líknandi kafé tiltøkum kring landið.

Í sambandi við flutning til og frá Skotarók er tað framvegis ein spurningur, hvør skal koyra tey, sum búgva uttan fyri Havnina. M.a. hetta verður  eitt mál, vit í Alzheimerfelagnum fara varpa ljós á.

Alheims alzheimerdagur  tann 21. septembur verður sjálvandi lagdur til rættis, so ljós verður varpað á okkara áhugamál – og gudstænastur verða um alt landið.

Í døgunum 19. -20. juni í ár verður  tann Norðurlendska  demensráðstevnan  hildin í Keypmannahavn. Evnið í ár verður:  “Demensvinarlig norðurlond” . Umboð fyri felagið fara at luttaka.

Heimasíðan er við at verða dagførd, og vóna vit, at hon skjótt er klár.

Annars halda vit okkum til endamálsorðingina, ið er at:

• Stuðla og hjálpa minnisveikum (demenssjúkum) og avvarðandi teirra.
• Upplýsa og kunna um minnissjúku (demens) yvirhøvur.
• Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.
• Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
• Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
• Vera við í altjóða samstarvi.

DEIL HESA SÍÐU

Del på facebook
Del på twitter
Del på linkedin
Del på email
Del på print