Vitan

Á hesi síðu savna vit nógv av tí tilfari, ið verður gjørt um demens í Føroyum. Haraftrat hava vit leinkjur til nakað av útlendskum tilfari og vísa á hentar leinkjur, har meira tilfar kann finnast.

Føroyskt tilfar

Kanningar

Grein úr European Journal of Neurology
Malan Johansen v.fl.
 
Samrøða við Malan Johansen um broytingar í íleguni APOE4, sum kunnu økja um vandan fyri Alzheimer.
 

Frágreiðingar og tilmæli

Demensætlanir

Føroyska demensætlanin “Demensvinarligt samfelag 2015” er bulurin í arbeiðinum at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Demensætlanin byggir á uppritið “Demensvinarligt samfelag 2012”.

Demensætlanin frá 2015 er 8 ár, og tí arbeiðir Demensklinikkin við verkætlan, ið tey nevna “Demensvinarligari 2025. Talan er ikki eitt álit, men um eina verkætlan. Les meira niðanfyri.

Demensvinarligari 2025

Framløga um eitt demensvinarligar 2025.

Sí framløguna hjá Demensklinikkini her: Demensvinarligar Føroyar 2025

 Demensvinarligt samfelag 2015                

Demensætlan fyri Føroyar 2015 mælir til at gera land okkara til eitt demensvinarligt samfelag. Fyritreytir fyri hesum eru at geva fólki og myndugleikum vitan og innlit í viðurskifti, sum gera at fólk við demensi áhaldandi kunnu verða ein partur av samfelagnum, tí tað í mongum viðurskiftum verða tikin atlit til hesa
avbjóðing.

Les demensætlanina her: Demensvinarligt samfelag 2015

 Demensvinarligt samfelag 2012           

Framferðarætlanin lýsir í stuttum, hvørjar avbjóðingar arbeiðsbólkurin metir eru á demensøkinum í Føroyum í dag, og gevur tilmæli til tiltøk, sum skulu til fyri at fremja átøkini.
Framferðarætlanin vísir á sjey øki, sum viðvíkja demens, har tað í dag eru avbjóðingar, og vísir á, hvørji øki kunnu mennast.
Tey sjey innsatsøkini eru hvør sær týdningarmiklir partar í viðgerð og røkt av fólki við demensi fyri at tryggja ein samanhangandi og effektivan innsats. Tað er heildin, fyribyrging, heilsufremjan og rehabilitering, sum skal tryggja ta góðu sjúklingagongdina. Hervið meinast tíðliga uppsporan.

Les meira her: Demensvinarligt 2012

Dokumentarar og sjónvarpssendingar

Føroyskur dokumentarur frá 2017 um tvær kvinnur, sum vóru fyrst í 50´unum, tá tær fingu staðfest Alzheimer-sjúkuna.
 
Dagmar Joensen-Næs hevur lagt til rættis, og Rógvi Rasmussen hevur tikið upp og sett saman.
 
Føroyskur dokumentarur frá 2010, sum lýsir, hvussu tað er at vera raktur av alzheimersjúkuni og at vera avvarðandi. Dokumentarurin tekur støði í fýra fólkum, ið búgva á Vallalíð, ið er heiminum fyri fólk við demenssjúku. 
Eir í Ólavsstovu hevur lagt til rættis.
Samrøða frá 2010 við Gunhild Waldemar, serlækna innan demenssjúkur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og stovnari og leiðari av “Nationalt Videnscenter for Demens”.
 

Sjónvarpsinnsløg

Shakespeare uttan minni 
Innslag í Deg og viku í juli 2023 um leikin Lear Kongur. Birita Mohr, ið hevur demens, spældi høvuðsleiklutin í leikinum.

Fleiri tilboð fyrr í sjúkugongdini
Innslag í Deg og Viku í september 2021 í samand við at Alzheimerfelagið fylti 20 ár.

Ov ung til ellisheimið
Innslag í Deg og Viku í marts 2021 har ljós verður varpað á vantandi bútilboð til yngri fólk við demensi. Prátað verður við hjúnini Leif og Eriku Petersen.

Ov fá tilboð til ung við alzheimer
Innslag í Deg og Viku í september 2020. Prátað verður við Jens Jacob Olsen, avvarðandi.

 

Útvarpssendingar- og samrøður

Samrøða í sendingini Credo í januar 2023 við Stanley Samuelsen, tónleikara. Tosað verður um lívið hjá Stanley, sum í dag livir við alzheimersjúkuni.
 

Stanley hevur konsert í Hoyvíkar kirkju
Samrøða í sendingini Vikuskifti í desember 2022 við Stanley Samuelsen, tónleikara, ið hevur demens.

Samrøða frá november 2022 í Góðan Morgun Føroyar um gransking um demens og gang.         

Samrøða í Credo frá 2018 við Pál Weihe, hvørs kona hevði demens.

 

Hentar leinkjur

Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum

Nationalt Videnscenter for Demens – danski depilin fyri gransking, útbúgving og miðlan av demenssjúkum  

Alzheimer Europe – meginfelag fyri alzheimerfeløg í evropiskum londum. 

 

Norðurlendsku Alzheimerfeløgini

Alzheimerforeningen – danska alzheimerfelagið

Alzheimersamtõkin – íslendska alzheimerfelagið

Alzheimer Sverige – svenskt alzheimerfelag

Demenfõrbundet – svenskt alzheimerfelag

Najonalforeningen for folkehelsen – norska alzheimerfelagið

Muistiliitto – finska alzheimerfelagið

     

 

 

Upptøkur frá ráðstevnum

Fyrilestur við Al Power og Jessica Luh Kim
 29.nov. 2023
Fyrilesturin snýr seg um, hvørja ávirkan okkara hugburðir og áskoðanir á demens kann hava á tilboð og trivnað hjá teimum, ið liva við demensi.

Tey ungu við demensi – tilboð og tænastur
Almannaverkið varðar av teimum, sum eru yngri enn 67 ár. 
Elin Danielsen greiðir frá.

Demensheim og arkitekturur
Árni Winther, arkitektur greiðir frá. 

Demens og tannrøkt í 20 ár
Birita Ellefsen, tannlækni.

Støðan hjá teimum avvarðandi og støðan á demensdeildum í koronatíðini 
Maria Skaalum Petersen, granskari, og Halldis Petersen, verkætlanarleiðari.

Vælferð í mjørka
Heri á Rógvu og Súsanna Olsen.

Demensvinarligar 2025
Hvørji tiltøk eru framd, og hvar eru vit í demensætlanini.
Framløga við Tormóður Stórá, psykiatara og Halldis Petersen, verkætlanarleiðara.

Sansir og sansastimbran
Framløga við Kirstin Ellingsgard, ergoterapeutur.

Heilsan frá borgartjóranum í Tórshavn
Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Eitt gott lív við demens
Fyrilestur við Gunnhild Waldemar, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum.

Sanna Bech Hoydal framførir

         4 Frásagnir frá demensøkinum
         1 Tað góða dagtilboðið
         Unn Justinussen, Roðin.

         2 Tilboð og tænastur tíðliga í demensgongdini
         Lis Hansen, demessamskipari.

         3 Hvat hjálpir og hvat hjálpir ikki
          Sofus Joensen, psykiatari.

         4 Tað góða demensheimið
         Barbara S. Djurhuus, Tjarnagarður.

         Kunning um  verjumál
         Súsanna Nordendal greiðir frá.

         Sangfuglar framføra

         Setan av ráðstevnuni
         Ann Mari Jensen, forkvinna.

         Frágreiðing um søgu felagsins
         Sigrun Mohr, stovnari, greiðir frá.

         Demens simulator
         Lise Knokgard, strategiskur verkætlanarmennari,
         SOSU Østjylland.

         Abbi og eg og abbi
         Dánial Hoydal greiðir frá bókini og leiklutinum sum
         avvarðandi.

         Tá ið tær fjálgu hendurnar frysta
         Um metingarkreppuna í heilsuverkinum.
         Imran Rashid, lækni.

         Hjálpartól
         Per Bentzen frá fyritøkuni Nemlia. 

         Hvar eru vit og hvar fara vit
         Kjak um evnið.

         Pilotverkætlanin Demensvinarliga samfelagið
         Kjak

         Alheims Alzheimerdagur 2019
         Tað góða samskifti við Jógvan Fríðriksson

                  

 

Útlendskt tilfar

Donsk dokumentarrøð, sum Kasper Friche journalistur, hevur gjørt um pápa sín, ið hevur demens.
 
Donsk dokumentarrøð har vit fylgja Bjørn Jacobsen, sum er giftur við Julie og pápi tríggjar dreingir, og sum livir við demensi. 
 
Donsk sending, har Anders Aggers, journalistur, fylgir eini familju, ið er rakt av demensi.
 
Donsk sending har Peter Lund Madsen, lækni og heilagranskari, kannar, hvussu tey í Japan handfara avbjóðingarnar við alsamt fleiri eldri og færri yngri.

Ein hjálpandi hond

Appin Demensur

Ert tú starvsfólk ella avvarðandi hjá einum við demensi, so eru nógv góð ráð og upplýsingar at finna í appini ”Demensur”, sum Videnscenter for demens hevur ment

Appin kann brúkast til:

✔ Førleikamenning
✔ Stuðulsamboð í gerandisdegnum
✔ Likamligar eygleiðingar
✔ Sálarligar eygleiðingar
✔ Finna loysnir
✔ Fáa góð ráð
✔ Læra demensfaklig hugtøk
✔ Finna kunning
 

Tú finnur appina inni á appstore á tíni telefon. 

Stuðla Alzheimerfelagnum

Alzheimerfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum stava frá limagjaldi, testamentariskum gávum og gávum frá einstaklingum og feløgum.