Sjúkan

Demensur er eyðkenni fyri sjúku í heilanum, og er ikki heitið fyri eina ávísa sjúku.
Tað finnast omanfyri 200 ymsar sjúkur, sum kunnu hava við sær demens.

Títtleikin av demensi í Føroyum

Í Demensætlanini frá 2015 var mett, at umleið 800 persónar liva við demensi í Føroyum, og at 30 av hesum vóru undir 67 ár. Hendan meting tekur støði í útrokningum frá okkara grannalondunum.

Heimsheilsustovnurin WHO metir, at í 2040 er talið av fólki við demensi tvífaldað. Heldur hendan framrokningin liva 1600 føroyingar við demenssjúku í 2040. Í dag hava 55 milliónir fólk í heiminum demens.

0
Fólk við demens í Føroyum
0
Fólk undir 67 ár við demens
0
Avvarðandi av demensraktum

Sløg av demensi

Tað finnast omanfyri 200 ymsar sjúkur, sum kunnu hava við sær demens.

Tær mest vanligu av hesum sjúkunum eru vístar omanfyri. Alzheimer er orsøk til 62% av øllum demenstilburðum. Felags fyri hesar sjúkur er, at kognitivir førleikar hjá sjúklingunum vikna.

Alzheimer, Lewy body og frontotemporalur demensur hoyra allar til bólkin av demenssjúkum við týðiligum og varandi sjúkueyðkennum. Hetta eru sjúkur, sum týna ávísar heilakyknur, soleiðis at týdningarmiklar funktiónir í heilanum farast.

Vaskulærur demensur kemur av, at blóðrenslið til heilan verður avmarkað, orsakað av blóðtøppum, bløðingum ella trongum blóðkørum í heilanum. 17% av demenssjúkunum stava frá avmarkaðum blóðrensli í heilanum.

Les meira um ymsu sjúkurnar her.

Alzheimer

Leinkja væntar

Lewy body
Frontotemporal demens
Vaskulær demens

Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit. Ut elit tellus, luctus nec ullamcorper mattis, pulvinar dapibus leo.

DALL_E_2023-09-01_21.15.53_-_a_single_forget_me_not_flower__with_white_background-removebg-preview

Sjúkueyðkenni


Fyrsta sjúkueyðkenni hjá persóni við demensi er ofta trupulleikar við at minnast, men tó ikki altíð. Vantandi førleiki at hugsavna seg, vantandi málsligir førleikar, trupulleikar við at finna veg og broytingar í persónligheit ella atferð kunnu eisini vera tekin um demens.

Les meira um sjúkueyðkenni her: 10 tekin um demens 

 

Eisini finnast sjúkur, ið hava sjúkueyðkenni, sum líkast demensi – eitt nú óviðgjørd depressión, strongd ella manglandi B12 vitaminir. Nakrar av hesum sjúkunum kunnu viðgerast, so sjúkueyðkennini hvørva aftur, og tí er av stórum týdningi at fáa greiðu á røttu orsøk til sjúkueyðkenni, og hvørt talan er um demens ella um aðra sjúku.

Demensur kemur ofta seint í lívinum, og fyrr var hildið,
at tað var ein nattúrlig avleiðing av at gerast gamal.
Men demensur skyldast sjúku, og er ikki bert ein avleiðing av aldurdómi.

Illgruni um demens?
Hesi eru fyrstu stigini

Fá eina viðtalutíð

Tá varhugi er um demens,
er fyrsta stigið at fara til kommunulæknan.

Um kommunulæknin metir, at tekin kunnu vera um demens, kann hann senda viðkomandi víðari til Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum. 

Tað er har, borgarar í Føroyum verða útgreinaðir fyri demens.

Útgreining

 

Ein útgreining fyri demens gongur vanliga fyri seg yvir eitt tíðarskeið, har fleiri viðtalur eru.

Fyrsta viðtalan er ein forkanning, har lækni og sjúkrarøktarfrøðingur spyrja um sjúkueyðkenni og sjúkusøgu.

Læknin fremur eisini eina objektiva kanning fyri at fáa greiðu á, hvussu sjúklingurin megnar einfaldar uppgávur, og spyr um minnið hjá sjúklinginum og virkisførið í gerandisdegnum. Forkanningin kann varða upp til 3 tímar.

Avvarðandi hava eisini ein týðandi leiklut í mun til at fáa eina fullfíggjaða fatan av støðuni. Tá persónurin, har illgruni er um demens, hevur veitt samtykki, verða avvarðandi spurd um hvørjar støður, tey hava eygleitt, ið kunnu vera møgulig tekin um demenssjúku.

Útgreinandi kanningar

Tað er ymiskt, hvørjar kanningar tørvur er á, fyri at kunna seta eina diagnosu.

Kanningar, ið kunnu koma fyri, eru blóðroyndir, EKG kanning av hjartanum, skanningar, neuropsykologiskar kanningar, samrøður, lumbalpunktur og fysisk kanning hjá serlækna.

Tá neyðugu kanningar eru framdar og greinaðar, verður ein diagnosa møguliga sett.

Er talan um eina demensdiagnosu, greiðir læknin frá viðgerðarmøguleikum bæði viðvíkjandi medisini, sum møguliga kann stimbra minnið, men eisini møguleikum fyri sálarligum, fysiskum og praktiskum stuðli.

Harafturat verður greitt frá møguleikum og fyrimunum við at broyta livihátt.

Heilivágur



Tað finst ongin lekjandi viðgerð fyri demens, men tað finst heilvágur, sum kann seinka sjúkueyðkennir í eina tíð.

Heilvágurin er sostatt ikki viðgerð fyri sjálva sjúkuna, men hevur ein fyribils virkna, sum kann stabilsera kognitiva funktiónsstøðið, praktiskar virkisførleikar í gerandisdegnum og almennu støðuna annars hjá sjúklinginum.

Heilivágur fyri demens

2 sløg av heilivági

Í løtuni eru tvey sløg av góðkendum heilivági, sum kann veitast Alzheimer sjúklingum: ”kolinesterase-tarnarar” (Donepezil, Rivastigmin og Galantamin) og memantin.

Fyrra slagið minkar týningina av atlátsevninum acetylkolin (signalstoffum) í heilanum og bøtur um sambandið millum nervakyknur.

Slagið, ið kallast memantin, verjir nervakyknur frá skaðiligari ávirkan av einum øðrum atlátsevni, sum verður nevnt glutamat, tí memantin setir seg á glutamatmóttakararnar sum ein tarnari, sum tarnar virknaðin av glutamati. Hesi sløgini av heilivági kunnu eisini nýtast sum viðgerð fyri Levy body demens og demens av Parkinson sjúku á lættari og miðal stigi.

 

Meira um kolinesterasu-tarnarar

Trupulleikin við serliga alzheimer er ein yvirframleiðsla av signalstoffinum glutamat, sum eisini hevur við sær ov nógvar glutamatmótttakarar (reseptorar) í heilanum. 

Hetta kann hava við sær neurotoksisk árin (eitran), tí yvirframleiðslan av glutamati drepur heilakyknur. 

Fyrri slagið av heilivági, kolinesterase-tarnarar, minkar um emzymið kolinesterase í heilanum. Kolinesterase niðurbrýtur azetylkolin, sum er signalstoff, ið tarnar glutamatframleiðslu. 

Við alzheimer vilja vit hava meiri azetylkolin, tí tað tarnar glutamatframleiðslu, sum vit vilja hava minni av. Við at tarna kolinesterasu, fáa vit sostatt meira azetylkolin og minni glutamat í heilanum.

Heilivágur til sjúklingar við demensi, orsakað av vánaligum blóðrensli

Viðgerð fyri demens, ið stavar frá vánaligum blóðrensli, fer fram við fyribyrgjan av fleiri blóðtøppum og fyribyrgjan av æðrakálking í heilanum.
Hetta kann gerast við at veita heilivág, sum er blóðtynnandi, setur blóðtrýstið niður, minkar um kolesterol í blóðinum, umframt við rørslu, heilsugóðum kosti, at tapa seg um neyðugt, og at gevast við at roykja. 

 

Heilivágur fyri demens
av øðrum ávum

Viðgerð fyri demens av øðrum ávum, er treytað av orsøkini, sum eitt nú kann vera hormonviðgerð fyri stofskiftissjúku ella vitaminískoyti fyri B12 vitamin mangul.

 

Røkt, umsorgan og góð tilboð av alstórum týdningi

Medisinsk viðgerð kann ikki veitast sum einasta viðgerð, men kann vera eitt ískoyti til røkt og umsorgan. Góð og røtt røkt, umsorgan, samskifti og sosialar umstøður eru av alstórum týdningi fyri sjúkugongdina og eitt gott lív við demenssjúku.

Tað hevur tí stóran týdning, at góð tilboð eru til fólk við demensi, har tey kunnu vera virkin og hava ein innihaldsríkan og meiningsfullan gerandisdag.

Góðkendur demensheilivágur

Týdningarmikið at fylgja við heilivágnum

Bæði sjúklingar og avvarðandi eiga at vera upplýst um ofta avmarkaða virknaðin av heiliváginum, og um møgulig hjáárin. Somuleiðis eigur ein avtala um ætlan fyri uppfylging at fyriliggja.
Persónar við demenssjúku, sum hava torført við at halda skil á teirra heilivági, eiga at fáa hjálp frá einum umsorganarpersóni.

Mælt verður til at fylgja væl við, hvørt batar eru av medisininum og hvørji møgulig hjáárin eru, soleiðis at til ber at taka støðu til um viðgerðin skal halda áfram framyvir.

Kelda:  Videnscenter for demens

 

Donepezil

Rivastigmin

Galantamin

Memantin

Alzheimer sjúka, Levy body demens, demens við Parkinson sjúku – allar á løttum til miðal stigi

x

x

x

 

Alzheimer sjúka á miðal til ringum støði

   

x

Føroyskar kanningar av demenstíttleikanum

Í 2019 gjørdi Maria Skaalum Petersen, professari í heilsuvísindum, fyrstu kanningina av títtleikanum av demensi í Føroyum.

Kanningin vísti, at í 7-ára tíðarskeiðinum frá 1. januar 2010 til 31. desember 2017 fingu í alt 539 fólk, 60 ár og eldri, staðfest demens. Harumframt fingu 16 fólk undir 60 ár eina demensdiagnosu í sama tíðarskeiði.

Tá hugsað verður um skuggatøl – at nógv ikki fáa eina demensdiagnosu – og at nøkur liva sera leingi við sjúkuni, so samsvarar títtleikin av demensi í Føroyum við títtleikanum í okkara grannalondum, ella kanska eitt vet lægri.

I 2018 gjørdi Maria Skaalum Petersen kanning av demensi á eldrabýlum, har 232 búfólk luttóku.

  • Kanningin vísti, at uml. 70% av luttakarunum høvdu tekin um demens ella viknandi andsevnir.
  • Helvtin av hesum høvdu ikki demensdiagnosu ella búðu ikki á serstøkum demenseindum.
  • Ein yvirskipað meting av øllum búfólkum í Føroyum gav somu mynd: at 72% møguliga hava demens. Hetta var mett við amboðum, sum kunnu geva eina ábending um demens, men ikki seta eina diagnosu.

 

Tilmælini í kanningini vóru tí at: 

  • Øll starvsfólk á eldrabýlum eiga at fáa holla undirvísing innan demens og demensrøkt.
  • Talið av plássum, sum er sett av til fólk við demensi, eigur at verða hækkað munandi og/ella starvsfólkanormeringin hækkað svarandi til lutfallið av fólki við demensi, sum búgva á eldrabýlum.
  • Fleiri búfólk eiga at verða send til útgreining av demens

 

Finn kanningarnar her

Stuðla Alzheimerfelagnum

Alzheimerfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum stava frá limagjaldi, testamentariskum gávum og gávum frá einstaklingum og feløgum.