Hjálp í Føroyum

Tá demenssjúka rakar, er ofta stórur tørvur á vitan um sjúkuna, og hvar ber til at fáa hjálp og vegleiðing.


Fyrstu stigini


Kommunulækni

Um illgruni er um demens, er fyrsta stigið at fara til tín kommunulækna, sum kann ávísa til Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum, sum tekur sær av útgreining fyri demens.

Fyri summi kann tað vera eitt stórt stig at fara til kommunulækna. Men jú fyrr sjúkan verður staðfest, tess skjótari kann viðgerð setast í verk, og tað kann hava týdning fyri sjúkugongdina og lívsgóðsku.

 

Útgreining á Landssjúkrahúsinum

Á demensklinikkini verða kanningar og útgreiningar fyri demens framdar. Endamálið er at staðfesta hvørt talan er um demens, hvat slag av demensi, talan er um, og at útloka aðrar sjúkur, ið kunnu hava somu sjúkueyðkennir, sum demensur – eitt nú strongd og tunglyndi. Les meira um útgreining her

Harafturat veitir Demensklinikkin kunning og ráðgeving til sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk.

Tilboð til
fólk við demenssjúku

Tá demenssjúka rakar, kann tað verða torført at fáa greiðu á, hvørji tilboð eru til fólk við demensjúku í Føroyum. Tí hava vit savnað upplýsingar um tilboð og tænastur niðanfyri.

GG.: Kunnið tykkum nærri á heimasíðini hjá Almannaverkinum ella hjá eldrasamstørvunum.

Í Føroyum er talan serliga um tilboð sum:

  • Dagtilhald
  • Búpláss á røktarheimi
  • Umlætting
  • Heimarøkt og sjúkrarøkt til persónliga røkt, sjúkrarøkt og praktiska hjálp

 

Ymisk tilboð kring landið

Demensøkið er býtt í tvey.

  • Almannaverkið varðar av fólki við demenssjúkum undir 67 ár, og
  • Tey átta kommunalu eldrasamstørvini varða av fólki við demenssjúkum yvir 67 ár.
 

Tað er ymiskt, hvørji tilboð eldrasamstørvini hava til fólk við demenssjúkum og teirra avvarðandi. Nøkur hava, sum ynskiligt, kommunalar demenssamskiparar, sum virka sum kontaktpersónar og veita ráðgeving, men ikki øll. Nøkur eldrasamstørv hava tilboð til heimabúgvandi, sum eru tíðla í demenssjúkuni, so sum gongubólkar, CST-bólkar v.m.

borgarar undir 67 ár

Um demenstilboð í Almannaverkinum

Tað er ”Eindin fyri likamlig brek” í Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum, ið varðar av fólki við demensi undir 67 ár. Ein demensdiagnosa er ikki treyt fyri at fáa tænastu frá Almannaverkinum, hóast tey flestu eru útreinað ella í gongd við at blíva útgreinað.

Mannagongd, tá fólk við demensi venda sær til Almannaverkið

Tá tú vendir tær til Almannaverkið fyri at fáa hjálp í samband við demenssjúku, er mannagongdin vanliga tann, at tú útfyllir eitt umsóknarblað um trivnaðartænastu. Umsóknin fer til ein málsviðgera á Viðskiftadeplinum, sum savnar neyðugar upplýsingar inn, og setur seg í samband við teg (borgaran/avvarandi) fyri at lýsa málið. Síðani verður málið lagt til støðutakan, um hvørt tænasta skal játtast ella ikki.  

Málsviðgerðin á Viðskiftadeplinum kann t.d. vera sosialráðgevi, og hevur vanliga drúgvar royndir at savna inn og viðgerða persónsupplýsingar í málum. Málsviðgerðin kann ráðføra seg við sín eindarleiðara, og/ella heita á leiðarar ella starvsfólk/demenssamskipara á dagtilboðunum um neyðugt.

Almannaverkið hevur í løtuni ikki demenssamskipara í starvi, sum virkar sum kontaktpersónur hjá demensraktum familjum, men málsviðgerðin kann veita ráðgeving eitt nú um tilboð hjá Almannaverkinum.

Umlætting

Almannaverkið veitir umlætting til fólk undir 67 ár við demenssjúku. Almannaverkið hevur tó ongan umlættingarstovn til fólk við demensi, og keypir tí umlættingartænastu frá kommununi, har borgarin við demensi býr. Umlætting til fólk við demensi undir 67 ár fer tí fram á ellis- og røktarheimum.

Fyri nøkrum árum síðani var ein Virknis- og umlættingardepil bygdur á Sandi, ið hevði til endamáls at veita umlætting til fólk við fjølbreki, menningartarni, seinheilaskaða og møguliga øðrum. Fólk við demensi undir 67 ár hava fingið umlætting á deplinum, men royndirnar hava ikki hilnast nóg væl orsakað av ferðing til depilin, og orsaka av ókenda umhvørvinum, ið er ein avbjóðing hjá fólki við demensi. Tí verður Virknis- og umlættingardepilin ikki brúktur til borgarar við demensi í løtuni.

Tá borgarar við demensi fylla 67 ár, ella tá dagtilboðið ikki er nøktandi longur, tekur kommunan, har borgarin býr, við.

Persónligur stuðul

Almannaverkið veitir vanliga ikki persónligan stuðul til fólk við demensi, sum heldur fáa í boði pláss á dagtilboði. Tó hevur stuðul verið veittur í styttri tíðarskeið til summi, vegna serligar umstøður. Hetta verður tikið upp til støðutakan í hvørjum einstøkum føri.

Dagtilhald

Almannaverkið hevur tvey dagtilboð til fólk við demenssjúku, sum eru undir 67 ár, har endamálið er at skapa ein tryggan og virknan gerandisdag við atliti at førleikum, tørvi og áhuga hjá tí einstaka, umframt at varðveita og styrkja førleikar.

Pláss er fyri 8 borgarum í hvørjum staði, og tey eru opin gerandisdagar frá klokkan 8 – 16.

Demenssamskiparar starvast í báðum dagtilboðum, og annars fakbólkar sum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, námsfrøðingar og ergoterapeutar.

Skotarók í Tórshavn

Dagtilhaldið Skotarók er fyri fólk við demensi yngri enn 67 ár.
Dentur verður lagdur á at skipa ein tryggan og virknan gerandisdag við atliti at førleikum, tørvi og áhuga hjá tí einstaka. 
Les meira um Skotarók

Dagtilhaldið á Glyvrum

Dentur verður lagdur á at skipa ein tryggan og virknan gerandisdag við atliti at førleikum, tørvi og áhuga hjá tí einstaka.

Dagtilhaldið leggur seg eftir at geva lívssøguni ans, síggja persónin heldur enn sjúkuna og stuðla honum og avvarðandi at varðveita lívsgóðskuna.
 
Les meira um Dagtilhaldið á Glyvrum.

Bútilboð

Demenssjúkur versna støðugt, og við tíðini gerst tørvurin á røkt aloftast so stórur, at neyðgt er at flyta á røktarheim.    
Tíverri eru ongin serstøk røktarheim til fólk við demensi undir 67 ár í Føroyum, men demensrakt undir 67 ár fáa pláss á vanligum røktarheimum.

borgarar yvir 67 ár

Kommunal eldrasamstørv

Í Føroyum hava kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum, og tí eisini ábyrgdina av tilboðum til fólk við demenssjúkum yvir 67 ár.

Kommunurnar hava skipað seg í 8 kommunal eldrasamstørv, ið veita hesar tænastur. 

Les meira um samstørvini og tænasturnar niðanfyri.

GG.: Kunna teg á heimasíðunum hjá eldrasamstørvunum ella set teg í samband við eldrasamstarvið fyri at fáa neyva kunning um tilboðini.

Norðuroya bú- og heimatænasta

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, umsitir Heimatænastuna og eldraøkið í norðoyggjum.

NBH veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivnað borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Les meira um NBH á heimasíðuni

 

Demenstilboðini yvirskipað

Ráðgeving og vegleiðing

Í løtuni eru 13 demenssamskiparar í NBH, hvørs uppgáva er at stuðla, vegleiða og ráðgeva borgarum, avvarðandi og starvsfólk í ymiskum, ið stendst av demenssjúku.

Tríggir demenssamskiparar eru í heimatænastuni hjá NBH, og harafturat eru demenssamskiparar í dagtilhaldinum Búðatrøð og á nøkrum á búeindum.

Arbeiðið á Búðatrøð, í Sóljuni og í Heimatænastuni er skipað soleiðis, at tíð er sett av ávísar dagar til uppsøkjandi arbeiði av møguligum tørvi á ráðgeving og vegleiðing í sambandi við heimavitjan

 

Búpláss

Norðoya bú- og heimatænasta hevur 6 búpláss á Sambýlinum í Bøgøtu til fólk, ið hava fingið staðfest demenssjúku.

Harumframt hevur NBH vanlig búpláss á Norðoya Ellis- og Vistarheimi (9 pláss), Uppistovu (14 pláss), Niðristovu (14 pláss) og á Heiminum við Vágna (16 vanlig búpláss, 8 umlættingarpláss).

NBH er tó í eini tilgong at flyta umlættingarplássini til Sambýlið á Heygnum, so tað líðandi verða 6 búpláss til fólk við demenssjúku og 2 umlættingarpláss á Heiminum við Vágna.

Gransking hjá Mariu Skaalum Petersen vísir, at áleið 2/3 av teimum, sum búgva á eldrabústovnum  hava eina demenssjúku. Tí er NBH í í eini tilgongd at skipa búplássini, soleiðis at í øllum førum 2/3 av plássunum verða til fólk við demenssjúku.

 

Dagtilboð

Dagtilhaldið Búðatrøð er eitt visiterað dag/kvøldtilboð fyri heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku ella hava tekin til demenssjúku.

Dagtilhaldið Sóljan er opið dagtilhald til heimabúgvandi fólkapensjónistar. Fólk, ið hava fingið demenssjúku, kunnu koma í Sóljuni, men so hvørt tørvurin á hjálp vaksur verður víst til Búðatrøð í staðin.

Tá talan er um tilboð til fólk, ið búgva á røktarheimi, eru tvey starvsfólk, ið burturav taka sær av at skapa innihaldsríkar dagar saman við búfólkunum á búeindunum hjá NBH. Tað kann vera at fara til handils, spæla bingo, fara til fótbóltdyst, biltúrar, binda o.a.

 

Umlætting

Umlættingareindin hjá NBH er staðsett á Heiminum við Vágna, men NBH er í eini tilgongd at flyta umlættingina til Sambýlið á Heygnum, soleiðis at umlættingin og rehabiliteringin eru á somu eind.

Tó er ætlanin at varðveita 1-2 umlættingarpláss á demenseindini á Heiminum við Vágna, soleiðis at fólk, sum eru komin langt í demenssjúkuni, kunnu koma til umlætting, har starvsfólk við servitan innan demensøkið arbeiða

 

Aðrar tænastur

NBH veitir eisini sjúkrarøkt og heimarøkt eftir tørvi.   

Til ber eisini at søkja um ansingarsamsýning.

Til ber eisini at søkja um fleksibla ansing, tá ið tørvur er á støðugari røkt og hjáveru, og avvarðandi ikki hava nakran, ið burturav vil átaka sær uppgávuna. Játtað verður tá í mesta lagi løn til 12 tímar ansing um mánaðin, har avvarðandi kunnu biðja onkran koma at ansa við løn, soleiðis at tey sleppa út til eitthvørt.

Onnur tilboð hjá NBH eru ikki greinað eftir diagnosu, og tí ikki burturav til fólk við demensi.

Eitt nú verður tilboðið um samdøgurðsrehabilitering verður lagt tilrættis eftir ynski borgarans at megna eitthvørt í gerandisdegnum aftur. Verður fakligt mett, at tað ber til, eru fólk, ið hava demens vælkomin.

NBH skipar onkuntíð fyri avvarðandibólkum og undirvísing fyri avvarðandi, tá mett verður, at tørvur er á tí.

Í løtuni hevur NBH ikki ikki bólkatilboð til heimabúgvandi (frítíðartilboð).

Nánd, Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.

Les meiri um Nánd

Tilboðini yvirskipað

Ráðgeving/vegleiðing

Nánd veitir ráðgeving og heimavitjanir til fólk við demensi og avvarðandi.

Tað eru starvsfólk í dagtilboðnum “Doktarahúsið”, ið veita hesa ráðgeving (demenssamskipari ella sjúkrarøktarfrøðingur).

Nánd skrivar á heimasíðuni, at avvarðandi ella fólk við demensi altíð eru vækomin at seta seg í samband við “Doktarahúsið” fyri at fáa ráðgeving.

Nánd samstarvar eisini við Demensklinikkina og landsdemenssamskiparan eftir tørvi. Tað er í stóran mun starvsfólkini í Doktarahúsinum og tørvsmetin hjá Nánd, ið hava hetta samstarvið.  

 

Búpláss

Nánd hevur 8 pláss til fólk við demensi á demenseindini á røktarheiminum Gøtubrá í Norðragøtu.

Harumframt ber til at fáa pláss á hinum sambýlunum/røktarheimunum hjá Nánd, ið eru Giljagarður í Leirvík og Vesturstovu í Fuglafirði. 

 

Dagtilboð

Nánd hevur eitt dagtilboð til fólk við demensi. Dagtilhaldið er í Doktarahúsunum í Fuglafirði, har pláss er fyri umleið 8 fólkum. 

 

Umlætting

Nánd hevur umlætting á demenseindini á røktarheiminum Gøtubrá ú Norðragøtu, har tað samanlagt eru 8 pláss (bú- og umlætting). Harumframt ber til at fáa umlætting á hinum sambýlunum/røktarheimunum hjá Nánd.

 

Annað

Nánd hevur ymisk tilboð til heimabúgvandi fólk við demensi eftir tørvi, so sum mannfólkabólkar, gongubólkar, svimjibólkar. Hesi tilboð verða tillagað tørvinum.

Nánd hevur eisini venjingartilboð. Á Miðstøðini í Leirvík ber til hjá eldri yvir 60 ár at venja sjálvi. Harumframt kunnu heimabúgvandi eldri yvir 67 ár søkja um hjálp frá fysioterapeuti ella ergoterapeuti til endurvenjing av mistum førleika.

Harumframt veitir heimarøkt og sjúkrarøkt, og til ber at søkja um samsýning at ansa einum demenssjúkum fólkapensjonisti heima.

Nánd hevur eina góða heimasíðu, har tú kanst lesa meira um tilboðini, sum eldrasamstarvið hevur til fólk við demensi.

Roðin, økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum.

Les meira um Roðin

VEKS

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg varð lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum.

Les meira um VEKS

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu

Eldraøkið hjá Tórshavnar kommunu fevnir um millum annað eldrabústovnar, heimarøkt, heimasjúkrarøkt til allar borgarar og tilboð og tænastur til fólkapensjónistar.

Heilsu- og umsorganartænastan skal røkja tær uppgávur, sum álagdar eru kommununi sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt og annað samsvarandi politisku málsetningum hjá býráðnum í »Virkin og vakin alt lívið«.

Les meira á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu um tilboðini hjá Heilsu- og umsorgarnartænastuni 

 

Demenstilboðini yvirskipað

Ráðgeving/vegleiðing

Tórshavnar kommunu veitir ráðgeving og vegleiðing til fólk við demens og avvarðandi frá demenssamskiparum í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá kommununi.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at ynskir tú eina heimavitjan, hevur tú eisini møguleika fyri at fáa vitjan heima við hús av einum starvsfólki úr Heilræði ella Visitatiónini.

Í Heilræðnum og í Visitatiónini starvast demenssamskiparar, sum skipa fyri heimavitjanum og bjóða heilsusamrøður. Tú kanst eisini biðja um eitt prát um tín gerandisdag og støðuna heima.

Harafrat er Demensdepilin á Tjarnargarði í gongd við at seta í verk og byggja upp eina ráðgevandi/vegleiðandi funktión á deplinum til heimabúgvandi borgarar við demenssjúkum.

Hevur tú spurningar ella ivamál um demenssjúku, kanst tú ringja til Heilsuhúsið átel. 30 20 00 og fáa ráðgeving umvegis telefon.

 

Búpláss

Tórshavnar Kommunan hevur fimm búeindir til fólk við demenssjúku. Hesar eru á Vallalíð, á Boðanesheiminum, á Lágargarði, á Demensdeplinum á Tjarnargarði og á Eldrasambýlinum oman Mattalág.

 

Dag- og kvøldtilboð

Í Tórshavnar kommunu eru tvey dagtilboð og eitt kvøldtilboð fyri fólkapensjónistar við demenssjúku:

  • eitt dagtilboð í Stjørnulon, har pláss er fyri 8 fólkum.
  • eitt dagtilboð í Tjarnarlon, sum er ein partur av Demensdeplinum á Tjarnargarði, har pláss er fyr 12 fólkum. Talið á plássum veldst tó um, hvussu borgararnir á dagtilboðnum eru fyri.
  • eitt kvøldtilboð í Stjørnulon, har pláss er fyri 8 fólkum. Kvøldtilboðið er tó opið eftir eftirspurningi/tørvi, og er tí ikki altíð virkið.

 

Umlætting

Tórshavnar kommuna hevur umlætting, eisini nevnt stutttíðarpláss á Demensdeplinum á Tjarnargarði og á umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum Urd.

Á Demensdeplinum á Tjarnargarði eru 7 umlættingarpláss til borgarar við demenssjúku. Umlættingarplássini og búplássini á Demensseplinum eru tó fleksibul eftir tørvi.

Á Urd eru 27 pláss til umlætting og rehabilitering. Hesi er tó ikki bert tilskilað borgarum við demenssjúku, og tað eru bert borgarar við lættari demenssjúku, sum fáa umlætting á Urd.

 

Annað

Harumframt veitir kommunan heimarøkt og sjúkrarøkt og til ber at søkja um samsýning at ansa einum demenssjúkum fólkapensjonisti heima.

Les meira á heimasíðuni hjá Tòrshavnar kommunu, har tilboðini eru lýst nærri.

 

 

Vesturvón

Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Vesturvón heldur til á heiminum á Sýnini, og fevnir um heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð.

Les meira um Vesturvón á heimasíðuni

 

Demenstilboðini yvirskipað

Ráðgeving og vegleiðing

Vesturvón hevur ikki skipaða ráðgeving í løtuni. Fleiri starvsfólk við demenssamskiparaútbúgving eru tó í starvi hjá Vesturvón, og eldrasamstarvið arbeiðir við at kanna og skipa, hvussu hesi kunnu brúkast í samstarvinum við Demensklinikkina og landsdemenssamskiparan, ið varðar av Vágoynni.

Vesturvón hevur higartil ikki havt avvarðandibólkar, men onkuntíð hevur dagtilboðið “Ivan’s Hús” skipað fyri tiltaki fyri avvarðandi.

Til ber at seta seg í samband við Vesturvón fyri meiri kunning.

 

Búpláss

Vesturvón hevur 8 búpláss til fólk við demensi á demensdeildini “Innistova” á røktarheiminum á Sýnini. Á Sýnini er harumframt ein blandað deild við 11 búplássum, sum mest verða brúkt til fólk við demensi.

 

Dagtilboð

Vesturvón hevur dagtilboðið Ivan’s Hús, ið er við síðuna av Røktarheiminum á Sýnini. Pláss er fyri 15-20 fólkum. Talan er ikki um serstakt dagtilhald til fólk við demensi, men til borgarar við ymsum tørvum og sjúkum. Ivan´s Hús er serliga ætlað heimabúgvandi, ið ikki eru før fyri at brúka hini tilboðini í nærumhvørvinum, so sum pensiónistafeløgini m.v.

Vesturvón hevur einki kvøldartilboð.

 

Umlætting

Vesturvón hevur eina rehabiliteringsdeild við seks plássum, sum verður brúkt til rehabilitering, umlætting og terminala røkt.

 

Heimahjálp og sjúkrarøkt

Vesturvón veitir heimahjálp og sjúkrarøkt til heimabúgvandi við demensi.

 

Annað

Á sýnini er ein stór venjingarhøll, sum verður brúkt til fyribyrgjandi fimleik og endurvenjing av ymiskum slagi. Har starvast ergoterapeutar og fysioterapeutar.

Heimasjúkrarøkt verður veitt øllum borgarum óansæð aldur, umstøður ella hvør sjúka talan er um.

Heimahjálp verður veitt út frá umsókn og tørvsmeting gjørd av visitator. Dentur verður lagdur á hjálp, ið er tillagað tørvin og umstøðurnar, og at finna alternativar loysnir, um neyðugt.

 

Økistænastan í Sandoyar Sýslu

Kommunurnar Sandur, Skopun, Skálavík, Húsavík og Skúvoy skipaðu samstarv um heimatænastu og eldarrøkt v.m. tá øki við lóg var flutt til kommunurnar at umsita tann 1. Januar 2015. Økistæanastan í Sandoyar Sýslu umsitur økið í nevndu kommunum.

Les meira um Økistænastuna

Bú- og heimatænastan í Suðuroy

Bú-  og Heimatænastan í Suðuroy er eitt kommunalt samstarv, sum  vegna kommunurnar í Suðuroynni, umsitur bú- og heimatænastu til eldri í Suðuroynni.

Les meira um Bú- og heimatænastuna

Samstørv

Í Føroyum hava kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum, og tískil eisini ábyrgdina av tilboðum til fólk við demensi yvir 67 ár.

Sambært lógarkarminum, sum er gjørdur fyri heimatænastu, eldrarøkt v.m., skulu kommunurnar skipa seg í samstarvsøki. Talan er um 8 øki, sum hava stovnað hesar tænastur:

Norðuroya bú- og heimatænasta

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, umsitir Heimatænastuna og eldraøkið í norðoyggjum.

NBH veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivnað borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og veita røkt og umsorgan.

Les meira um NBH

Nánd, Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.

Les meiri um Nánd

Roðin, økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum.

Les meira um Roðin

VEKS

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg varð lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum.

Les meira um VEKS

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu

Eldraøkið fevnir um millum annað eldrabústovnar, heimarøkt, heimasjúkrarøkt til allar borgarar og tilboð og tænastur til fólkapensjónistar.

Heilsu- og umsorganartænastan skal røkja tær uppgávur, sum álagdar eru kommununi sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt og annað samsvarandi politisku málsetningum hjá býráðnum í »Virkin og vakin alt lívið«.

Les meira um Heilsu- og umsorgarnartænastuna 

Vesturvón

Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Vesturvón heldur til á heiminum á Sýnini, og fevnir um heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð.

Les meira um Vesturvón

Økistænastan í Sandoyar Sýslu

Kommunurnar Sandur, Skopun, Skálavík, Húsavík og Skúvoy skipaðu samstarv um heimatænastu og eldarrøkt v.m. tá øki við lóg var flutt til kommunurnar at umsita tann 1. Januar 2015. Økistæanastan í Sandoyar Sýslu umsitur økið í nevndu kommunum.

Les meira um Økistænastuna

Bú- og heimatænastan í Suðuroy

Bú-  og Heimatænastan í Suðuroy er eitt kommunalt samstarv, sum  vegna kommunurnar í Suðuroynni, umsitur bú- og heimatænastu til eldri í Suðuroynni.

Les meira um Bú- og heimatænastuna

Røktarheimspláss

Hini eldraøkini hava ikki serstakar demensdeildir ella demenspláss á røktarheimunum, men til ber at fáa røktarheimspláss á vanligum deildum.

Tórshavnar kommuna

Tórshavnar kommuna hevur fimm búeindir til fólk við demenssjúku.
Hesar eru á Vallalíð, á Boðanesheiminum, á Lágargarði, á Demensdeplinum á Tjarnargarði og á Eldrasambýlinum oman Mattalág.


Les meira um bú- og dagtilboð í Tórshavnar kommunu her.

Norðoya bú- og heimatænasta.

Les neyvari um tilboðið í Norðoyggjum her.

Roðin

Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum.

Les meira um Roðin

Dagtilhald

Hini eldraøkini hava ikki serstøk dagtilhald til fólk við demensi, men tey hava dagtilhald til eldri fólk, har fólki við demenssjúku møguliga kunnu fáa pláss.

 Set teg í samband við kommunala eldrasamstarvi, har borgarin við demenssjúku er skrásettur at búgva, fyri meiri kunning um røktarheimspláss og dagtilhald.  

Sýnin ?
Norðoya bú- og heimatænasta.

Búðatrøð er dagtilhald fyri borgarar í Norðoyggjum, sum hava fingið eina demenssjúku. Endamálið er m.a. við rættari viðgerð og hjálp at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivnaði, hóast sjúku. 

Les neyvari um tilboðið í Norðoyggjum her.

Roðin

Endamálið við hesum tilboðið, er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Opið er yrkadagar frá kl. 09.00 – 16.00.

Pláss er fyri 10 brúkarum.

Dagtilhaldið er ein partur av “Demens deildini” .

Hjálp til avvarðandi

Avvarðandi hjá fólki við demenssjúkum eru í eini truplari lívsstøðu. Tí sjúkan ávirkar allar familjuna. 

Avvarðandi hava sera stóran týdning fyri trivnað og lívsgóðsku hjá tí demenssjúka. Tí er týðandi, at avvarðandi hava kunnleika til sjúkuna og fáa stuðul frá øðrum, sum skilja, hvussu ein hevur tað.

Avvarðandibólkar

Alzheimerfelagið skipar javnan fyri samrøðubólkum fyri avvarðandi hjá fólki við demenssjúkum. Bólkarnir eru bæði fyri børnum og fyri makum hjá fólki við demenssjúkum.

Málið við bólkunum er at: 

  • fáa kunnleika um demens
  • fáa hent ráð um almenn tilboð
  • finna stuðul og styrki til at megna gerandisdagin
  • viðgera kenslur
  • fáa hjálp til at bróta sosiala avbyrging
  • fáa hugskot til samveru við tann demenssjúka
  • fyrireika tey avvarðandi til nýggjar avbjóðingar, sum sjúkan kann hava við sær

Hvussu kunnu avvarðandibólkarnir hjálpa?

Avvarðandi hjá fólki við demenssjúku eru í eini truplari lívsstøðu. Tá ein í familjuni fær demens, verður øll familjan rakt, og tá er týðandi fyri avvarðandi at fáa kunnleika um sjúkuna og stuðul frá øðrum, sum kunnu skilja, hvussu ein hevur tað.

At verða partur av samrøðubólki fyri avvarðandi er ikki eitt viðgerðartilboð. Men tað er eitt trygt stað, har tú kanst tosa við fólk í líknandi støðu, og har tit kunnu deila vitan og royndir og saman finna loysnir.

Bólkarnir verða stuðlaðir av fakfólki innan demensøkið. 
Bæði luttakarar og fakfólk er áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum. Ofta hevur eitt fakfólk ella ein avvarðandi eitt lítið upplegg á fundunum um eitt relevant evni. 

Avvarðandibólkar hittast í hølum hjá MEGD, har Alzheimerfelagið eisini heldur til. Lýst verður á heimasíðuni og facebooksíðuni hjá felagnum, tá skipað verður fyri samrøðubólkum fyri avvarðandi.

Spurningar ella tilmelding fer fram umvegis teldupost: alzheimer@alzheimer.fo 

Ráðgeving

Tá demenssjúka rakar, hava avvarðandi tørv á vitan um sjúkuna og ráðgeving og stuðul frá fakfólkum til at handfara sjúkuna gjøgnum alla sjúkugongdina. Ráðgeving hevur vantað í Føroyum, men tíbetur verður alsamt størri dentur lagdur á ráðgeving og stuðul til avvarðandi.  

Demensklinikkin
Eitt av endamálunum hjá Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum er at veita kunning og ráðgeving til avvarðandi.

 
Á Demensklinikkini starvast Landsdemenssamskiparar, ið  ráðgeva og vegleiða, tá demenssjúka er staðfest. Teir kunnu vísa á viðgerðartilboð og møguleikar í samfelagnum. Teir virka eisini sum bindilið til Almannaverk og kommunalu eldrasamstørvini og vísa víðari til tey. Demensklinikkin bjóðar eisini leypandi undirvísing um demens til avvarðandi.
 
Kommunalir demenssamskiparar

Nøkur kommunal eldrasamstørv hava demenssamskiparar í starvi, sum virka sum kontaktpersónar og veita ráðgeving, tilboð og hjálp til fólk við demensi og avvarðandi. 

Vend tær til kommunala eldrasamstarvið í tínum øki fyri meiri kunning um kommunalar demenssamskiparar.

 

 
Demenslinjan
Demenslinjan er ráðgevingin hjá Alzheimerfelagnum.

Tú kanst ringja til Demenslinjuna hvørt týskvøld kl. 18-20 og ráðføra teg um alt, sum er viðkomandi innan demens.

Tey, ið taka telefonina, eru sjálvboðin fakfólk ella avvarðandi knýtt at Alzheimerfelagnum, við royndum og hollari vitan um lívið við demensi. Tú kanst verða dulnevnd/ur, um tú ynskir.

Hjálpartól

Hjálpartól frá Almannaverkinum
Á deildini Hjálpartól hjá Almannaverkinum ber til at søkja um at læna ella leiga hjálpitól til borgarar. Ávís hjálpitól kunnu økja um tryggleikan og veita tí demenssjúka eitt størri frælsi. Tað er umráðandi at kenna tørvin hjá tí einstaka.

Dømi um tól, sum kunnu lætta um gerandisdagin
Tól sum GPS’arar, alarmskipanir, komfýrvarnarar, tyngdar- og kúludýnur og serligar telefonir kunnu nýtast til teirra, ið hava demenssjúku. Eisini finnast kalendaratalvur og klokkur, sum vísa dato, klokkuslett og hvørt tað er fyrrapartur ella seinnapartur, sum egna seg serliga til fólk við demenssjúku. Á appini Demensur er nágreinað hvørji hjálpartól finnast, og hvat tey kunnu nýtast til. Ein kann taka appina niður á appstore, um ein hevur eina snildtelefon. 

Hvør kann søkja um hjálpartól
Heimabúgvandi
Persónar við niðursettum førleika orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku kunnu søkja um stuðul til hjálpartól frá Almannaverkinum.

Stuðul til hjálpartól kann játtast, um hjálpartólini
· eru neyðug fyri at vera í arbeiði
· munandi bøta um varandi avleiðingarnar av sjúkuni ella brekinum
· munandi lætta um gerandisdagin í heiminum

Almannaverkið metir um tørvin í hvørjum einstøkum føri, og avgerð, um talan er um hjálpartól ella brúkslut. Brúkslutir er tól, ið borgarin sjálvur heldur útreiðslur fyri.

Búsitandi á bústovni
Tað er vanliga kommunali bústovnurin, sum skipar fyri hjálpartólum til borgarar búsitandi á stovni ella sambýli. Tó ber til at søkja um stuðul á Almannaverkinum til hjálpartól, sum eru persónliga tillagað. Neyðugt er at seta seg í samband við Almannaverkið, fyri at hoyra nærri um treytir fyri stuðul til hjálpartól, tá ein býr á stovni. 

Ráðgeving um hjálpartól
Almannaverkið kann veita fakliga ráðgeving um, hvørji hjálpartól eru hent at læna ella leiga til fólk við demenssjúku. Til ber somuleiðis at fáa vegleiðing um, hvussu hjálpartólið virkar, og at fáa tað tillagað til viðkomandi, tá tað verður mett neyðugt.

Heimabúgvandi borgarar, sum nýta dagtilboð, umlætting ella koma til endurvenjing á kommunalum stovni, fáa ofta vegleiðing um hjálpartól frá kommunalu terapeutunum. 

Stuðul til bústað
Almannaverkið kann veita stuðul til at innrætta bústað til persón, ið hevur týðandi og varandi skert virkisføri, tá ið broytingin verður mett neyðug, fyri at gera bústaðin betur egnaðan sum tilhald.

Les meira um hjálpartól og finn oyðubløð til umsókn um hjálpartól frá Almannaverkinum her. 

Hjálpartólaøkið verður umsitið eftir Lóg um almannatrygd og tænastu

Hví hjálpartól og tøkni?
Hjálpartól kunnu vera hent amboð hjá teimum, sum eru rakt av demenssjúku, tí tey kunna stuðla undir størri sjálvbjargni og stuðla undir ein tryggari gerandisdegi.

Sansastimuli
Ein ruggustólur serliga tilætlaður fólki við demensi kann geva vælveru, skapa frið og økja um trivnaðin. Behagiliga vaggandi rørslan í stólinum hindrar óró og ótryggleika. Ein slíkur stólur kann eitt nú virka fyri minnin tørvi á sissandi heilivági. Sama tryggleika og ró kann ein musiksansapúta/dukka eisini hava, hjá summum.

 

Tørvur á fleiri tilboðum tíðliga í sjúkugongdini

Tað hevur stóran týdning fyri trivnað, lívsgóðsku og eina góða sjúkugongd, at fólk við demenssjúku kunnu hava ein so virknan og meiningsfullan gerandisdag, sum til ber. Men øll menniskju eru ymisk, ongin sjúkugongd líka, og øll trívast kanska ikki beinavegin á einum dagtilhaldi. Tí er tørvur á meira fjølbroyttum tilboðum og møguleikum, serliga tíðliga í sjúkugongdini, sum kunnu stuðla undir einum virknum gerandisdegi og lætta um hjá avvarðandi. 

Alzheimerfelagið arbeiðir fyri hesum, og vil eggja Almannaverkinum og kommunalu eldrasamstørvunum til at raðfesta hetta hægri.  Eisini kunnu eitt nú ítróttarfeløg/venjingarstøð, arbeiðspláss og mentanarstovnar stuðla undir hesum. 

Stuðla Alzheimerfelagnum

Alzheimerfelagið fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar hjá felagnum stava frá limagjaldi, testamentariskum gávum og gávum frá einstaklingum og feløgum.