Vit skulu í stuttum líta aftur á tíðina síðan seinasta aðalfund sum var tann 18. juni 2020.

Korona setti eisini síni spor á arbeiði og ætlanir okkara í 2020.  Orsakað av avmarkingum og einum samfelagi, sum meir ella minni bleiv lokað niður, hevur Alzheimerfelagið ikki skipað fyri so nógvum tiltøkum, ið ætlanin var at hava.

Hetta hevur verði ein undarlig og øðrvísi tíð. Korona hevur verið ein stór avbjóðing fyri okkum øll, bæði so og so. Vit hava hoyrt um lond uttan um okkum, sum hava verið lokað niður í langa tíð, og hevur hetta m.a. ført við sær, at gomul og veik hava verið sera avbyrgd viðvíkjandi vitjan frá sínum nærmastu.

Sum heild haldi eg, at vit í Føroyum hava klárað hesa avbjóðing væl, og at okkara gomlu, sum búgva á heimum, tí bert sótu avbyrgd í stutta tíð. 

Hóast Koronu hava vit arbeitt við ymsum málum, m.a. hevur felagið saman við Mariu Skaalum Petersen, lektari á Setrinum og granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Sáru Reinert og Elisabeth Anthoniussen, masterlesandi, staðið fyri eini digitalari spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persónum við demensi.

Niðurstøðan av kanningini er, at leikluturin sum avvarðandi at persóni við demensi ávirkar heilsuna neiliga, og at avvarðandi uppliva serliga strongd, svøvntrupulleikar og tunglyndi. Úrslitini benda á samband millum neiliga ávirkan á heilsu og ávirkan á arbeiðslív eins og samband millum ávirkan á arbeiðslív og fíggjarstøðu. Millum annað sæst, at arbeiðslívið ávirkast við, at avvarðandi mugu fara niður í tíð og takka nei til nýggjar arbeiðsmøguleikar ella uppgávur. Meira enn helvtin av svargevunum uppliva, at leikluturin sum avvarðandi skapar tvístøður í familjuni. Svargevararnir av kanningini eru oftast kvinnur, sum mest sannlíkt endurspeglar uppgávubýtið millum kynini í familjunum.

Alzheimerfelagið er í gongd við, við góðum stuðli frá kommunum o.ø., at umseta eina app (Viden om demens) frá donskum til føroyskt.

Henda appin verður sera góð fyri at fáa vitan um, hvussu vit umgangast og samskifta við fólk, sum hava eina demenssjúku, hon verður ein góð hjálp hjá bæði starvsfólki og avvarðandi at nema sær størri vitan um sjúkuna.

Ætlanin var at appin skuldi verða klár til aðalfundin, men tað eydnaðist tíverri ikki, men væntandi verður hon liðug um ikki ov langa tíð, og er vón okkara, at hon verður væl móttikin.

Í sambandi við kommunuvalið, sum var í novembur 2020, gjørdi Alzheimerfelagið nøkur spott undir heitinum ”Minnist til okkum”, har vit settu sjóneykuna á nøkur ting, sum vanta í okkara samfelagi, einum samfelag, sum skal vera fyri okkum øll:

Eftirmeting av eldraøkinum

Í 2015 var ábyrgdin av eldraøkinum flutt til kommunurnar. Eftirmeting av kommunala eldraøkinum skuldi eftir ætlan gerast í 2020. Og hóast Føroya Kommunufelag longu í 2018 gjørdi vart við at hetta hevði skund, er einki hent við hesum málinum.

Fleiri fakfólk á økinum

Verða starvsfólkini nýtt rætt? Umleið 100 demenssamkiparar eru útbúnir, men hesir síggjast ikki aftur á gólvinum. Fyri fólk við demensi hevur tað avgerandi týdning at fáa neyðugu hjálpina í gerandisdegnum. Tí kundu vit hugsað okkum, at kommunurnar gjørdu ein enn størri avrik fyri at fáa gagnnýtt servitanina innan økið.

Upplýsing í bussleiðini

Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna hava gjørt nógv fyri at bøta um bussleiðina. Men vit sakna betri fráboðanir í bussinum um, hvar bussurin er staddur. Fyri ein persón við demensi kann tað vera ørkymlandi at ferðast við bussinum. Ótryggleikin um hvar ein er staddur, fær fólk at setast aftur. Um bussarnir høvdu eina upplýsingarskipan, har sagt varð, hvar bussurin var, hevði hetta verið ein stór hjálp. Hetta kann vera ein rødd, ið sigur, hvar bussurin steðgar næstu ferð ella ein skermur, ið vísir næsta steðgipláss.

Skelting í almenna rúminum

Skelti eru allastaðni. Tey vísa okkum veg. Fyri fólk við demensi hevur týðilig skelting stóran týdning. Skelti finnast í øllum skøpum og litum. Tað sum kann tykjast púra natúrligt hjá onkrum, kann vera ógvuliga ørkymlandi fyri ein persón við demensi. Tí vilja vit heita á kommunurnar um at hugsa um skelti í almenna rúminum.

Frítíðartilboð

Til tær kommunur, ið hava almenna svimjihøll, vil Alzheimerfelagið koma vit eini áheitan. Minnist til fólk við demens. Eitt nú sakna vit smærri umklæðingarrúm, har fólk, ið ikki klára seg sjálv, kunnu hava ein hjálpara við. Ein demensdiagnosa skal ikki vera ein forðing fyri at nýta kommunalar svimjihallir.

Fleiri tilboð til heimabúgvandi.

Alzheimerfelagið hevur eitt ynski um at kommunurnar fara at bjóða fleiri tilboð til fólk við demens. Ein innihaldsríkur gerandisdagur betrar um lívsgóðskuna hjá einum persóni við demens, umframt at tað lættir um gerandisdagin hjá teimum avvarandi.

Fyri 6 árum síðan, á vári í 2015 kom út álitið “Eitt demensvinarligt samfelag – Gloymsk, men ikki gloymd”. Álitið kemur m.a. við 14 ítøkiligum tilmælum, hvussu farast kann fram í hesum máli.

Eitt av tilmælunum er, at tað verða settir fimm landsdemenssamskiparar í starv, sum verða settir sentralt, men virka lokalt, t.v.s. kring landið.

Alzheimerfelagið hevur arbeitt hart fyri, at peningur verður settur av til hesa skipan/størv. Hetta hevur tikið sína tíð, men nú er endiliga ein verkætlanarleiðari og 3 landsdemenssamkiparar settir í starv, og tað fegnast vit um.

Hettar er hart tiltrongt, og vónandi fer hettar at bøta um tilboð, undirvísing og vitan sum heild í samfelagnum.

At tann rætta hjálpin er til tann demenssjúka og teirra avvarðandi uttan mun til aldur.

Tað er sera harmiligt, at tann hjálp, sum vit øll vænta at fáa í okkara ríka samfelagi, er ikki til staðar, tá ið brúk er fyri tí.

At tey sjúku og teirra avvarðandi, skulu noyðast at fara út í fjølmiðlar fyri at blíva hoyrd, er ikki rætt, og eg vóni, at okkara politakarar lurta, skilja og hjálpa hesum fólkum.

Ætlandir fyri framman:

Eftir páskir fara vit at byrja avvarðandibólkar.

Í ár eru 20 ár, síðan Alzheimerfelagið varð stovnað, og vit arbeiða við at skipa fyri einari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. og 21. sept. Vit eru sera spent upp á hetta tiltakið. Væntandi verður tað nógv áhugavert og læruríkt hesar báðar dagarnar, bæði fyri starvsfólk, avvaðandi og politikarar.

Hóast alt haldi eg, tað er hent nógv á demensøkinum hesi 20 árini, og vit hava tíbetur eina nógv størri vitan í dag.

21. septembur er Alheims Alzheimerdagur, í nøkur ár hevur Mylnan, í sambandi við henda dagin, bakað og selt “Minniskøkur”, og felagið hevur fingið allan peningin fyri søluna. Ætlanin var at skipa fyri søluni eins og undanfarin ár, men orsakað av forfalli var eingin søla í fjør. Gongur eftir vild, er ætlanin at skipa fyri søluni aftur í ár.

Alzheimerfelagið takkar øllum, sum hava stuðla arbeiðinum hjá felagnum í farna ári.

Annars halda vit okkum til endamálsorðingina hjá felagnum:

– Stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra.

-Upplýsa og kunna um demens yvirhøvur.

-Upplýsa og samstarva við lands-og kommunalpolitikkarar og aðrar myndugleikar.

-Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.

-Vera við í altjóða samstarvi.