Ársfrágreiðing 2019

Tann 4 maj varð skipað fyri ráðstevnu í SALT. Undirtøkan var góð og Ólavur Rasmussen tók væl ímóti okkum. Skráin var umfatandi og fjølbroytt. M.a. greiddi Bú-og heimatænastan í Suðuroy frá teirra arbeiði innan demesøkið. Tað vísir seg, at tað er ymiskt frá kommunu til kommunu, hvørji tilboð eru til tey demensraktu og avvarðandi teirra. Tað er ikki nøktandi: tað átti at verið ein sjálvfylgja, at somu tilboð vóru til øll, sama hvar í landinum vit búgva. Hetta kann bara lata seg gera, um vit fáa skipað demensøkið í Føroyum betur.

Kórið ”Sangfuglarnir”, sum er mannað við fólki við demenssjúku og avvarðandi teirra, setti sín dám á dagin. Tað var eitt upplivilsi at hoyra hesi syngja av hjartanum. Tað ber til hóast sjúkuna.

Løgtingsval var í august 2019, og í hesum sambandi vildi Alzheimerfelagið seta demensøkið á breddan, og skipaði fyri einum almennum tiltaki í Østrøm.

Pilotverkætlanin “Demensvinarligt samfelag”, sum Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum hava samstarvað um, bleiv løgd fram. Tað er eitt sera gott abeiði, sum er gjørt í Vágum, og sum vísir, at tað ber til at skipa demensøkið betur og at veita bæði teimum sjúku og avvarðandi teirra røttu hjálpina.

Síðan varð skipað fyri politiskum pallborðsorðaskifti, har nógv áhugavert var borið fram. M.a. varð spurnartekin sett við, hvussu nógvir pengar vóru settir av til demensøkið á fíggjarætlanini. 1,5 mill. var játtað, søgdu politikararnir, men tað kom fram, at hesir pengar vóru ikki brúktir til at seta landsdemenssamskiparar. Alzheimerfelagið fekk at vita, at 800.000 kr. vóru settar av til demensætlanina, og at bara ein landsdemenssamskipari var í starvi.

Hesum vóru politikararnir sinnaðir at fylgja upp.

Eftirfylgjandi hava vit frá Alzheimerfelagnum verið á fundi við landsstýrisfólkini í heilsu- og almannamálum. Vit høvdu tveir góðar fundir, har vit greiddu frá, at tað hevur stóran týðning at fáa játtað pening til demensætlanina ”Demensvinarliga samfelgið”, at fáa ein Vitanardepil settan á stovn, og at landsdemenssamskiparar verða settir í starv. 

Eisini vístu vit á, at tað var umráðandi at fáa onnur tilboð til tey demensraktu undir 67 ár. At tað ikki var nøktandi við einans einum dagtilboði, sum er í Havn. (her er vert at skoyta uppí og fegnast um, at eitt dagtilboð er komið afturat á Glyvrum)

Ynskiligt er eisini, at ung við demensi fáa møguleika at koma undir stuðulskipanina hjá Almannaverkinum og kunnu vera í vardum starvi, so leingi tað ber til.

Halldis Joensen, demenssamskipari, hevur seinastu tíðina arbeitt við demensætlanini ”Demensvinarliga samfelgið” í samstarvi við m.o. Alzheimerfelagið, Demensklinikkina, demenssamkiparar kring landið, o.o fakfólk.

Álit er skrivað og stevnumið eru sett. Álitið er handað leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.

Alzheimerdagin 21 sept. høvdu vit nakrar fyrilestrar í Smæruni.

Ein góður dagur, har Jógvan Fríðrikson, bispur, tosaði um tað góða samskiftið, og Christine Swane, mentanarsociologur, greiddi frá stigmatisering og demensi.

Mylnan seldi “Minniskøkur”, og allur peninguinr, 15.000,00 kr., fór til arbeiðið hjá Alzheimerfelagnum,Vit takka Mylnuni fyri stuðulin.

Alzheimerfelagið hevur skipað fyri avvarðandibólkum. Byrjað var í novembur, og møttust bólkarnir 8 ferðir. Ein bólkur var fyri makar, og ein var fyri børn. Eisini fingu vit ymisk fólk at undivísa í viðkomandi evnum. Avvarðandikvøldini blivu stuðlað av Betri Stuðulsgrunninum og Trygd. Vit eru sera takksom fyri henda stuðul.

Tað er av alstórum týðningi at hava avvarðandibólkar, og afturmeldingarnar eru góðar – gott er at tosa við fólk í somu støðu.

Heitt er á felagið um at halda fram við avvarðandibólkum.

Jónvør Christiansen og Poula Sørensen, báðar demenssamskiparar, stýrdu bólkunum.  Vit takka teimum fyri nakrar góðar og læruríkar dagar.

”Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demensi” er í gongd.

Tað er Alzheimerfelagið, sum saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, ið stendur fyri kanningini. Kanningin er stuðlað frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Vit halda tað vera av alstórum týðningi at seta sjóneykuna á støðuna hjá teimum avvarðandi.

Demensur er ein sjúka, sum eisini rakar tey avvarðandi, og eru tey ofta ein gloymdur bólkur. Sum nú er, hava 244 avvarðandi svarað, og til ber at svara spurnabløðum til 1 juli 2020.

Ætlanin var at hava eina ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 29. og 30. septembur í ár, men sum tit øll helst vita, so hevur Korona eisini seinkað tí ætlanini.

Vit vita ikki við vissu, hvussu verður við ráðstevnuni, men vit arbeiða við henni, og vón okkara er, at hon verður veruleiki. Tit frætta nærri hvussu og hvat.

Við loyvi frá Videncenter for demens í Danmark fara vit at týða eina app úr donskum til føroyskt.

Appin ”Vitan um Demens” er eitt hent amboð og ein stór hjálp hjá avvarðandi, arbeiðsplássum og starvsfólkum, ja, faktiskt øllum

Vit halda tað vera eina sjálvfylgju at fáa eina føroyska App, og vit eru spent at síggja úrslitið.

Um stutta tíð verður kunning um appina DrugStars: www.drugstars.com  løgd á heimasíðu felagsins. Við hesi app ber til at lata pening til vælgerandi endamál, hvørja ferð ein tekur sín heilivág og/ella vitaminir. Tað kostar tær einki, og tú gert av, hvørjari søk tú vilt stuðla, t.d. Alzheimefelagnum.

Fyri nevndina takki eg øllum, sum á ymiskan hátt stuðla arbeiðinum hjá Alzheimerfelagnum og ikki minst okkara limum. Uttan tykkum var einki felag, og, sum tit hoyra/síggja, so er altið nógv á skránni hjá felagnum, og enn er brúk fyri okkum.

Vinarliga Ann Mari Jensen, forkvinna.

Endamál felagsins:

Stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra.

Upplýsa og kunna um Demenssjúkur.

Upplýsa og samstarva við lands-og kommunalpolittikarir, aðrar mynduleikar og feløg.

Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.

Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.

Verða við í altjóða samstarvi.

DEIL HESA SÍÐU

Del på facebook
Del på twitter
Del på linkedin
Del på email
Del på print