Ársfrágreiðing 2021

Vit skulu í stuttum líta aftur á tíðina síðan seinasta aðalfund, sum var tann 17. mars í 2021.

Alzheimerfelagið hevur skipað fyri avvarðandibólkum í Havn, vit hava verið saman 8 ferðir, og hóast Koronan aftur setti okkum ymsar forðingar, haldi eg, vit hava havt nøkur góð og gevandi kvøld. Vit hava havt ymisk fólk útifrá at undirvísa í viðkomandi evnum. Nógv avvarðandi kenna seg einsamøll, tá ið sjúkan rakar. Tí er so umráðandi, at tey kunnu møtast og tosa við fólk í somu støðu. Vit hava fingið góðar afturmeldingar og heitt er á felagið um at halda fram við avvarðandibólkum.

Í Klaksvík er eisini, í samstarvi við fakfólk á staðnum, skipað fyri avvarðandibólki.

Eitt avvarðandikvøld varð hildið á dagtilhaldinum á Glyvrum, har umboð fyri felagið vóru boðin við fyri at kunna um felagið.

Alzheimerfelagið hevur verið á fundi við umsitingina hjá Tórshavnar kommunu um leiðsluskipanina. Tað hevur verið sett spurnartekin við skipanina, sum í dag virkar ikki nóg væl. Tann besta nærveran við búfólk og starvsfólk man vera at leiðslan kemur innaftur á heimini. Hetta ynskið hevði felagið, og høvdu vit ein góðan fund.

Vit hava havt eitt gott samstarv við Psykiatriska depilin í sambandi við tann nýggja bygningin, sum stendur í gerð. Anna Petra Winther hevur umboðað felagið og givið teimum góða vegleiðing um skelting o.a. til fólk við demensi.

Vit vóru í GMF, har vit tosaðu um tað nýggja merkið, sum vit hava fingið til Føroya. Merkið hevur heitið: ”Ein hjálpandi hånd”. Merkið er eitt sjálvboðið hjálparmerki, sum fólk við demensi og avvarðandi hava ment til fólk við demensi. Hendurnar vísa, at øllum menniskjum tørvar atlit ella eina hjálpandi hond. Hetta ger seg kanska serliga galdandi fyri menniskju við demensi, sum í mongum førum kunnu hava brúk fyri tíð og meira toli ella eyka vinsemi.

Um tú sær ein persón við merkinum, so eru her trý góð ráð, sum er ein hjálpandi hond fyri okkum øll:

– at smílast og at nærkast blídliga

– at spyrja ein spurning í senn

– at seta ferðina niður og gjarna at vísa teimum veg

Merkið ”Ein hjálpandi hond” er ókeypis og fæst við at skriva ella ringja til Alzheimerfelagið.

Vit hava fingið áheitan frá Reyða Krossi, um til ber at fáa undirvísing um demens til teirra vitjanarvinir. Hesum hava vit í felagnum sjálvandi játtað.

Alzheimerfelagið hevur nú í tvey ár, við góðum stuðli frá Megd og kommunum, arbeitt við at umseta eina App um demens úr donskum, ognú er hon so klár. Hans J. Hermansen hevur umsett, og hava vit fingið ser góða hjálp frá Jonhardi Larsen og Hilmari Augustinussen. Stóra tøkk tit báðir. Henda Appin er eitt hent amboð fyri at fáa vitan um, hvussu vit umgangast og samskifta við fólk við eini demenssjúku. Hon verður ein góð hjálp hjá bæði starvsfólki og avvarðandi fyri at nema sær størri vitan um sjúkuna.

Tann 10. mai vóru Ann-Mari Jensen, forkvinna, og Pál Weihe, næstformaður, á fundi við Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu, og Gunnar Streymoy, leiðara fyri Svimjihøllina í Gundadali.

Endamálið við fundinum var at fáa kunning um, hvussu umstøðurnar í nýggja langhylinum verða fyri fólk við demenssjúkum, serliga viðvíkjandi umklæðingarumstøðunum, tí umráðandi er at innrættað verður soleiðis, at møguligt verður at hava hjálparfólk við sær í umklæðingarhølið, tá ið tørvur er á tí.

Ein sera góður og kunnandi fundur, so spennandi verður at síggja endaliga úrslitið av langhylinum.

Ein demensdiagnosa eigur ikki at vera ein forðing fyri at nýta kommunalar svimjihallir.

Tað er eingin loyna, at tað, ið hevur fylt mest hjá Alzheimerfelagnum í 2021, var fyrireikingin til stóru ráðstevnuna sum, var í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. og 21. sept., tá ið felagið hevði 20 ára føðingardag. Strævið, men læruríkt og sera spennandi at vera við til at skipa fyri einum so stórum tiltaki. Tað vóru uml. 500 luttakarar hesar báðar dagarnar. Vit í felagnum eru so takksom fyri allan stuðulin, ið vit fingu. Hetta gjørdi, at ráðstevnan kundi gerast veruleiki. Umframt framløgur og kjak fingu øll høvi at vitja eina røð av áhugaverdum framsýningarbásum.

Ráðstevnan hevði heitið: ”Hvar eru vit – og hvagar fara vit?”. Tað, sum vit vildu við ráðstevnuni, var at seta sjóneykuna á avbjóðingarnar, sum eru á demens- og eldraøkinum, har tað m.a. er stórur tørvur á starvsfólki og á fakfólki.

Tað er langt eftir á mál við demensætlanini ”Demensvinarliga samfelagið 2015”, ella sum Tórmóður Stórá segði: ”Demensætlanin var ætlað sum ein handlingsplan, men bleiv ein dreymur. Vit hava ikki megnað at gera neyðugu raðfestingarnar, sum skulu til, til dømis fíggjarligu raðfestingarnar, fyri at gera dreymin til veruleika”.

Alt ov ofta føla avvarðandi, at tey ikki fáa neyðugu hjálpina, alt ov ofta mugu tey í fjølmiðlar at kæra sína neyð. Hetta eigur ikki at koma fyri, tey eiga at fáa røttu hjálpina beinanvegin, sama hvar í landinum tey búgva. Alzheimerfelagið hevur rópt hart upp um hetta í langa tíð.

Tað eru settir trýggir landsdemenssamskiparar í starv, men enn mangla 2 fyri at fáa skipað alt demensøkið, men eg vænti at hesir 3 fara at gera mun í tí samlaða arbeiðinum.

Á 20 ára føðingardagsráðstevnuni spurdu vit: ” Hvar eru vit – og hvagar fara vit?”

Í dag eru vit har, at tað eru uml. 850 í Føroyum,sum hava eina demenssjúku, taðgevur nógv avvarðandi, sum eisini tørvar hjálp. Av hesum 850 sjúku eru útvið 30 fólk, ið eru yngri enn 67 ár. Vit eru eisini har, at vitanin er stór á økinum. Vit hava serføroyska gransking.

Vit hava ein hóp av vælútbúnum starvsfólki innan demens, men hvar eru tey? Vit vita, hvussu vit kunnu hjálpa teimum, og vit eru farin undir at skapa umstøður til teirra.

Vit vita, hvagar vit skulu fara fara, men fara vit hagar?

Fara vit at loysa átrokandi trupulleikarnar, sum eru? Vit vóna tað.

Enn er brúk fyri Alzheimerfelagnum sum rødd teirra sjúku og avvarðandi teirra.

Eg skal siga frá, at allir fyrilestrarnir frá ráðstevnuni liggja á YouTube.

Ætlanir fyri framman:

  • Vit hava fingið áheitan frá Sandoy um, saman við fyritøkuni NEMLIA, at koma suður at hava fyrilestur um teknisk hjálpartól.
  • Vit fara heilt vist at skipa fyri fleiri avvarðandibólkum, hóast hetta er nakað, ið kommunarnar áttu at skipað fyri.
  • Vit eru í samstarvi við Reyða Kross um undirvísing av vitjanarvinum.
  • Í juni verður Tórshavn Marathon. Har verða vit við, og við tilmelding stuðlar tú Alzheimerfelagnum. Eisini verða fínar blusur at fáa.

Fyri nevndina takki eg øllum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað arbeiði okkara og ikki minst okkara limum, uttan tykkum var einki felag. Sum tit síggja og hoyra, so er altíð nógv á skránni hjá felagnum, so enn er brúk fyri okkum.

Tað ber til at tekna seg sum lim á heimasíðu felagsins www.alzheimer.fo og/ella á FB vanganum.

Allar framløgurnar frá ráðtevnuni liggja á YouTube https://www.youtube.com/results?search_query=alzheimerfelagi%C3%B0

DEIL HESA SÍÐU

Del på facebook
Del på twitter
Del på linkedin
Del på email
Del på print