Frágreiðing frá aðalfundi

Tann 17. mars var árligi aðalfundurin hjá Alzheimerfelagnum hildin í fundarhølinum hjá Megd. Nakað av fólki var komið á fundin.

Skrá:
1. Aðalfundur:
skrá sambært lógum felagsins.

  1. Val av orðstýrara:
    Hans J. Hermansen
  2. Ársfrágreiðing felagsins (kann lesast her)
  3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar:
    Góðkendur, Hilmar Augustinussen legði fram
  4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár:
    Eingin broyting
  5. Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara:
    Fyri vali stóðu: Ann-Mari Jensen, Pál Weihe, Mai Dahl og Hilmar Augustinussen sum eykalimur, tey tóku øll við afturvali. Jonny Trygvadóttir varð afturvald sum grannskoðari
  6. Verkætlan fyri komandi ár:
    Ráðstevna í NLH 20.og 21. septembur
  7. Innkomin mál:
    Eingi
  8. Ymiskt:
    Einki


2. Kanningarúrslitið av ”Spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi at persóni við demensi” verður løgd fram.

Maria Skaalum Petersen, lektari á Setrinum og granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu, Sáru Reinert og Elisabeth Anthoniussen, masterlesandi, hava staðið fyri
kanningini:

Niðurstøðan av kanningini er, at leikluturin sum avvarðandi at persóni við demensi ávirkar heilsuna neiliga, og at avvarðandi uppliva serliga strongd, svøvntrupulleikar og tunglyndi. Nógv og gott prát stóðst av úrslitinum av hesi kanning. Fleiri avvarðandi kenna seg aftur í hesum og eru sera ørkymlað.

Kanningin kann lesast her

3. Umboð fyri fyritøkuna Nemlia kemur at greiða frá virksemi sínum.

Nemlia er eitt føroyskt felag, ið mennir KT loysnir til heilsu- og røktarøkið.

Áhugaverd kunning um, hvørjum fyritøkan arbeiðir við, og hvørjir tøkniligir hjálparmøguleikar eru at fáa www.nemlia.fo

Á nevnarfundi 23. mars 2021 skipaði nývalda nevndin seg soleiðis:

  • Ann-Mari Jensen, forkvinna
  • Pál Weihe, næstformaður
  • Jóhanna Henriksen, skrivari
  • Mai Dahl, peningarøkil
  • Anna Petra Winther, nevndarlimur
  • Eykalimir: Marjun Restorff og Hilmar Augustinussen
Facebook