§1

Navn felagsins er Alzheimerfelagið, og heimstaður tess er Tórshavn.

§2

Endamál felagsins er at:

  • Stuðla og hjálpa minnisveikum (demenssjúkum) og avvarðandi teirra.
  • Upplýsa og kunna um minnissjúku (demens) yvirhøvur.
  • Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.
  • Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
  • Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
  • Vera við í altjóða samstarvi.

§3

Limir: Øll kunnu gerast limir.

§4

Limagjald: Aðalfundurin ásetir limagjaldið.

§5

Stýrið:

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum valdir á ársaðalfundinum.

Av teimum 5 nevndarlimunum eiga 3 umboð at vera fyri avvarðandi og 2 umboð við fakligari útbúgving á økinum.

Annar tiltakslimurin eigur at umboða tey avvarðandi og annar eigur at hava fakliga útbúgving á økinum.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Formaður og kassameistari saman tekna felagið.Formaðurin kallar inn til nevndarfundar, 2 nevndarlimir kunnu altíð krevja nevndarfund. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta og nevndin er viðtøkufør tá tríggjir limir eru møttir.

2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur standa fyri vali líka ár, ólíka ár verða hinir 3 limirnir og 1 tiltakslimur valdir. Fyrsta nevndin situr í tvey ár.

§6

Limafundir:

Skipað verður regluliga fyri limafundum og almennum  tiltøkum.

§7

Aðalfundurin er hægsti mynduleiki. Aðalfundurin skal vera hildin áðrenn 30. apríl.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá 1/5 av limunum ella ein meiriluti av nevndini krevur tað. Eykaaðalfundur verður hildin innan 4 vikur, frá kravið er sett fram

Boð um aðalfund verður lýst í føroysku fjølmiðlunum 3 vikur fyri fundin.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi minst 8 dagar fyri fundin.

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum

Aðalfundurin viðger hesi mál:

  1. Val av orðstýrara.
  2. Ársfrágreiðing felagsins.
  3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar.
  4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár.
  5. Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara.
  6. Verkætlan fyri komandi ár.
  7. Innkomin mál.
  8. Ymiskt.

§8

Roknskapurin: Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Felagið heftir bert við ognum sínum.

§9

Lógarbroyting:  Uppskot til lógarbroyting av viðtøkunum skulu vera nevndini í hendi seinast 2 vikur fyri aðalfundin.

§10

Felagið kan avtakast við vanligum meirluta av greiddum atkvøðum,  tá ið boða er til aðalfundar ella eykaaðalfundar við hesum á skránni, og hvat gerast skal við møguligar ognir. Tekur aðalfundurin 14 dagar eftir tann fyrra undir við at avtaka felagið, verður hetta at fremja við einum av nevndini tilnevndum avtøkustjóra.     Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn hin 9. septembur 2001.

Fundarstjóri:   Hans Trygvi Teirin/sign