Kunnandi fundur við leiðsluna á Demensdeplinum

Umboð fyri Alzheimerfelagið hava verið á kunnandi fundi við leiðsluna á Demensdeplinum í Heilsu-og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

Heilsu- og umsorganartænastan hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna Visjón, Misjón og Strategi fyri kommunalu demenssamskipanina.

Demensdepilin veitir búpláss, dag- og kvøldtilboð, vikuskiftis- og longri umlættingarpláss. Hartil er demensráðgeving eisini sett í verk.

Greitt var m.a. frá arbeiðinum og tilgongdini at menna eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi tíðliga í sjúkugongdini, tað ið eisini verður kallað “Tilboðspakki 1”. Eitt nú er sett út í kortið at skipa fyri samrøðubólkum fyri fólk við demenssjúku, makum og børnum. Eisini verður tvørgeiraliga samstarvið raðfest høgt.

Kommunala demenssamskipanin hevur formliga virkað síðan 1. mars í ár, og eru nú umleið 40 – 50 heimabúgvandi borgarar í skipanini.

Ein bólkaleiðari, sum er demenssamskipari, er settur at taka sær av demensráðgevingini og dagtilhaldinum á Demensdeplinum. Samlað er eitt fulltíðarstarv sett av til kommunala demenssamskipan.

Alzheimerfelagið takkar fyri áhugaverdu kunningina og fegnast um stóra arbeiðið, sum Demensdepilin ger, til tess at menna og betra um tænastur og tilboð til fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi.